Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Premier league Steve Kean til landsliðsvenjara Í Blackburn eru viðhaldsfólkini so troytt at venjaranum Steve Kean, at tey eru farin at samla undirskriftir inn, so hann kann gerast landsliðsvenjari hjá Onglandi Uppleggjarin Emmanuel Adebayor Emmanuel Adebayor er tann fyrsti leikarin at leggja upp til fýra mál í einum og sama dysti síðani Cecs Fabregas gjørdi tað í 2009 fyri Arsenal móti Blackburn. Tróndur Arge – Old Trafford Finn ein feil; Jaap Stam, Ruud van Nistelrooy, Roy Keane, Carlos Tevez, Wayne Rooney. Bara ein av hesum hevur vunnið ein stríðsdyst við mátt­mikla oddamannin í Man­ chester United, Sir Alex Ferguson. Lagnan tóktist púra greið fyri Wayne Rooney tá hann í oktobur 2010 boðaði frá, at hann ikki var sinn­aður at halda fram í Man­ chester United. Sir Alex Ferguson var ikki blíð­ ur um tíðindini og tað gjørdi hann greitt á tíðindafundi. Men bara dagar seinni og eftir nýggjar sátt­ mála samráðingar, skrivaði Wayne Rooney undir nýggjan langtíðar sátt­mála við felagið. Arvafíggindauppgerðin leygar­ dagin prógvaði júst hví Sir Alex Ferguson ikki lat hamarin falla á Wayne Rooney, tá hesin gjørdist ómøgu­ligur. Tað munnu verða fáir leikarar í úti í heiminum, sum høvdu kunna fylt skógvarnar hjá Wayne Rooney í Manchester United. Tað veit Sir Alex Ferguson og tí vildi hann undir ongum umstøðum missa Wayne Rooney. 19 Premier League móti 5 Champions League Hóast tað er kalt, so er stemningurin heitur langt áðrenn dysturin byrjar. Frostið á gonguteiginum vitnar um kalda fyrrapartin í Man­chester leygardagin. Dysturin byrjar klokk­ an 12:45 og longu tveir tímar áðrenn eru fólk at síggja kring Old Trafford og tær ymisku sølu­búðurnar. At hetta ikki bara er ein dystur millum Man­chester United og Liverpool, men eisini ein uppgerð millum Patrice Evra og Luis Suarez, sæst á fleiri av Manchester United við­halds­fólk­unum, ið ganga við maskum, sum ímynda Patrice Evra. Stutt fyri dystarbyrjan fer ein partur av Manchester United við­ haldsfólkum at veitra við skeltum, har tað stendur 19 á. Talið umboðar hvussu oftani Manchester United hevur vunnið enska meistaraheitið. Tað er eina ferð fleiri enn Liver­ pool. Aftursvarið kemur frá Liverpool viðhaldsfólkunum, sum hava tikið skeltir við einum fimm talið á við. Liverpool hevur vunnið Champions League fimm ferðir, með­an Manchester United hevur vunn­ið tað tríggjar ferðir. Tað tykist greitt, at antin hava partarnir avtalað hetta áðrenn, ella hevur annar parturin funnið útav, at hini partur ferð at gera okkurt líknandi. Tað sum var eitt sindur av skemti millum tveir kappingarneytar bleiv tó skjótt til óndan hatur. Óndur hatur Tað gongur bara ein løta eftir at bæði liðini eru komin á vøllin, at tónin broytist. Luis Suarez velur ikki at taka í hondina á Patrice Evra, men hetta er ilt at síggja á áskoðara­ plássinum. Tað sæst hinvegin at okkurt er áfat og áðrenn dysturin byrjar runga sangir um Luis Suarez og Patrice Erva á Old Trafford. – Tú er ein lorta lygnari, syngja Liverpool viðhaldsfólkini í felag og vilja verða við, at Patrice Evra hevur logið í málinum um rasismu. – Tú veitst hvat tú er, tú veitst hvat tú er. Luis Suarez, tú veitst hvat tú er, syngja Manchester United viðhaldsfólkini og saman við róp­ um sum »lorta rasistur«, so er lítið at ivast í hvat tey meina við. Tað er gott við sunnum kapp­ ingaranda millum feløg og við­ haldsfólk, men av og á er tónin so grovur frá báðum pørtum, at tað hoyrir ongastaðni heima. Fyrri hálvleikur hevði ikki nógv at bjóða upp á leikliga og sjáldan vóru spentar støður. Nærmastur var Paul Scholes, tá hann stútaði eitt innlegg frá Ryan Giggs beint á Pepe Reina í Liverpool málinum. Beint fyri hálvleik kemur rør­ ingur í. Luis Suarez er um at ger­ ast leysur, men Manchester United miðverjin, Rio Ferdinand, fær akkurát prika frá Liverpool fram­ herj­anum, sum fer umkoll. Í løtuni eftir er Luis Suarez í øðini og tá dómarin bríkslar fyri hálv­leiki smekkar hann til bóltin, sum rýkur út millum áskoðarnar og so er ilt millum leikararnar, meðan teir ganga til skiftirúmini. Rooney er munurin Í hálvleikinum hevur onkur fingið við, at leikararnir eru farnir til hendurs uttanfyri skiftirúmið og at Luis Suarez valdi ikki at taka í hondina á Patrice Evra. Meðan leikararnir koma inn á vøllin og gera klárt til seinna hálvleik royna tey flest at finna sítt setur aftur. Stemningurin er tamur meðan tey flestu seta seg til rættis og brádliga brestur bóturin í málið og áleið 72.000 túsund Manchester United viðhaldsfólk ýla og rópa av gleði. Wayne Rooney er framsíggin og endar við at standa røttu megin Sigursharrin Rooney Fótbóltur Sjáldan hevur ein maður, ið hevur avgjørt eina uppgerð millum Manchester United og Liverpool, fingið so lítið pláss í fjølmiðlinum sum Wayne Rooney. Málið millum Luis Suarez og Patrice Evra fylti ov nógv á Old Trafford leygardagin Luis Suarez velur ikki at taka í hondina á Patrice Evra, men hetta er ilt at síggja á áskoðara­ plássinum. Tað sæst hinvegin at okkurt er áfat og áðrenn dysturin byrjar runga sangir um Luis Suarez og Patrice Erva á Old Trafford Fraklendingurin er so glaður fyri sigurin eftir alt tað, ið er hent at hann velur at renna framvið helvtini av Old Trafford og fegnast. Hann heldur áfram at fegnast til hann stendur frammanfyri Luis Suarez Rokið millum Evra og Suarez gjørdi, at Wayne Rooney nærmast fekk ein frídag fyri fjøl­miðlinum sjálvt um tað var hann, ið gjørdist avgerandi munurin á vøll­inum