Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 23 væl umtókt felag!!! Náh, av hvørjum? Og hvør sigur, at fe­lagið var populert? – Frá 70´unum minnast vit onnur annars bara, at man tókti synd í teimum og roknaði teir fyri ein minoritet av sekteriskum politiskum ólukkudýrum, sum intellektuelt vóru vilst í kommunistiskum mjørka­ támi. Øll hesi banalu, men eisini basalu fakta um úti­ setaorrusturnar átti Páll at havt analyserað grundigari fyri at fata, hvussu lítið samband hesir menninir høvdu við tann reella ger­ andis­dagin á okkara planet. Hóast teir politiskt sveimaðu við ekponentiellari ferð út í galaktiska eskapismu, so ætlaðu hesir politisku analfa­betar sær heim at »frelsa« og belæra føroyingar um politikk!!! Føroyskir avleggarar og klichéir Longu síðst í 60´unum vóru nakrir heilt fáir heima­før­oyingar saman við heim­vendum útisetum farnir at skipa fyri einari kommunistiskari filial í Føroyum. Men Kjartan Hoy­dal, sum kom heim í 70´unum vildi heldur hava eina serføroyska deild, og hon fekk tað eleganta navn­ ið OFML. Henda deild­in bleiv maoistisk og national­ ist­isk frá fyrsta degi av, kvetti heilt við Moskva og for­lovaði seg við Peking beinanvegin. Demokrati var lagt fyri hatur! Kjartan, sum ofta hevði havt tað proble- matiskt við at argumentera móti sínum egna ættarliði, treivst væl millum teir ungu bláoygdu hvølparnar í OFML, sum viljaleysir eltu hann. Óvitar, sum vraka kon­struktivar autoritetir, leita sær skjótt ein nýggjan destruktivan autoritet! Hjá hesum dreingjaliði búnaðist tann groteski tankin, at teir sam­an við Kjartani skuldu taka valdið í Føroyum við vápna­megi, tí tann demo­ krat­iska leiðin var for stræv­ in og langrøkin. Og sum so ofta fyrr (t.d. í 30´unum), so leit­aðu hesi føroysku høsnarhøvdini sær hjálp úr Norra. Kjartan var sum aðrir reyd­lingar religiøst fanat­iskur í sínum stríði við løgmann. Ein tesa var, at man alla tíðina skuldi søkja eftir konfronta­ tión! T.d. løgdu Kjartan og OFML-dreingir løgmann undir at vilja dragsa Føroyar inn í EEC, hóast Atli júst tá samráddist við Bruxelles og Kjøpinhavn um eina serstøðu fyri Føroyar. Fyri at viðka um ta lítlu sektina OFML etableraðu menn Fólkafylkingina móti EEC, men sjálvt dølskir eyg­ leiðarar varnaðust skjótt, at fylkingin var heilt domi­ nerað av OFML og norskum reydlingum, so her stungu hógvarnir for sjónliga undan hjá Kjartani. Men hann hevði eisini aðrar ósympatiskar dupultrollur um somu tíð. Hann var jú embætis-maður í Føroyum, men luttók kortini illoyalt og í kommunistiskum vápna­venjingum í norskum komm­unist­legum við tí fantasileysa dulnevninum »Poul«. Hetta vita tey flestu av teimum eldru, men nú skrivar Páll í síni bók, at legan slett ikki hevði nakað militert enda­mál, og kommunistiska treningin var bara fimleikur og sakleyst spølni! Hetta er sera naivt av Pàlli, tí vit vita, at OFML-dreingir í síni stevnuskrá skrivaðu, at teir droymdu um og ætlaðu eina diktatoriska valdtøku av tí føroyska samfelagnum. Hví var legan t.d. loynilig? Eingin trýr uppá, at teir bara gjørdu meinaleysan fimleik saman við reyðum norskum kollegum. Tað stendur fast, at hesin marxistiski »fimleikur« var