mánadagur 13. februar 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Glen Johnson í Liverpool brots
teiginum og flúktar bóltin í málið
úr stuttari fjarstøðu eftir horna.
Ein løtu er av álvara lív í áskoð
arafjøldini og brølini hegla oman
yvir Liverpool áskoðararnar, sum
ikki eru fleiri enn gott tvey túsund
í tali. Hesa ferð er tað sunni ítróttar
andin, ið ræður.
Minuttir seinni missur Liverpool
bóltin í uppspælinum og aftur er
tað Wayne Rooney, ið eigur avger
andi fótin. Enn eina ferð eru Man
chester United viðhaldsfólkini á
gosi. Maðurin, ið er uppvaksin í
Liverpool býi, hevur søgt og sløkt
Liverpool fyri hesi ferð.
Suarez minkar um munin
Stutt fyri tíð minkar Luis Suarez
um munin eftir at Manchester
United verjan ikki megnar at rudda
vekk eftir frípark. Eina løtu kemur
lív í Liverpool viðhaldsfólkini aftur
og tey hava eina lítla vón um at fáa
okkurt við aftur til Liverpool.
Tað eydnast ikki og dómarin
bríkslar fyri seinastu ferð við støð
uni 2-1 til Manchester United og
Patrice Evra.
Fraklendingurin er so glaður
fyri sigurin eftir alt tað, ið er hent
at hann velur at renna framvið
helvtini av Old Trafford og fegnast.
Hann heldur áfram at fegnast til
hann stendur frammanfyri Luis
Suarez. Tað endar aftur við, at leik
arar gerast óðir og tað smittar eisini
av á áskoðarafjøldina.
Stemningurin á Old Trafford ger,
at løgreglan og trygdarfólkini velja
ikki at lova Liverpool viðhalds
fólkunum út fyrr enn góðar tjúgu
minuttir seinni.
Avgerðin er helst tann rætta,
tí tað eru nógv óð fólk, ið uppføra
seg sum smábørn og hótta og arga
hvønn annan. Ein vaksin maður
gevur tekin til ein annan um at teir
kunnu møtast uttanfyri og berjast.
Tað er sjálvandi bara tóm orð, men
tónin er ikki blíður.
Suarez er skammiligur
Sir Alex Ferguson var í øðini eftir
dystin. Hann kallaði Luis Suarez
fyri skammiligan og metti at
Liverpool skuldi selja framherjan.
Bretska blaðið, Daily Mirror, skrivar
í dag á baksíðuni, at Liverpool hevur
ætlanir um at selja framherjan úr
Uruguay.
Fyribils tykist tað ósannlíkt, men
Luis Suarez hevur sett Liverpool,
Kenny Dalglish og eigararnar av
felagnum í eina torføra støðu.
Tað hevur Luis Suarez eisini skilt,
tí um middagsleiti í gjár kom hann
við eini umbering umvegis heima
síðuni hjá Liverpool. Umbering var
ikki beinleiðis fyri rasismu málið,
men heldur fyri ikki at hava tikið í
hondina á Patrice Evra.
Liverpool
venjarin,
Kenny
Dalglish, var heitur í løtuni eftir
dystin og kom eisini við eini umber
ing fyri at hava lagt ov nógv fyri í
samrøðu við Sky Sports.
Ítróttarskrivarar
í
Onglandi
stóðu sunnudagin í kø fyri at for
døma háttin, ið Liverpool, Kenny
Dalglish, og Luis Suarez hava taklað
málið. Teir eru tó á einum máli um,
at umberingin hjá Luis Suarez er
týdningarmikil og nú kunnu øll
koma víðari frá hendingini.
Rokið gjørdi, at Wayne Rooney
nærmast fekk ein frídag fyri fjøl
miðlinum sjálvt um tað var hann,
ið gjørdist avgerandi munurin á
vøllinum.
