Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Nú verður enn ein nýggjur før­oysk­ur filmur tøkur til und­ir­vís­ing. Nám hevur gjørt sátt­mála við An­ton Petersen um film­in »Ský­m­ing«, sum í gjár fekk gáv­u­góðs úr Grunni Thor­valds Poulsen av Stein­ um. Sáttmálin ásetur, at Nám kann leggja filmin á undirvísingarportalin Snar, so all­ir skúlar í landinum kunnu síggja hann. Eisini fara uppgávur at verða gjørd­ ar, so filmurin kann brúkast í fram­halds­deild fólkaskúlans og á mið­nami. Nám hevur á sama hátt keypt rætt­ind­ini til at vísa film­in »Pass­a­sjer­en« í skúlu­ num og gjørt upp­gáv­ur til film­in. Í januar skipaði Nám fyri skeiði at brúka stuttfilm í und­ir­vís­ing­ini. Tá segði skeiðs­læra­r­in, Jan Berg Jørg­ en­sen, at lær­arar kring landið sókn­ast stór­liga eftir at fáa før­oysku stutt­film­ar­nar tøk­ ar til und­irvísingina. – Hepnast henda ætlan væl, so verður hildið fram at skapa eitt savn av føroyskum stutt­film­um til und­ir­vísing, sum er opið fyri allar skúlar í land­i­num at brúka, sigur Magn­us Tausen, stjóri í Námi. Á hátíðarhaldinum í gjár, tá gávugóðs varð latið An­ toni Pet­er­sen fyri filmin »Ským­ing«, bar formaðurin í Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, Sigurð í Ják­ups­ stovu, rektari á Fróð­skap­ar­ setr­i­num, fram hesa grund­ gevi­ng: – Skýming er ein stutt søga um ein mann, ið leitar eft­ir sær sjálv­um. Í­tøki­ligi karm­urin er eitt parlag á okk­ara døgum í Havn við Nól­soynni í baksýni. Anton hev­u­r við hesum filmi sett sær stórar avbjóðingar, sum eisi­ni hava staðið við í langa tíð. Um­framt søgugongdina, har mann­ligi høv­uðs­l­eik­ar­ in leit­ar mill­um barn­dóm og mann­dóm, kunnu vit eisini siga, at An­ton sum leikstjóri leggur lunn­ar undir ein sermerktan stíl og máta at bera fram film úr okk­ara veru­leika og nátt­úru. Um­ framt til­knýt­ið til barn­dóm­ in, ofta lýst við tølandi minn­ is­mynd­um, tykist An­ton í hes­um filmi serliga at dvølja við sam­band­ið við nátt­úr­ una. Í hesum evnisvali skap­ ar Anton eitt huglag, har vit mitt í tí triviella undr­ast um skapanarverkið. An­ton sýnir eitt myndamál, ið er ser­stak­ liga egið og sjálvrannsakandi. Hetta síggja vit serliga í upp­ aft­ur­t­i­k­num nærmyndum av høv­uðs­leik­ar­a­num. Sjáld­ somu nær­mynd­ir­nar fata vit sum rann­sak­andi og náð­ i­leyst gjøgn­um­lýs­andi sjálvs­ mynd­ir av einum leitandi leik­stjóra. Leitanin vitnar um strong krøv til sín sjálvs, og krøv­ini verða sett úr øllum film­isk­um vinklum. Uppi við hes­um sjáld­sama myndamáli hóma vit aft­ur­ljóð frá stóru films­meistarunum, eitt nú Andrej Tarkovsky, sum ung films­listarfólk her á landi eru farin at skifta orð um. Henda tilvitska um film sum mið­il er sjáldsom og so mikið meir verd at stuðla. Filmur í skúlanum Anton Petersen, films­leik­stjóri, og Magnus Tausen, stjóri í Námi, skriva undir sátt­mál­an at brúka filmin »Ským­ing« í skúl­a­num fiskivnna Tað var bara Stelkur – og ikki Bakur – sum misti fiskiloyvi í nakrar dagar fyri brot á fráboðanarskylduna um ungfisk Mynd: Vilmund Jacobsen Bert annað skipið misti fiskiloyvi Gadus góðan túr Skýming í skúlanum filmur Nám ger sáttmála við Anton Petersen um filmin, sum í gjár fekk virðislønina úr Gávugóðsi Thorvalds av Steinum fiskivinna Tá Fiskiveiðieftirlitið her­fyri kannaði veiðina hjá par­trol­a­r­u­num, Stelki og Baki, misti bara Stelkur fiskiloyvi í nakrar dag­ar, meðan Bak­ur, sum hevði hildið fráboðanarskylduna um ung­fisk, ikki misti sítt loyvi Í morgun fór Gadus at sigla heim úr Bar­ents­ havi­num við 750 tonsum av flaki. Túrin hevur verið skjótur, tí Gad­us loysti í Ánunum 30. desember. Vilmund Jacobsen Síðan Fiskiveiðieftirlitið fyri eini tíð síðan kannaði veið­ina hjá tveimum par­ trol­ar­um í Suðuroy, sum høvdu ov nógvan smáupsa, men sum ikki høvdu hildið fr­á­boð­an­arskyl­d­una, kann­ aði eft­ir­lit­ið nak­að seinni eisini veiðina hjá tveim­um par­trol­ar­um av Skál­a­fjørð­ i­num. Í miðlunum hevur verið ført fram, at partrolararnir í Suð­uroy mistu fiskiloyvi í nakrar dagar - og soleiðis eisini við par­trolarunum av Skál­a­fjørðinum.