lið í einum sjúkum politiskum plani. At teir so royndust sum ússaligir amatørar, fríkennir teir ikki fyri teirra søguligu og politisku ábyrgd. Og tann ábyrgdin er tung at bera. Í øðrum londum høvdu slík­ ir nalvungar verið mettir sum landasvíkjarar. Aft­ ur­við embætis- og komm­ unistaaktivitetinum fekst Kjartan eisini við dilet­tant­ iskt skaldavirksemi. Hann skrivaði tann láturliga lætti­soppa-sjónleikin, »Fær­ inger frænder« saman við Hans J. Debes og danska vinstrasocialistinum, Arne Skovhus. Leikurin varð spældur á Fiolteatrinum í Kjøpinhavn og var grunn og ovurnationalistisk útspilling av Danmark. Nógvir útisetar vamlaðust við leikin, men fáir vistu, at tað eina skaldið um næstan somu tíð brynjaði seg til vápnaleik og terrorista-legur í Norra. Allarsíðstu og kanska mest schizofrenu dupultrolluna fekk Kjartan, tá ið hann beint aftaná, at hansara kæri Berlinmúrur raplaði, fór uppí oljukapitalismuna saman við Poul Mohr. Um hetta mundið var Ed­ mundur Joensen meira social­istur enn KH, tí EJ vildi lata tað almenna stýra oljuídnaðinum, men KH slóðaði heldur vegin fyri privatkapitalistum og saboteraði ætlanina hjá Edmundi. Fá ár framm­an­ undan vildi Kjartan sorla alt kapitalistiskt virksemi og beina fyri olju-feløgum saman við Eriki Sigsgaard. Hvar er tann principielli munurin millum teir vilstu Kjartans-hvølparnar í OFML og so tey í Brigade Rosso? Errare humanum est, sed perseverare turpe Man skuldi trúð, at tað var eitt mark fyri, hvussu ofta og hvussu nógv fólk kunnu blamera seg og taka feil søguliga. Men reydlingar blivu við og framtúraðu í sínum mistøkum í ára­ vís. Hesir strævnu sam­ felags­kritikarar fingu tíbetur aldrin sín vilja, og teir fingu heldur ikki rætt í nøkrum av sínum naivu profetium. Alt stríðið, alt orðaskvaldrið og allur aktiviteturin hevur verið til fánýtis! Men fyrst noyddust teir gjøgnum alla rununa og nógvan ideologiskan mjørka. Í dag sita teir lýgg­ir sum »hampamenn« á yms­ um rókum í tí borgarligt kapitalistiska samfelagnum, sum teir vanvirdu og vildu forkoma. Tað er ikki óinte­ ressant, men at summir av teimum eru komnir at sita í almennum størvum sum samfelagsanalytikarar er ein provokatión móti allari sunnari fornuft! Júst á sam­felagsøkjum eru hesir menn dumpaðir og hava dokumenterað sína ómegd, sín manglandi kunnleika og sína ódugiligheit. Hevði kanska nakað annað sam­ felag góðtikið, at tann fyrrv. OFML-limurin, Herman Oskarsson, fonglast við hagpolitiskum analysum? Hevði man funn­ið seg í Jógvani Mørkøre sum politiskum eygleiðara og undirvísara? Ella tí al­ banskt-frelsta Rana Nolsøe sum ígongdsetara? Fyri ikki at nevna tann stór-mani­ pulerandi Kjart­an Hoydal sum samfelags­møsn­ara í bløð­unum? Men hóast hesir menn hava kom­promitterað seg við astronomiskari di­men­sión, so eru teir so skamm­leysir, at teir kortini framvegis bjóða seg fram sum økonomisk og politisk orakul. Tað er sjáldsama ósmæðið! Teir áttu at gingið spakuliga við hurðunum, men teir fram­túra og blíva við at plága við sínum in­ kompe­tentu analysum og tvangs­tankum. Tað er rættu­liga barokt, at Páll hevur latið seg misbrúka til at skammrósa einum manni sum juristinum