Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Fyrrverandi framamenn hava vent sær til mín í sam­bandi við fyrra part av ummælinum, og eg skal fegin um 60´ini leggja afturat, at tað er púra rætt, at tað var stórur munur á fanatismuni hjá teim ymsu reydlingunum, og øll kunnu tí ikki koyrast í tann sama rabiata leypin. Nøkur trúðu fult og fast uppá tað kommunistiska be­ tong­ríkið, onnur vóru naivir idealistar, meðan nøkur fá bara vóru skeptiskar elti-bløðrur. Spektrið frá teimum mest trúgvandi til teir meira prag-matisku limirnar var øgiliga breitt. Summi søgdu seg jú, sum fyrr nevnt, líkafram, vera eitt slag av »javnaðarfólki”. Men tað slepst ikki undan, at tað funnust ekstremt fanatisk framafólk, til dømis Hoydals-hjúnini, sum vóru so »frelstir og ókritiskir betong-kommunistar«, at tey fleiri ferðir fóru »andiligar« pílagrímsferðir til DDR, har tey í ramasta álvara lótu seg vælsigna og heilavaska av Stasimonnum. Slíkt kann ikki umskyldast ella eftirrationaliserast bara sløk hálvtrýss ár seinni. Eftirsum júst hesi hjún vóru allan juni mánaða 1965 á kommunistiskari summar- legu í DDR, kunnu vit sum eitt søguligt og tankavekjandi kuriosum eisini sláa fast, at elsti sonur teirra Høgni (f. mars 1966) er eitt reint eysturtýskt produkt! Annar partur: Sundur­ lyndi og spenningar í reydlingaliðinum Tey antiautoriteru óløgini frá ungdómsuppreistrinum dámdi avgjørt ikki teim­um »klassisku« frama­monn­ unum, og teir fingu eina stóra ideologiska av­bjóð­ing, tá ið teir yngru anarkist­ arnir skolaðu inn í úti­seta­ feløgini fyrst í 70´unum. Eldri reydlingar høvdu verið rættiliga discipli­ner­ aðir og hildu seg til regl­ur og fundarkultur, men fleiri av teimum ungu anarkist­ isku reydlingunum sabo- ter­aðu bæði felagslógir og fundarsið; teir leikaðu øgiligt í, fíltust nógv á ta sovjetkommunistisku leiðina og vildu heldur fríggja við maoismu og øðrum ekstremum ideologium. Hetta var eitt undarligt paradoks, tí samstundis søgdu hesir rebelsku unglingarnir seg hata allar autoritetir, og tað bleiv beinleiðis móti hjá teimum at vera ímóti. Teir gloymdu bara, at mao­ isman var nógv meira stalin­istisk og autoriter, enn tann sovjetrussiska sameksistenslinjan. Ungir reydlingar høvdu nógv »hati-objekt«, líka frá Nixon til Breznjev: Nógvir vóru móti NATO, teir somu vóru oftast móti EEC (nú EU), og uppaftur aðrir kastaðu, Guði náði okkum, sítt hat­ ur á Studentafelagið, sum teir løgdu undir at vera reaktionert, elitert og avoldað. Framafundir líktust meira og meira vekilsis-møtum. Mitt í tí ideologiska rokinum rýmdi Kjartan Hoydal til Føroya, og um nakað somu tíð gjørdist hansara politiski mót-pólur, Atli Dam løgmaður. Undarligir og eks­ plosivir subkulturar Tað er ikki lætt hjá Pálli Jo­hannesen og hansara javn­aldrum at fata, hvussu ógvis­ligt og anar-kistiskt tað politiska og sociala úti­seta­ lívið bleiv fyrst í 70´unum. Tey, sum ikki upp­livdu tær undir­haldandi excessirnar í Kjøpin­havn, kunnu aldrin heilt for­standa ella erkenna tær. Alt tað spríkjandi turbu­ lenta og tølandi kjøpin­ havnska studenta­umhvørvið modelleraði hesar menninar. Tá var Kjøpinhavn ein ógvis­ligt kókandi pottur av politiskum og socialum eksperimentum, sum vóru merkt av antiautoriterum ráki og sterkari trongd til ødipala uppgerð við borgarligar normar og etikettu. Føroyskir rebellar vóru avgjørt ikki serliga originalir, men lótu seg duperað og inspirerað av vulgerum donskum fyri­ myndum. Atburðurin hjá flestøllum lesandi