Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Pedagogarnir halda fram við verkfallinum. Vit bíða eftir einari afturmelding frá Fíggjar­ málaráðnum og KAF upp á tað uppleggið, sum vit lótu teimum leyg­ar­dagin. Teir lovaðu at venda aftur, og tað er tað, vit bíða eftir í løtuni, sigur Maud Wang Hansen. Hon vil ikki koma inn á smálutirnar í krøv­ unum, ið felagið vil hava ígjøgnum, men vísir til tað, ið lim­irnir hava lagt dent á í teimum tiltøkum, ið skipað er fyri. Fyrireikingartíðin er rættiliga sentral í sam­ ráðingunum, men eg havi ikki so nógv at siga í løt­uni, sigur Maud Wang Hansen. Tiltøkini hjá felag­ num halda fram, og seinna­partin í dag verð­ ur skipað fyri picknick á Vaglinum fyri foreldrum og børnum. Fyribils eru so ong­ar samráðingar, og sam­ bært forkvinnuni í Før­ oya Pedagogfelag liggur bólturin hjá Fíggjar­ mála­ráðnum og KAF. Bíða eftir aftur­ melding Fyribils bíðar Føroya Pedagogfelag eftir einari afturmelding frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Fíggjarmálaráðnum Roknað var við millum 30 og 50 fólkum, so hølið var stúgv­andi fult og eyka borð og stólar máttu setast upp. Aftaná presentatións­ sang­in greiddi Jóngerð Djur­huus frá tí arbeiði, hon hevði við børn og ung á Bláa Krossi. Niclas Heri Jákupsson hevði frálíka, skemtiliga og læru­ríka framløgu um, at vit sjálvi avgera um vit vilja liva tað góða lívið. Hans Trygvi Teirin leiddi sjálva stovningina av stuðuls­felagnum. Uppskot vóru frammi um broytingar av viðtøkunum og serliga var víst á, at navnið ikki var nóg sigandi fyri felagið. Nýggja nevndin fer at arbeiða við hesum og kemur við einum broytingar uppskotið til næsta aðalfund. Meðan atkvøðurnar vóru taldar, høvdu fólk høvi til at síggja framsýningina í Listaskálanum. Í nevndina vóru vald Linda Olsen, Per Person, Kári Olsen, Heidi Kragesteen og Poula Eidesgaard, Sum varalimir vóru vald Hans Trygvi Teirin og Sól­ bjørg Egholm. Nýggir limir kunnu tekna seg á www.heilbrigdi.fo har meira fæst at vita um fe­ lagið. Heilbrigdi fingið stuðulsfelag Yvir 100 fólk vóru møtt til tann stovnandi aðalfundin hjá stuðlafelaginum hjá Heilbrigdið í Listaskálanum hóskvøldið Leo Poulsen Áhugin hjá øðrum flog­feløg­ um at flúgva upp á Føroyar er til staðar. Mest ítøkiliga dømi er Norwegian, og Kitty May Ellefsen, forkvinna í nevndini fyri Vága Floghavn, váttar, at nevndin skal á fund við norska flogfelagið hósdagin. Eg tori ikki at siga nakað undan fundinum, men vit hava so við okkum alt tilfar, sum Norwegian hevur bið­ið um, sigur Kitty May Ellef­ sen. Tað hevur verið frammi, at tað fer at verða ringt at fáa onur flogfeløg at flúgva upp ðá Føroyar, tí avgjøldini eru so høg. Men tað heldur Kitty May Ellefsen ikki. Samanbera vit við av­ gjald­ið í Kastrup, so er tað 130 krónur. Her hjá okkum er tað 185 krónur, og tað er bara ein lítil brotpartur av samlaða ferðaseðlaprísinum, sigur Kitty May Ellefsen. Umframt Norwegian hava fimm onnur flogfeløg spurt seg fyri hjá Vága Floghavn. Við fundinum hósdagin mugu vit siga, at Norwegian hevur víst mest ítøkiliga áhugan. Men tað verður ikki fyrr enn eftir fundin, at vit vita meira, sigur Kitty May Ellefsen. Tað er útbyggingin av flogbreytini, sum hevur skapt áhugan hjá útlendskum flogfeløgum at flúgva upp á Føroyar. Vága Floghavn fund við Norwegian Hósdagin fer Vága Floghavn á fund við lágprís flogfelagið, Norwegian, um møguleikarnar hjá norska felagnum at flúgva upp á Føroyar Norwegian er tað flogfelagið, sum higartil hevur víst mest átøkiliga áhugan fyri Føroyum sum destinatión Føroya Pedagogfelag hevur nú í nærum tvær vikur skipað fyri ymiskum verkfalstiltøkum Nevndin frá vinstru: Hans Trúgvi Teirin, varalimur, Heidi Kragesteen, Per Person, Poula Eidesgaard, Sólbjørg Egholm, varalimur, Linda Olsen og Kári Olsen