D.P. Danielsen. Tað mest origi­ nala við honum vóru tær stuttu buksurnar, sum hann tvass­aði runt í á gamals­ aldrinum fyri at undirstrika sín seinpubertet, meðan hann prædikaði fyri teimum OFML-disciplunum, sum tímdu at lurta eftir honum. Veit Páll slett ikki av, at DPD í síni tíð á Løgtingi var tiltikin høgravendur og ikki fór at sverma fyri kommunismu, fyrr enn nógv seinni í lívinum. Í staðin fyri at blanda tann perifera Wurmbrand og kvinnufylkingar uppí reyd­lingasøguna, átti tann bagatelliserandi og næstan glorificerandi Páll heldur at havt dissikerað tær stupidu og arrogantu meldingar, sum m.a. komu frá heimvendum K.Ú.arum, og hann átti at ansa eftir, at hann ikki let­ ur seg manipulera av reyd­ lingunum sjálvum, ti teir siga sína vanæriligu søgu, sum allarbest. Tað er gott, at bókin er komin, men hon treingir til sterka revi­sión! Størsti veikleikin við bókini er, at Páll trýr, at teir sum sjálvir hava prædikað, og teir sum sjálvir hava missionerað, og teir, sum sjálvir hava sitið á vekilsisfundunum og teir, sum sjálvir hava valt dag­ sins tekst kunnu vitna um sjálva sektina. Vit kunnu gott fyrigeva teimum, at teir tóku feil og dummaðu seg ferð eftir ferð, men vit kunnu ikki fyrigeva teimum, at teir fram­vegis troysta sær at fuska í tí politiska fakinum. Á kyndilsmesssu 2012 … Teir studentikosu reydlingarnir (framhald) Nakrir spurningar til Havstovuna í samband við samrøðuna sum Út­ varp Føroya hevði við Jan Arge Fiskifrøðing, um makrel, tann 9 februar 2012. Samrøða snúði seg um hvørja ávirkan, ið makrelur hevur ella kann hava á botn­fiska­ stovnarnar undir Før­ oyum. Evnið er sera við­komandi, og tí er sam­ røðan líkaso áhugaverd. Ført verður fram í samrøðuni, at tað er einki, ið týður uppá, at makrelur hevur nakra beinleiðis ávirkan á tosk, hýsu og upsa undir Føroyum. Beinleiðis ávirkan í hesum før­ um sipast helst til, at makrelur ikki etur yngul av hesum fiska­stovn­ um. Skal seinri í vikuni venda aftur til hetta við at makrelurin ikki ávirk­ ar tosk, hýsu og upsa. Undir samrøðuni segði Jan nakað annað, sum var sera áhugavert. Hann segði: »Vit hava havt ár, har tað hevur verið nógv nebbasild og eisini makrelur og tað mótsatta«. Hetta er sera áhuga­ verd upplýsing. Av tí at henda upplýsing ikki hevur verið frammi fyrr, so er neyðugt at spyrja meira nágreiniligt inn til evnið. • Hevur Havstovan ver­ið varug við nógv­ an makrel og nógva nebbasild í før­oysk­ um sjógvi sam­ stundis? • Hvørji ár snýr hetta seg um? • Hvussu vóru makrel­stovn­urin og nebbasilda­stovn­urin fyri, tá ið »tað mót­ satta« var tilfeldið? • Hvussu vóru kann­ ing­arnar gjørdar, ið vístu á nógva makrel­ in? • Hvussu stórur var fiskiskapurin av makreli í føroyskum sjógvi hesi ár? • Er henda vitan nýtt í samband við fiski­ vinnu­sam­ráð­ing­ arnar um makrelin? • Er henda vitan fram­ løgd fyri Føroya fólki? • Hvar kunnu upp­ lýs­ingar fáast til vega um hesi ár við nógvum makreli og nógvari nebbasild í føroyskum sjógvi Her eru sera nógvir spurn­ingar, ið politikara og almenningurin eiga at fáa svar uppá, nú makrel tjakið er frammi. Spurningar til Havstovuna Meinhard Jacobsen Msc Fiskivinnutøkni