Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eg eri so kedd av, at tú ikki ert  her. Tú hevur verið vekk í sjey ár, men tað følist, sum tað var i gjár, eg sá teg. Tey minni, eg havi um teg, eru nógv saknað og kunnu ikki sigast við orðum. Allan tann kærleikan og alla ta gleði, tú gav mær, eri eg takksom fyri. Tú hevur lært meg nógv um lívið. Takk fyri at eg fekk loyvi til at bera teg i níggju mán­aðir og at taka ábyrgd av tær, mítt deiliga lítla barn, og at eg slapp at verða mamma tín eina tið. Eg elski teg. Tú vart ein gáva frá Gudi, sum hann vildi hava aftur. Eg hugsi um teg hvønn dag, og hvat tú tekst við. Mítt elskaða barn, mamma gleðir seg inntil vit síggj­ast aftur. men eg veit ikki, nær tað verður, men ein dag verð­ur tað. Takk mítt elskaðia barn, at eg fekk lov at vera mamma tín eina tíð her á føld. Eg elski teg mamma tín Minningarorð um Jens Harry S. Dimon 26.10/2004 – 10.2/2005 Nøvn Kjak Rationaliseringar – ikki avgjaldsøði John William Joensen Formaður Norðoya Sambandsfelag Nú strukturella hallið á fíggj­ arlógini hevur seinastu árini ligið omanfyri og undir hálva milliard, eru politikarar, sum virka í høvuðsstaðnum, farnir at missa vónina um at til ber at gera ratonaliseringar – tí í hesum liggur, at brúk verður fyri færri fólki í ovur­honds stóra almenna húsarhaldinum. Almennir stjórar og alment settir kjakarar hava í alt ov stóran mun fingið rúmd í almennu miðlunum, og tí er politiska skipanin um at missa fótafestið – av reinari peningaøði. Sum formaður í Norðoya Sambandsfelag fari eg í næstum at leggja hetta málið fyri nevndina í  Norðoya Sambandsfelag, tí tað er púra greitt, at felagið má stuðla teimum politikarum, sum standa við stevnuskrá floksins, har grundvøllurin er fría fyritakssemið. Fari at loyva mær at minna lesaran á stevnuskránna hjá Sambandsflokkinum, sum er grundvøllurin sum vit standa á : …..Flokkurin ásannar, at tað fría fyritakssemið eig­ur at vera drívkraftin í øllum framburði í vinnu­ lívi okkara.    …. Sam­bands­ flokk­urin er ein liberalur flokkur, ella ein borgarligur flokkur, mótvegis teim­um sosialistisku ella kommun­ ist­isku flokk­unum. Liberal­ isman gongur inn fyri anda­ligum og fíggjar­ligum frælsi fyri einstaklingin. Tað skapar sunna og virðis­ mikla ábyrgdarkenslu, at einstaklingurin fær loyvi at vísa, hvat hann dugir til, og tað góða úrslitið hjá einstaklinginum fer sjálvandi at koma samfelagnum til góðar. Skal tað almenna taka sær av øllum, verður ábyrgdin og arbeiðshugurin tikin frá einstaklinginum…… Skal fría fyritaksemið vera  drívkraftin í føroyska samfelagnum so ber ikki til at halda fram við at áleggja avgjald og skattir, og tí var skattalættin, sum Sambandsflokkurin var við til at samtykkja á nýggjárin­ um kærkomin. Nú allir borg­ arar skulu gjalda til egnu pensjónsuppsparing var eisini neyðugt at broyta skatt­ingina av pensjónum frá útgjaldi til inngjald. Varð hetta ikki gjørt, høvdu pensjónsgrunnar tikið eina milliard krónur meira úr um­fari í samfelagnum og hevði hetta ført til enn størri skattir og avgjøld. At stórur partur av fak­ felagsleiðslunum hevur átik­ið sær leiklutin sum strá­ menn fyri útlendskar pen­ sjónsgrunnar og føroyska pen­sjóns-kapitalin er sera óheppið. Fría fyritakssemið er grund­arsteinurin undir før­oyska samfelagnum og horna­steinurin í stevnuskrá Sam­bands­floksins og sam­ bært stevnu­skránni kemur “...góða úrslitið hjá ein­stak­ linginum sjálvandi sam­felag­ num til góðar...” Nú miðsavnandi politikarar, almennir stjórar og fjølmiðlafólk kappast um at koma við hugskotum um avgjøld og skattir á vinnuna, samstundis sum fakfelagsleiðarar virka sum strámenn fyri føroysk og útlendsk tryggingarfeløg – er umráðandi at vera á varðhaldi.