Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Steypafinalan hjá kvinnum sigur til Stjørnuna Eftir dystin fingu vit orð á ein vón­brotnan VB-venjara, Kára Horn, sum peikaði á, at tær serliga komu at renna aftaná í seinna hálv­leiki, og at tað annars vóru ymsar orsøkir til tapið. – Ein partur av tí er rutina, og so hava vit eisini nakrar leikarar, sum ikki raka dagin í dag. Eg vil siga, at vit eru eina tonn aftanfyri allan seinna hálvleik. Tað eru kanska nervar, ið spæla inn, vísir Kári á. Hann sigur seg hóast alt vera nøgdan við silvurið, og at nøsin nú aftur verður mótvegis lands­ kappingini, har tær eru tvey stig aftanfyri Stjørnuna um at koma í FM-finaluna. – Burtursæð frá at vit ikki vunnu í dag, so hevur tað gingið øgiliga væl og vit hava møguleikan at vinna meiri, so tað er bara at bjóða av, sigur Kári Horn, sum at enda eisini peikar á góðu karm­ arnar undir finaluni, sum hann metir vera tað stuttliga við hond­ bóltinum og sum hansara lið spælir fyri. albinus@sosialurin.fo Tað var ein væl nøgdur venjari hjá Stjørnuni, Ionel Gheorghe, vit hittu eftir dystin. Vit spurdu hann, hví tað tók so leingi at renna frá VB, og hví liðið spældi so ivasamt fyrstu løtuna av dystinum. – Vit plaga ikki at byrja serliga væl. Tað tók okkum eisini tíggju minuttir at innsíggja, at vit vóru í finaluni, men eg segði við tær, at tær skuldu taka tað púra róligt og spæla við høvdinum, sigur Ionel Gheorghe og heldur, at tað var avgerandi, at leikarar hansara trúðu uppá seg sjálvar. – Um tær fóru niður við høvd­ inum, tí tað ikki gekk so væl, so høvdu vit tapt dystin. Eg bað tær um at trúgva og at halda á fram við at trúgva upp á seg sjálvar. Tað eydnaðist. Eina løtu í seinna hálvleiki eru vit langt á odda og byrja at missa fokus, men av­ gera vit dystin flott, sigur Ionel Gheorghe. Hann heldur ikki, at tað var Simona Petersen, sum avgjørdi dystin einsamøll. – Simona skoraði 10 mál og er ein góður spælari, ja, men fyri meg ræður tað um alt liðið. Í dag var tað liðið, sum vann. Gloym Simonu, sigur hann. albinus@sosialurin.fo Ionel Gheorghe: Alt liðið eigur heiðurin Kári Horn: Vit raka ikki dagin Myndir: Álvur Haraldsen