føroy­ ingum kann tí bara analy­ serast í einum slíkum donsk­um konteksti. Tað er heldur eingin ivi um, at nógvar »føroyskar« rørslur, fylkingar, klikur, klubbar og basisbólkar aldrin høvdu sæð dagsins ljós, um ikki megin- parturin av studentafjøldini rann aftaná og hermdi eftir excentriskum idolum í teimum subkul-turum, sum tá stórtrivust í donskum ungdóms- og útbúgvingar- umhvørvi. Tað mesta av hesum eksistentiella og psykodeliska meldri rein slett ikki ordiliga við heima í Føroyum, fyrr enn fleiri ár seinni sum komisk anakronistisk herðindi, m.a. við onkrum littererum ekshibitionisti og fjákafrelli, sum gjørdi mislukkaðar royndir við at seta seg sjálvan í scenu sum Messias-figur. Ideologisku præmissurnar Men flestøll vita kortini, at tann ekstremt løgni skúlin TVIND við heilavaskandi pedagogikki og eksamiuhati kemur í 1970; og sama árið er tað, at Rifbjerg og Reich spæla raskir á trappuni hjá kulturministaranum við at roykja hash! Húsahersetingin av Christianiu verður gjørd av militantum anarkistum í 1971, tað normleysa universitetið RUC verður sett á stovn av eksamiuhatarum í 1972, og endiliga fáa vit lógina um frían abort í 1973 afturvið oljukreppu og massa- arbeiðsloysi. Øll hesi søguligu donsku ýti seta markant spor hjá tí feska antiautoritera føroyska ættarliðinum. Hvat og hví peilaðu menn eftir hesum politisku ýtum? Jú, á TVIND skipaði man fyri sonevndari socialistiskari uppaling við diktatoriskum kon­sensusfundum, og man vrakaði vanligan fundar- struktur. Í Christi­ania bú­leikaðust fólk kollek­ tivt, rindaðu næst­an ikki rokn­ingar og meld­aðu seg annars út úr tí stóra sam­felagnum. Á universi­ tetinum RUC vóru fólk so alternativ, at tann social- demokratiski skilamaðurin, Erling Olsen mátti rýma úr rektorstarvinum longu eftir einum ári. Hann segði, at hann tímdi ikki at spilla sína tíð við at stýra einum »barnahava«. Tey søguleysu og illa skúlaði ungu vistu ikki, at næstan analog peda­ gogikk miseydnaðist hjá Rousseau bara tvær øldir frammanundan. Hetta er tað absurda og destruktiva samfelags-klimaið, sum útisetaungdómurin skal royna seg í, tá ið Tað føroyska Kvinnufelagið í 1971 noyðist at sleppa teimum inn at beistast í St. Kongensgade í teimum nýkeyptu húsunum, sum vóru ætlaði at hýsa øllum teimum føroysku fe­ løgunum, umframt einum neutraliserandi føroyskum presti. Presturin, Petur Andrew Petersen helt bara út í eitt ár, so fingu tey ungu við reydlingunum á odda kroyst hann á dyr. Men gerandisdagurin krevur onkra rammu og eitt sindur av strukturi, og anarkistarnir høvdu longu skipað seg við einum óortodoksum Húsafelag í tí sonevndu Pæsastovu í Skt. Pederstræde og hetta »felagið« hevði kollektiva leiðslu, sum teir dragsaðu við sær oman í St. Kongensgade. Eingin for- maður mátti vera, men tann mest sjónski figururin var Hans P. Strøm. Orðstýrara dámdi teimum slett ikki, so fundirnir vóru ofta merktir av kaotiskum málageipi, men bara fólk hildu nóg leingi á, fekst ofta eitt slag av konsensus, tí tey flestu, sum andøvdu, vóru antin avdottin, hoknaði ella rýmd. Kommunisma smakkaði enn av protest, so nógv Húsafólk lótu seg umvenda til frelstar reydlingar, og tað var ikki óstuttligt at síggja skikkiligar studentar úr føroyskum borgarligum- ella religiøsum umhvørvi harðmæltar skifta Várharra út við Marx og Mao. Fyri Atla Dam var tað ein ideologiskur sorgarleikur, at beiggi hansara, Bergur gjørdist ein av teimum frelstu í umhvørvinum, og Atli helt , at ein stórur partur av