mánadagur 13. februar 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Í Eik-liguni hjá monnum er mest
sum alt avgjørt, og tað er bara í
teoriini, at Mjølnir kann sleppa upp
í part, nú FM-finalurnar spakuliga
eru við at koma í eygsjón.
Sørvingar vunnu í gjár á heima
vølli ein sera greiðan 3-0 sigur á
Fleyr, sum slett ikki er komið í
gongd í vetur, og samstundis merkir
sigurin fyri SÍ, at liðið er komið upp
á 12 stig og hevur tryggjað sær ann
an FM-finalusessin.
Á øðrum plássi er ÍF við 10 stig
um og Mjølnir er nummar trý við
fimm stigum. Mjølnir hevur enn
møguleika at vinna sær seks stig
aftrat, men skulu tey gera nakra
nyttu, so noyðist Mjølnir at vinna
allar tríggjar dystirnar, teirra mill
um ein ímóti ÍF, samstundis sum SÍ
síðsta dystardagin skal vinna á ÍF.
Alt ber til, men skuldi tað
eydnast Mjølni at sloppið fram um
ÍF, tá stigatalvan er endalig, er tað
– fyri at siga tað á góðum, gomlum
føroyskum – eitt »alle tiders come-
back«, ið skrivar seg í føroysku flog
bóltssøguna.
Finala um finalu
Mjølnir hevur hinvegin mestsum
greitt setningin í Eik-liguni hjá
kvinnum, har klaksvíkskvinnurnar
enn ikki hava so mikið sum tapt
ein dyst í vetur. Nú endaspurturin
nærkast og trý umfør eru eftir, er
Mjølnir trý stig framman fyri Fleyr
og fimm stig framman fyri SÍ, sum
tó eigur ein útsettan dyst til góðar.
Mjølnir vann fríggjakvøldið í
Trongisvági 3-0 á TB, og í gjár vann
SÍ á heimavølli sera sannførandi
3-0 á Drátti og Fleyr á útivølli vann
3-0 á Ternuni. Við øðrum orðum, so
halda tey trý fremstu væl og virð
iliga tørn og vinna, tá tey skulu gera
tað.
Mjølnir hevur dystir eftir ímóti
bæði SÍ og Fleyr, so har kann nógv
henda, umframt at tann ultimativa
finalan um at sleppa í finaluna
óivað verður í Havn sunnudagin
4. mars, tá Fleyr tekur ímóti SÍ.
Okkara boð er, at tað verður vinn
arin av tí dystinum, sum kemur
at fylgja Mjølni í FM-finaluna hjá
kvinnunum.
Hjá kvinnunum eru trý umfør
eftir at spæla, umframt at SÍ hevur
ein útsettan dyst ímóti TB hang
andi.
hilmarjan@sosialurin.fo
Menninir hjá SÍ í finaluni
Flogbóltur ÍF hevur annað beinið í mansfinaluni, meðan Mjølnir-
kvinnurnar mestsum eru í finaluni, sum verður ímóti annaðhvørt
Fleyr ella SÍ, ið skulu avgera plássið við sínamillum dysti
SØRVINGAR KLÁRIR
Við at vinna ein ógvuliga greiðan heimasigur á Fleyr í gjár, tryggjaðu menninir hjá SÍ sær pláss í FM-finaluni, sum eftir øllum
at døma verður ímóti ÍF, sum er fimm stig framman fyri Mjølnir, ið hevur seks stig eftir at spæla um
Mynd: Álvur Haraldsen
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Mjølnir
18
18
0
54
6
48
22
2 Fleyr
18
15
3
49
10
39
19
3 SÍ
17
14
3
45
9
36
17
4 Ternan
18
9
9
27
29
-2
10
5 ÍF
18
6
12
22
40
-18
8
6 Dráttur
18
6
12
20
41
-21
7
7 TB
17
3
14
13
46
-33
3
8 KÍF
18
0
18
5
54
-49
0
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 SÍ
10
8
2
28
11
17
12
2 ÍF
10
7
3
24
16
8
10
3 Mjølnir
9
4
5
15
21
-6
5
4 Fleyr
11
1
10
12
31
-19
1
10/02
TB - Mjølnir 0-3 (17-25, 14-25, 15-25)
11/02
ÍF - KÍF 3-1 (25-16, 21-25, 25-10, 25-20)
12/02
SÍ - Dráttur 3-0 (25-6, 25-8, 25-11)
12/02
Ternan - Fleyr 0-3 (14-25, 10-25, 19-25)
12/02
TB - KÍF 3-2 (25-19, 22-25, 25-11, 25-27, 15-5)
12/02
SÍ - Fleyr 3-0 (25-12, 25-15, 25-14)