 Hetta er ikki heilt rætt. Tað, sum hendi við par­ trol­ar­u­num av Skála­fjørð­ i­num, var, at bert ann­að skip­ið av tveim­um, nevni­ liga Stelk­ur – og ikki Bak­ur – misti fiskiloyvi í nakr­ar dagar fyri brot á frá­boð­an­ ar­skyld­una um ungfisk.

 Meðan Stelkur ikki hevði hild­ið skylduna, so­ leiðis sum skip­anin er, at boð­ast skal frá hál fyri hál, um ov nógvur ungfiskur er uppi í veiðini, hevði Bakur hild­ið sína skyldu.

Bakur misti tískil ikki fiskiloyvi, men bara Stelkur.

 Tað er soleiðis í partroli, at skip­ar­ar­nir skift­ast um at hava á­byrgd­ina av hvørj­ um tógi sær, og tað er skip­ arin, sum hevur á­byrgd­ina, ið avger, hvussu – og hvar – fiskað verður. Tí liggur fráboðanarskylda um ung­ fisk á báðum skiparunum – og ikki bara á øðrum.

 Í hesum førinum var tað altso skiparin á Stelki, sum ikki hevði hildið frá­boð­an­ ar­skylduna, meðan skip­ arin á Baki hevði sítt upp á tað reina, og tískil misti bara Stelkur fiskiloyvi. vilmund@sosialurin.fo Ársins tunnusláttur – á sjónum Leygardagin 18. februar skip­ar Tórshavnar Frosk­ mann­a­fel­ag fyri árliga tunnu­s­láttr­i­num á sjón­ um. Tiltakið er alment, og øll, sum eiga eina vátdrakt, turr­drakt ella kanska eina gamla yv­i­r­liv­ils­is­drakt, kunnu luttaka (best er eis­ ini at hava fitjur/svimj­i­føt­ ur). Fitt av fólki plagar at leita sær oman í Vágsbotn at hyggja, og fáa sær bollar og kakao. Kl. 14.00 verður lopið á sjógv í Vágsbotni, har sum Norð­lýsið liggur. Tá síðsta træsprekið er fingið niður, verð­ur konga­ fisk­ur­i­n (katta­kong­ur­in) blak­að­ur upp á turt, og síð­ani verða øll boðin til boll­ar og kakao. – Øll eru vælkomin. Stutt­ligt hevði verðið um fólk vóru grýluklødd, siga tey í Havnar Frosk­mann­ a­felag.