mánadagur 13. februar 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Í dag eru tvær vikur, síðani Ingi
Olsen flutti til Nuuk, har hann hev
ur ein gerandisdag í grønlendsku
deildini hjá BankNordik og annars
bara skal fáa tíðina at ganga í frí
tíðini, tí restin av familjuni kemur
ikki yvir fyrr enn í summar, tá
betur liggur fyri hjá børnunum at
skifta skúla.
Men tað tók ikki 43 ára gamla
vestmenninginum langa tíð at
finna seg til rættis, og longu nú er
hann knýttur at øðrum av hond
bóltsfeløgunum í Nuuk, GSS.
– Eg valdi hetta felagið, tí her
eru bara grønlendingar, so tað helt
eg vera eitt sindur meira áhugavert
og spennandi. Í hinum felagnum
spæla danskarar og kanska eitt
sindur eldri grønlendingar, greiðir
Ingi frá í telefonini úr Nuuk.
– Sjálvt um stutt er fráliðið, so
er støðan longu nú tann, at eg havi
spælt ein dyst, eri sjálvur givin at
spæla og eri nú venjari hjá GSS.
Frammanundan vóru tað tveir av
spælarunum, ið tóku sær av venj
ingini, men tá vit høvdu tosað
eitt sindur aftur og fram, bóðu
teir meg standa fyri venjingini, so
teir burturav kundu hugsa um at
spæla.
Sum nú er, spælir liðið hjá Inga
eina býarkapping, sum fevnir um
vinardystir ímóti hinum felagnum
í býnum, sum eitur NÛK, men
sjálv kappingin um grønlendska
meistaraheitið verður í Ilulissat frá
16. til 22. apríl og fevnir um seks lið:
Nagdlúnguaq úr Ilulissat, Norsaq
HC úr Aasiaat, SAK úr Sisimiut,
K-33 úr Qaqortoq og so tey bæði
feløgini úr Nuuk, GSS og NÛK.
Staðið á skíðum
– Spælararnir í GSS eru fyri tað
nógva rættiliga ungir spælarar, og
teirra millum eru fleiri landsliðs
spælarar. Tá teir tosa millum sín, er
alt á grønlendskum, men allir skilja
og tosa danskt, so tað er eingin
trupulleiki hjá mær at samskifta
væl og virðiliga við allar, sigur Ingi,
ið letur væl at hópinum, hann hev
ur at ráða yvir.
– Eg vil siga tað soleiðis, at teir
bestu í GSS eru rættiliga góðir, og
um eg skal samanbera við føroysk
viðurskifti, so vildi eg hildið, at einir
tríggir ella fýra av teimum sum
einki høvdu staðið seg væl í bestu
mansdeildini heima í Føroyum.
Sum sagt, eru bara tvær vikur
lidnar, síðani Ingi kom yvir til
Grønlands, men longu nú hevur
hann merkt stóra, grønlendska
blíðskapin, og í allar mátar kennir
hann seg øgiliga væl móttiknan:
– Til stuttleika kann eg nevna,
at fleiri av spælarunum í GSS hava
bát, so teir hava longu nú tosað um
at bjóða mær við á veiðiferð, tá tað
aftur fer at viðra til tað. Akkurát nú
er fjørðurin fullur av toski, so um
eg vil, kann eg saktans fáa frítíðina
at ganga. Eisini havi eg staðið eitt
sindur á skíðum, so tað er bara
heilt stuttligt at sleppa at royna eitt
sindur og kanska læra okkurt nýtt,
sigur Ingi Olsen.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fyri tveimum vikum síðani setti
Bjørk Herup Olsen við tíðini
9.59,91min nýtt føroyskt met
á 3000m-teininum í kapping í
Pennsylvania í Amerika, har hon
nú býr. Hon gjørdist tá somu
leiðis fyrsta føroyska kvinnan, ið
rann hendan teinin upp á undir
tíggju minuttir.
Nú
hevur
Bjørk
Herup
Olsen aftur sett nýtt met. Hesa
ferð á 5000m-teininum, tá ið
hon um vikuskiftið í kapping
í Ohio rann teinin við tíðini
17 minuttir og 12,75 sekund og
harvið kutaði góð 28 sekund
av gamla metinum, sum hon
sjálv setti á Oyggjaleikunum
á Isle of Wight í summar.
Næsta kapping hjá Bjørk verður
í statinum Alabama um tvær
vikur.
albinus@sosialurin.fo
Tróndur Arge
Arsenal-vongurin, Gervinho, brendi
tað, ið vísti seg at verða avgerandi
brotssparkið. Talan er um eina
sensatión, at Zambia vinnur kapp
ingina.
Einki mál kom í vanligari leiktíð.
Besta møguleikan hevði Chelsea-
framherjin, Didier Drogba, tá dóm
arin bríkslaði fyri brotssparki til
Fílabeinsstrondina. Didier Drogba
rakti tó bóltin illa, sum fór langt
uppum.
Tí varð neyðugt at fara til
brotssparkskapping. Hóast brots
sparkspletturin ikki gjørdi tað lætt
hjá teimum, ið skuldu skjóta, so
vóru tey flestu spørkini væl skotin.
Millum annað valdi Didier Drogba
at royna eina ferð afturat og skoraði.
Tíggju tey fyrstu fóru í mál. Fimta
skotið hjá Zambia skeyt málmað
urin hjá teimum. Eins og teir undan
honum, skoraði hann trygt.
Manchester City-miðverjin, Kolo
Touré, brendi 15. brotssparkið, men
Zambia tók ikki av. Síðani brendi
Grevinho 17. brotssparkið, og hesa
ferð tók Zambia av og skoraði av
gerandi brotssparkið, ið útnevnir
teir til afrikanskar meistarar.
Mali vann bronsuna eftir at teir
vunnu dystin um triðja plássið 2-0
ímóti Ghana.
trondur@sosialurin.fo
Bjørk við enn
einum meti
Ingi longu venjari í Nuuk
Hondbóltur Ingi Olsen er fallin væl til í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, har hann
er farin upp í hondbóltin og longu nú er venjari hjá øðrum felagnum, GSS
GJØRDI SKJÓTT AV
Síðsta sunnudag spældi Ingi Olsen við GSS ímóti NÛK, men longu nú hevur hann tikið við sum venjari hjá GSS
Mynd: Leiff Josefsen/Sermitsiaq
Savnsmynd
Zambia meistari í Afrika
Fyrrverandi Brøndby-áleyparin, Chris Katongo, er liðskipari
hjá Zambia. Her stendur hann við steypinum.
Fótbóltur Zambia vann sunnukvøldið African
Nations Cup eftir brotssparkskapping. Tað skuldu
18 brotsspørk til áðrenn vinnarin varð funnin