tí unga útisetaliðinum vóru forførd, vilst ella beinleiðis heilavaskaði. Hesi fólk komu skjótt í hvassa andstøðu bæði til eldri framamenn, men serliga Studentafelagið, sum tey hildu vera eitt rivaliserandi fínkulturelt forum, so í 1973 herjaðu ungir fusentastar við Klæminti Olsen á odda á Studentafelagið á einum rokmiklum aðalfundi og fingu Klæmint valdan til formans. Men hann fall longu árið eftir, tá ið sjálvt klassiskir framamenn gjørdu av at stuðla Studenta- felagnum móti tí radikala k o l l ve l t i n ga r l i ð i n u m . Men hetta førdi til slíka ósemju, at man á sumri ikki kundi semjast um eina studentakabarett, men fekk heilar tvær, eina sonevnda húsakabarett og eina klassiska studentakabarett. Húsafelagið hevði annars nógvar studentalimir, so hurlivasin var fullkomin! . Árið eftir kundu menn tó aftur semjast um eina kabarett. Talentmassin rakk heldur ikki til meira enn ta einu. ”De sidste dages hellige” Teir húsamenn, sum leitaðu inn í Oyggjaframa blivu skjótt so troyttandi, at felagið reelt fekk minst tvær diametralar fraktiónir, har onnur stórt sæð elskaði Berlinmúrin og hin meira og meira forel-skaði seg í Mao, Ho Chi Minh og seinni í despotinum Pol Pot, sum syrgdi fyri sjáldsamari bygdar-menning í Cambodia við snøgt sagt at beina fyri øllum stórbýarfólki. Oyggjaframi, sum eisini hevði eina relativt neutrala miðju skifti navn og kallaði seg nú Føroyskir socialistar ella FS. Tann politiska gjógvin millum FS-veingirnar øktist so hvassliga gjøgnum 70´ini, at meginparturin av Pol Pot- liðinum við Klæminti Olsen og Jógvani Mørkøre á odda meldaði seg út í 1977, og tey kallaðu seg so fyri Komm. Út. altso kommunistiskir útisetar. Líka inntil tá høvdu menn kunnað barst innanhýsis um marxistiak skrivtstøð á egnum fundum og í Frama- blaðnum, men nú manglaðu útbrótararnir sítt málgagn, so teir fingu sær innivist í Oyggjaskeggja í staðin fyri. Skeggin hevði áður verið eitt skikkiligt blað fyri vanligar ófrelstar útisetar, men nú kom heilt annað lag á. Síða fyri og síða eftir bleiv fylt við kommunistiskum citatum, sekteriskum álopum á FS´arar og innantómum møsni um hvørjar parolur, teir kundu góðtaka á Fyrsta mei-haldi í Fælledparkini. Teir debatteraðu pannurukkandi, um tað bar til at kravspáka undir liðini á teimum »reaktioneru« eftirverandi FS-monnunum. Hvat rakti tað okkum útisetar? Hví skuldu vit blandast uppí teirra sekteriska klandur? Hetta var ein herskin og strævin biti at svølgja hjá sakleysum Kjøpinhavnar- føroyingum, sum hvørki tímdu ella orkaðu at lesa teir frelstu Mao-lestrarnar hjá Klæminti & fylgisneytum Nógv fólk søgdu tí Oyggja- skeggja frá sær í andstygd. Síðst í 70´unum, tá ið Pol Pot var fallin, fingu K.Ú.- menn saman við sympati­ sør­um heima í Før­oyum ta apo­kalyptisku sann­føring, at tað politiska nirvana nú var at finna í Alban­ien, og fleiri bólkar av villum dagdroymarum fóru píla­ grímsferðir til Tirana, og hóast tað tá vóru færri bilar í øllum Tirana enn í ein­ari millionérgarasju í Norð­ sjællandi, so komu teir aftur og trúttaðu, at Albanien var fram-tíðarvisiónin og idealið hjá arbeiðarafjøldini. Páll citerar teir fyri at hava verið vónsviknar av albanska ger­andislívinum. Hetta er grov eftirrationalisering, tí tað viðgingu teir av­gjørt ikki! Tvørturímóti; teir skammróstu sam­felags­ fongsli­num hjá Enver Hoxha langt aftaná, at teir vóru heimafturkomnir. Páll skri­ var eisini, at K.Ú. var eitt Teir studentikosu reydlingarnir (framhald) Virgar Dalsgaard