mánadagur 13. februar 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Tryggingarvirksemi
fyri kundan
og eigaran
Partafelagið
TF
Holding
eigur fíggjarfyritøkur, sum
veita tryggingar-, eftirlønar
og bankatænastur. Umframt
hetta eisini felag, sum í
høvuðsheitum ger íløgur í
føroyskt vinnulív og felag,
ið eigur fastognir.
Bygnaðurin í samtakinum
er lýstur í fylgjandi mynd:
Kjarnuvirksemið hjá Trygg
ingarsambandi Føroya, sett
á stovn í 1940, og sum seinni
varð til partafelagið TF Hold
ing, var upprunaliga trygg
ingarvirksemi. Við tíðini er
nógv fæ fingið til vega, sum
nú verður brúkt til annað
enn tað, ið krevst til sjálvt
tryggingarvirksemið.
Sein
asta dømið um hetta er keypið
av 70% av partabrøvunum
í EIK og ætlan um at keypa
restina, sum frá líður.
At TF Holding í stóran
mun hevur ráðini til at
gera seg galdandi á øðrum
økjum enn tí, sum hevur við
tryggingarvirksemi at gera,
er greið ábending um, at
kundin hevur rindað í meira
lagi fyri tryggingartænastur
millum ár og dag.
Bankavirksemi
og áhugamálini
hjá eigaranum
Við keypinum av Eik er TF
Holding komið inn á nýtt
virksemisøki, sum eisini er
merkt av ógjøgnumskygni
og
vantandi
kapping.
Duopol-líknandi
støðan
innan hendan partin av
fíggjargeiranum
ger,
at
eisini kundarnir í EIK eru
við sviðið soð, hvat rentum
og ómaksgjøldum viðvíkur.
Dømi er sethúsalán frá
EIK, har árligur kostnaður
fyri tíðina er umleið 6%. Lán
til sama endamál í Danmark
ber til at fáa frá realkredit-
feløgum fyri umleið 2%.
Hugsa vit um lán áljóðandi
1.500.000 kr við 25 ára livitíð,
hevur danski lántakarin
fyrstu 10 árini goldið umleið
250.000 kr í rentum. Tann
føroyski umleið 740.000 kr.
Meir-rentan hjá føroyska
lántakaranum er við hesum
490.000 kr. Fyri at rinda
hesa meir-upphædd, má
lántakarin
við
verandi
lønarskatti forvinna á leið
tað tvífaldað. Hetta svarar
til fleiri ársinntøkur hjá
flestum okkara. Lítil uggi er
í rentustuðli, tí hendan rinda
vit sjálvi ríkiliga partin av
umvegis skattin.
Eigarin krevur
rímiligan kostnað
vegna kundan!
Kappingarráðið roynir nú
at útvega 1.000.000 kr í
eykajáttan at kanna ómaks
gjøld og rentur hjá føroysku
bankunum. Vóni, at slík
kanning verður gjørd, men
havi ikki stórar vónir um,
at kanningin - sum so -
kemur at gera støðuna
hjá okkum tryggingar- og
bankakundum frægari.
Men møguliga kunnu
vit,
tryggingartakarar
í
Tryggingarfelagnum Føroy
um, gera mun, og stuðla tí,
sum Kappingarráðið illa
megnar at gera fyri okkum.
Vit eiga umvegis Ognarfelag
Tryggingartakaranna og TF
holding mesta partin av (og
skjótt allan) EIK-bankan,
umframt
tryggingar-
og
eftirlønarfeløg. Vit kunnu
velja umboð í Umboðsráðið
fyri
Ognarfelag
Tryggingartakaranna, sum
virka fyri betri javnvág mill
um tryggingargjøld, rentur
og ómaksgjøld og tað, sum
krevst fyri at fíggjarfyri
tøkurnar hjá okkum hava
styrki at bera váðan, sum
tengdur er at banka- og
tryggingarvirkseminum.
Valevni til Umboðs
ráðið fyri Ognarfelag
Tryggingartakaranna
Fram til 23. februar fer val
fram til Umboðsráðið fyri
Ognarfelag
Tryggingar
takaranna.
Veljast
skulu
12 limir til umboðsráðið
afturat
teimum
23
umboðunum, sum nú eru.
Eg eri stillaður upp og royni
at verða valdur. Umframt
at
virka
fyri
nevndu
brúkaraáhugamálum, vil eg
sum limur í umboðsráðnum,
virka fyri størri gjøgnum
skygni í tí, sum fer fram í
felagnum.
Trupulleikar viðvíkjandi
opinleika, skal eg ikki siga
stórt um á hesum sinni, ann
að enn vísa á, at meiriliuti í
verandi umboðsráði ynsk
ir at gera tað so torført
og tvørligt sum til ber,
hjá
tryggingartakarum
at gera seg galdandi á
aðalfundum og í sambandi
við val til umboðsráðið.
Hesi viðurskifti eru nærri
lýst í frálíkari grein hjá val
evninum til umboðsráðið,
Jóhan Petersen, í bløðunum
nú um dagarnar. Greinin
ber heitið “Hvat hendir í
Tryggingarfelagnum”.
Um tú - tryggingartakari
hjá
Tryggingarfelagnum
Føroyum - ynskir at taka
lut í valinum, ið nú fer
fram, kanst tú útvega tær
atkvøðuseðil við at venda
tær til tryggingarfelagið.
