Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Steypafinalan hjá kvinnum Væntaður steypas Hondbóltur Byrjanin var sera jøvn og VB tóktist at hava eitt lítið yvirtak, men hetta var ikki færri enn níggjunda steypafinalan á rað hjá Stjørnuni, sum í dystsins gongd vísti seg bæði sterkari og royndari og vann dystin 27-23 eftir hálvleiksstøðuna 13-10 Pætur Albinus Tað var helst ikki tilvildarligt, at áskoðararnir hjá Stjørnuni sótu í norðara parti av høllini, meðan áskoð­ararnir hjá VB sótu í syðra parti. Sína­millum høvdu teir eina kapp­ing um at vera mælskari part­ urin av fjøldini, og var tað við til at seta ein serligan dám á og skapa góðan hýr í høllini. Stjørnan mátti undan dystinum sigast at vera vanari við øðrvísi og meiri umfatandi umstøðurnar, sum eru í einari slíkari finalu. Hetta var nevniliga níggjunda ferðin á rað, at Stjørnan var í finaluni, og høvdu tær megnað at vunnið seks út av teimum átta undanfarnu final­ unum. Á mótstøðuhálvuni stóð VB, sum fyri fyrstu ferð síðani 2007 var í finaluni, tá ið tær taptu 28-31 ímóti júst Stjørnuni. Stjørnan og VB eru helst júst tey bæði liðini, sum hava stað­ið fyri harðastu kappingini í lands­kapp­ ingini, har tey hava havt mikið tógv­ ið stríð um hvør skal sita á 2. pláss, sum gevur atgongd til FM-finaluna. Stjørnan hevur verið meiri sann­ førandi liðið við fimm sigrum á rað, men VB hevur hingið væl í, tó so at tær eru falnar eitt sindur burtur ímillum í síðstuni og nú eru tvey stig aftanfyri VB. Hóast henda gongdin burdi verið ein góður mátistokkur hvussu finalu­dysturin fór at laga seg, so varð landskappingin skúgvað til viks tá ið dysturin fór ígongd. Nú um­ráddi tað steypafinaluna og sum sagt verður, so kann alt henda í ein­ ari finalu. Jøvn byrjan Einari finalu líkt vóru nervar at hóma fyrstu løtuna og valdu hvørki av liðunum at royna seg útifrá, men hinvegin heldur at spæla seg ígjøgn­um til fríar málmøguleikar. Stjørnan, sum valla kundi frásiga sær heitið sum favorittur, tók ábyrgd­ina á herðar sínar og royndi at skapa dystin frá byrjan, men tær vóru heldur ótolnar í álopspartinum og skjótt­valdu skotini kundu ikki fanga VB á skeiva beininum, sum í einari javnari byrjan tóktist at hava takið og fyri tað mesta var á odda við einum máli. Liðini fylgdust allan vegin upp til fimm minuttir fyri hálvleik, tá ið støðan var 10-10. Tá fekk VB eina sera kostnaðarmikla útvísing, sum gav Stjørnuni tvey mál, og fimm sekund fyri hálvleiksbríkslið langaði Simona Petersen – um­vegis ein verjuspælara – bóltin í netið til hálvleiksstøðuna 13-10 til Stjørn­ una. Stjørnan skein Í seinna hálvleiki fekk Stjørnan fyrsta málið og gjørdi tað til 14-10. VB fekk enn eina býtta útvísing, og – umframt at spæla ein spælari færr – fekk Stjørnan brotskast. Ein ann­ars trygg Simona Petersen mis­ nýtti tó henda gylta møguleikan at leggja seg á odda við fimm málum, og á ið tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, tók VB av til­ boðnum og minkaði niður í bara 16- 15 til Stjørnuna. Hesa løtuna hevði VB eisini ein møguleika at javna og var dysturin púra opin. Júst sum VB hevði gott tak á Stjørn­uni, fóru tær at kasta bóltar burt og loyvdu Stjørnuni at renna í mót­álop, og var hetta við til at eina sein­astu ferð leggja VB somikið langt aftur um seg, at tær ikki kundu svara aftur. Hugskot og orka vóru um at ganga undan hjá vágs­ kvinn­um, og miðskeiðis í seinna hálv­leiki hevði ein stórspælandi Simona Petersen skotið fimm mál á rað, og var tað í grundini hon, sum við sera avgerandi málum og heili 10 av slag­num helt VB aftanfyri seg. Seinnu helvt av seinna hálvleiki økti Stjørnan bara um munin og endaði við at vinna steypafinaluna 27-23 á einum VB-liði, sum stríddist væl og í løtum var tætt við at arga, men í grundini bara mátti staðfesta sín undirluta fyri einum rimmar sterkum og beinleiðis-spælandi liði úr Klaksvík. albinus@sosialurin.fo VB - Stjørnan 23-27 (10-13) VB: Gurið K. Mortensen (5) Laila Jespersen (4) Ana Lukic (4) Rannvá Johannessen (3) Una Egilsdóttir (2) Bára K. Mortensen (2) Helga E. Kjærbo (1) Svava Vestergaard (1) Útvísingar: 3x2min. Stjørnan: Simona Petersen (10) Bára S. Klakstein (5) Lovisa Lassen (5) Corina Demeterca (4) Judit Hansen (2) Una Olsen (1) Útvísingar: 4x2min.