mánadagur 13. februar 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Steypafinalan hjá monnum
Neistin fjórðu
Hondbóltur Teir næstbestu hjá H71 vóru bara við eina lítla
løtu, og so struku verandi greipuvinnararnir úr Neistanum avstað
og vunnu 30-27 eftir 18-13-hálvleiksleiðslu. Hetta er fjórða
ferðin á rað, at menninir hjá Neistanum vinna steypakappingina
Pætur Albinus
Tað merkisverda við hesi steypa
finaluni var, at annað liðið var eitt
lið úr næstbestu deildini. Nevniliga
H71 1, sum tó við royndum leikarum
sum Halgiri Dahl Olesen og Esberni
Patursson frammanundan hevði
staðið seg óvæntað væl í kappingini
og eitt nú sendi suverena odda
liðið í landskappingini, KÍF, út í
hálvfinaluni. Tað var eyðsæð á
áskoðaraplássunum, at hondbólts
hoyvíkin í løtuni livir góða lívið og
vóru fjepparar teirra við til at vinna
á fjepparum Neistans, hvat larmi
viðvíkur.
Neistin var undan finaluni í
sigurskreppu og hevur seinastu
smáu tveir mánaðirnar bara vunnið
ein út av sjey dystum í lands- og
steypakapping. Hetta var eitt gylt
høvi hjá teimum at venda gongdini,
men skuldi tað neyvan vera lætt
ímóti teimum næstbestu hjá H71,
sum hava staðið seg óvæntað væl
og – sum nevnt – eitt nú knógvaðu
KÍF í hálvfinaluni.
Óvætað byrjan
Tað var eisini H71, sum helt fram
við at gera tað óvæntaða – í øllum
førum ta fyrstu løtuna. Teir løgdu
seg nevniliga á odda 2-0 áðrenn
neistamenn høvdu vent sær, men
so tóku teir bláu sær um reiggj og
javnaðu til 2-2 við tveimum skjótum
málum. Tað vóru serliga skjúttarnir
hjá
liðunum
báðum,
Heini
Hanusarson og Finnur Hansson
fyri Neistan og Halgir Dahl Olesen
og Esbern Patursson fyri H71, sum
gjørdu vart við seg fyrstu løtuna.
Serliga var tað ein stórspælandi
Finnur Hansson, sum við góðum
fríspælingum og skotum syrgdi
fyri, at Neistin dróg eitt sindur frá
eftir lítlari løtu og kom á odda 6-4.
H71 var væl við alla tíðina og
serliga í støðugu hóttanini, Halgiri
Dahl Olesen, vóru teir við til at
leggja trýst á Neistan, sum tó sein
astu løtuna vísti klassan, skoraði
nøkur skjót og – at síggja til – løtt
mál og síðani slapp til hálvleiks á
odda 18-13.
Leiðslan helt sær
Við fimm málum á odda lá væl fyri
hjá Neistanum at spæla frítt og
fáa sítt spæl at koyra, sum – tá ið
væl gongur – helst er hitt besta í
landinum. Til tíðir vístu teir eisini
hetta, men so gingu aftur stórar
løtur í tómgongd, og um H71 hevði
verið avgjørdari, kundu teir etið
seg nøkur mál inn aftur á Neistan,
sum tó – líkamikið hvat og hvussu
– allatíðina megnaði at halda seg
fimm mál á odda.
Tá ið álopsspælið hjá H71 steðg
aði á, vóru teir bláu kvikir sum
køttar at sekta hoyvíkingar við
góðum mótálopum. Tað, at H71
inn ímillum megnaði at vinna
seg nøkur fá mál frá Neistanum –
eina løtu sentimetrar frá at minka
niður í tvey mál – men tó lovydi
Neistanum nøkur løtt mál, tóktist
at vera ein sálarligur smeitur fyri
leikararnar hjá H71, sum í longum
løtu fóru niður í støði.
Neistin helt fast í hesi aftur
vendandi fimm máls leiðsluni allan
seinna hálvleik á tamb og tað fór at
styttast við tíð hjá H71, og hóast
teir at enda pyntaðu um munin
niður í trý mál, so var veruleikin,
at sigurin hjá Neistanum ongantíð
var í vanda og við uppibornum
30-27-sigri kunnu menninir hjá
Neistanum nú fjórða árið á rað
kalla seg steypavinnarar.
Undangongumenn
Hjá Neistanum var tað serliga
Finnur Hansson, sum bant álops
partin væl saman, og dystin á tamb
hevði ótrúlig evni at vita og merkja
nær hann skuldi spæla bóltin og
nær hann skuldi skjóta. Evnini at
taka skjótar avgerðir skaraðu av
álvara framúr, og varð hann eisini
eftir dystin kosin dagsins maður
hjá steypavinnarunum.
Hóast aldrandi og givin á hægsta
støði, var Halgir Dahl Olsen hjá
H71 ein fragd fyri hondbóltsglaða
áskoðaran. Hann prógvaði, at tað
framvegis er bæði styrki og neyv
leiki í einum hinum besta skotarm
inum, ið Føroyar hava sæð, og við
sínum ikki færri enn 12 mál gjørd
ist hann dagsins leikari hjá silvur
vinnarunum.
albinus@sosialurin.fo
Neistin - H71 30-27 (18-13)
Neistin: Finnur Hansson (7) Heini
Hanusarson (6) Áki Mørk (4) Josef
Abrahamsen (4) Tummas Pauli
Hanusarson (2) Heini Ragnarsson
(2) Jákup Hentze Apol (2) Daniel
Hansson (1) Jugoslav Djumic (1)
Jón Ludvig (1)
Útvísingar: 5 x 2 min.
H71 1: Halgir Dahl Olesen (12)
Esbern Patursson (4) Poul Kjartan
Dam (4) Sigmundur Nolsø (3) Rúni
V. Højgaard (2) Hallur Biskopstø (1)
Rógvi Sørensen (1)
Útvísingar: 2 x 2 min.