Hetta skal gerast innan
17. februar. Eg kann eisini
hjálpa tær við hesum, um tú
sendir mær upplýsingar um
navn og bústað til
jonhardeliasen@gmail.com
Tryggingarfelagið
– kundin er eigarin
Jonhard Eliasen
Hví skulu vit, kundar í Tryggingarfelagnum Føroyum, eiga partafeløg,
ið takast við tryggingar-, eftirlønar- og bankavirksemi? Er endamálið
náðileys profit-maximering? Ella er tað tí, at vit sum kundar kunnu
fáa rímiligar prísir á tryggingar-, eftirlønar- og bankatænastum?
Eg viðmerkti á einum kjaki
á facebook ein dagin, at vit
kundu hugsað okkum 3 tímar
í fyrireiking um vikuna, væl
vitandi um, at hetta eisini er
ov lítið. Svarið eg fekk frá eini
kvinnu var, at var tað upp
til hana, so fingu vit ikki 3
minuttir í fyrireikingartíð; og
minnist meg rætt, var grund
gevingin, at hon og tvey onnur
saktans kundu halda skil á 25
børnum uttan at hava brúk
fyri fyrireikingartíð. Eg hugsi
við mær, at hvør kann ikki
tað? Og hví bara 25 børn, hví
ikki 50? Ella uppaftur fleiri?
Tí tað hon tosaði um var
ansing og disiplinering - at
halda skil á einum bólki. Um
hetta var innihaldið í okkara
arbeiði, hevði eg eisini givið
henni púra rætt.
Men tað er ikki innihaldið í
einum námsfrøðiligum arbeiði,
og landsins myndugleikar gera
púra greitt, at tað er náms
frøðiligt innihald teir ynskja,
og at námsfrøðingar, við síni
útbúgving, hava ognað sær
serligar førleikar at taka sær
av hesum arbeiði.
Ætlanin við okkara arbeiði
er at leggja grundarlagið undir
alment dannilsi. Eitt alment
dannilsi, ið skal geva okkara
landið skilagóðar borgarar.
Støði til almenna dannilsi
skal takast í barnarættinda
sáttmálanum hjá ST. Barna
áskoðanin hjá ST er ein mynd
av einum barni við nógvum
førleikum, og sum skal hava
møguleikan at hava ávirkan á
egið lív. Hendan barnaáskoðan
setur krøv til pedagogisku
uppgávuna og pedagogiska
innihaldið á dagstovnunum.
Hon er ein neyðug fortreyt
fyri, at børn kunnu vera virk-
nir luttakarar í myndanini av
egnum lívi, so tey kunnu gerast
virknir luttakarar í einum
demokratiskum samfelag.
Sostætt tosa vit ikki ‘bara’
um ansing, men um okk
ara framtíð, har vit leggja
grundarlagið fyri einum al
mennum dannilsi, ið gevur
sjálvstøðugar,
skilagóðar,
ábyrgdarfullar og virknar lut
takarar í okkara demokratiska
samfelag. Luttakarar, ið duga
at hugsa sjálvstøðugt, duga at
bera síni sjónarmið fram, duga
at koma til skilagóðar niður
støður, duga at søkja semjur. Ja
stuttsagt alt tað, ið skal til fyri
at kunna liva og virka í einum
demokratiskum samfelag.
Vit tosa her um eina samfe
lagsuppgávu, ið byggir á eina
heildarfatan av barninum, har
umsorgan, spæl og læra eru
av alstórum týdningi. Eina
samfelagsuppgávu, har børn
ini fáa avbjóðingar og verða
stuðlað í fjølbroyttu menn
ingini og læruni.
Hendan
samfelagsupp
gávan krevur, at vit seta okk
um mál, og verða hesi mál
sett í námsætlanum. Náms
ætlanum, ið verða brúktar
í eftirmetingini av okkara
arbeiði fyri at vita, um vit røkka
teimum málum, ið sett eru av
landsins myndugleikum.
Tað sigur seg sjálvt, at hetta
krevur gjøgnumhugsan og
fyrireiking, og ikki minst at
hetta tekur tíð. Fyrireiking
artíð, ið er alneyðug, um vit
skula røkka okkara málum og
arbeiðið vera annað og meira
enn ansing.
Hetta eru sum sagt krøv
frá landspolitisku skipanini.
Krøv, ið skula tæna okkara
børnum og ikki minst okkara
samfelag.
Tí er okkara krav, at vit
fáa umstøður til at røkka tey
krøv, landsins myndugleikar
seta okkum. Tí um vit ikki fáa
góðar umstøður, og við hesum
fyrireikingartíð,
so
verður
hendan tíðin og dygdin tikin
frá børnunum.
Mentamálaráðið
ynskir
dygd og vit eru púra samd.
Dygd:
- í okkara arbeiði
- fyri okkara børn
- fyri okkara samfelag
Eg haldi ikki, at nakar
kann vera ósamdur í, at dygd
tænir øllum, men dygd kostar,
soleiðis er tað bara, og tað vita
øll!
Og eftir mínum tykki er tað
ikki góður siður at lata børnini
gjalda fyri tey krøv og ynski,
sum tey vaksnu seta.
Krøvini frá myndug-
leikunum og fyri
reikingartíðin
Gunnvá Edvardsdóttir
námsfrøðingur