Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Steypafinalan hjá monnum ferð á rað – Sjálvandi eri eg væl nøgdur við ein sigur, men eg eri ikki ser­liga væl nøgdur við spælið hjá okk­um. Tað kundi verið betri, slær venj­ arin hjá Neistanum, Páll Poulsen, fast. Vit spurdu hann í hesum sam­ bandi, um hann nakrantíð merkti, at sigurin var í vanda. – Nei, tað merkti eg ikki. Vit fóru fram um eftir at hava verið aftanfyri við tveimum mál­um, og síðani hildu vit okkum framman­ fyri og komu eitt skifti á odda við seks málum, sigur Páll, sum – hóast fegin um steypasigurin – ikki er serliga væl nøgdur við gongd­ina. – Eg eri ikki nøgdur við, at botn­støðið hjá okkum er so lágt. Vit spæla øgiliga væl til tíðir, men so fara vit í totalt black-out eina løtu. Tað eru tey holini, sum mugu tippast, áðrenn tað skal vera heilt gott, sigur Páll og vísir á, at teir nú í tøttu landskappingini fara at arbeiða við at hækka botnstøðið og at vera meiri stabilir. albinus@sosialurin.fo Páll Poulsen: Bæði nøgdur og ónøgdur Venjarin hjá H71, Kári Nielsen, var eftir dystin ikki nøgdur við av­ rikið hjá verjuni. – Teir fáa ov nógv hálvforkølaði mál, og tað kemst av at verjan ikki stendur serliga væl og at tað koma nøkur løtt mál ígjøgnum hjá okkara málmanni. Tey bæði ting­ini gera, at teir fingu hasa fýra-fimm mál leiðsluna, sum teir halda allan dystin, sigur Kári Nielsen. Talan var um næstbesta liðið hjá H71, sum spælir í næstbestu deildini, og tí spurdu vit Kára, um hann ikki er errin av avrikinum hóast alt. – Helvtin av hesum liðnum, teir ungu, eru eisini berandi kreftir á besta liðnum, men eg eri øgiliga stoltur av teimum, tað eri eg. albinus@sosialurin.fo Kári Nielsen: Errin av liðnum Myndir: Álvur Haraldsen