Hendingarík vika
Farna vikan hevur bjóðað upp á
nógv ymiskt. Fyrst varð Harry
Redknapp fríkendur fyri ákærur um
at hava flutt pengar til eina konto í
Monaco við tí fyri eyga at snýta í
skatti. Stutt seinni legði enski lands
liðsvenjarin, Fabio Capello, frá sær.
Hann kundi ikki góðtaka, at leiðslan
í enska fótbóltssambandinum tók
liðskiparabandið frá John Terry,
sum skal í rættin eftir EM enda
spælið í summar, ákærdur fyri
rasistiskan málburð.
Harry Redknapp er stórfavo
rittur at taka yvir eftir Fabio
Capello, men hann hevur eitt
dreyma starv í Tottenham í løtuni.
Roberto
Mancini
boðaði
í
vikuskiftinum frá, at tað ikki er
óhugsandi at Carlos Tevez spælir
aftur fyri Manchester City. Hann
kemur til Ongland týsdagin eftir
at hava verið burturstaddur í
Argentina í fleiri vikur. Kravið er, at
hann skal biðja Roberto Mancini og
Manchester City um umbering.
Vikuskiftið í stuttum
Manchester
City,
Manchester
United og Tottenham vunnu øll
sínar dystir um vikuskiftið. Joleon
Lescott skoraði einsamalla málið
fyri Manchester City í útidystinum
móti Aston Villa í gjár. Tottenham
vann heili 5-0 á Newcastle á White
Hard Lane. Emmanuel Adebayor
legði upp til fýra mál og skoraði
sjálvur tað fimta. Louis Saha, sum
varð keyptur í januar frá Everton,
skoraði tvey.
Theirry Henry hevur helst spælt
sín seinasta dyst í Premier League,
nú leigi sáttmálin millum Arsenal
og New York Red Bull gongur út
mitt í vikuni. Hann takkaði fyri
seg sum tann hetjan hann er fyri
Arsenal viðhaldsfólk, við at skora
avgerandi málið í útidystinum móti
Sunderland.
Chelsea venjarin, Andre Villas-
Boas, er eftir hondini ein kroystur
maðurin. Liðið hjá honum tapti 2-0
móti Everton. Dailymail skrivar
í dag, at leikararnir eru í øðini tí
hann hevur frátikið ein frídag fyri
at gera eyka venjingar.
Í botninum vann Wigan ein ein
týdningarmiklan sigur á Bolton,
men liggur framvegis niðast.
trondur@sosialurin.fo
Enska Barclays Premier League
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
mál
stig
1
Manchester City
25
19
3
3
64-19
60
2
Manchester United
25
18
4
3
61-25
58
3
Tottenham
25
16
5
4
49-25
53
4
Arsenal
25
13
4
8
48-35
43
5
Chelsea
25
12
7
6
44-31
43
6
Newcastle
25
12
6
7
36-36
42
7
Liverpool
25
10
9
6
29-23
3
8
Norwich
25
9
8
8
37-41
35
9
Sunderland
25
9
6
10
34-26
33
10 Everton
25
9
6
10
26-27
33
11 Swansea
25
7
9
9
28-32
30
12 Fulham
25
7
9
9
31-36
30
13 Stoke
25
8
6
11
24-38
30
14 West Bromwich
25
8
5
12
29-35
29
15 Aston Villa
25
6
10
9
29-34
28
16 Queens Park Rangers
25
5
6
14
27-44
21
17 Blackburn
25
5
6
14
37-56
21
18 Wolverhampton
25
5
6
14
28-49
21
19 Bolton
25
6
2
17
29-51
20
20 Wigan
25
4
7
14
23-50
19
Premier league
City skorar í seinna hálvleiki
Manchester City hevur skotið 63 mál í hesum
kappingarárinum. 21 í fyrra hálvleiki og
tvífalt so nógv, 42, í seinna hálvleiki.
Kendir brotssparksbrennivargar
Trý brotsspørk blivu brend í finaluni í Afrika Nations Cup millum
vinnarnar Zambia og Fílabeinsstrondina. Didier Drogba, Gervinho
og Kolo Toure brendu. Allir spæla í Premier League.