Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Matur, gerandisvørur og tænastur kosta alt ov nógv, og tað má blíva bíligari at virka og liva her. Hetta er álvarsmál fyri gerandisdagin og trivn­aðin hjá familjum, og fyri kappingarførið hjá vinnuni. Løgtingið fer nú enn einaferð at við­gera eitt uppskot um politisk tiltøk, sum kunnu lækka kostnað­ ar­støðið. Seinastu tingsetu legði Tjóðveldi fyri Løg­ tingið uppskot til sam­ tyktar um at útgreina orsøkir til høga kostn­ aðin á vørum og tænast­ um og at fáa sett í gongd neyðug átøk, fyri at gera tað bíligari at búgva í hesum landin­um. Rig­ mor Dam og Javn­aðar­ flokkurin hava nú lagt fram eitt líknandi upp­ skot. Fremstaplássið Kanningar hava fleiri ferðir staðfest, at Før­oy­ ar teljast millum dýrastu lond í Evropa. Ein kann­ ing hjá Hera á Rógvi gav okkum ivasama heið­ urin á fremsta plássi, sum tað allar dýrasta landið. Hevði satt at siga roknað við, at Norra lá stavnin ella bátslongd frammanfyri, tí norskir matprísir eru øðiligir, fyri ikki at tala um býlis­ prísirnar har. Men hvussu víkir og vendir, so skal ein før­ oysk familja veruliga kýta seg. Har inntøkan er lág, er tað ein veruligur kampur, at fáa endarnar at røkka saman, tá mat­ur, streymur, olja, stovns­pláss, lán, ben­sin v.m, skulu gjaldast. Har­ um­framt er tað ófatu­liga kostn­aðar­mik­ið at ferð­ ast. Einki er at ivast í, at høgu ferða­seðlaprísirnir skerja hugin hjá fólki at flyta til Før­oya, og tað eggjar ikki júst vinnum at byggja sínar høv­uðs­ støðir her. Nýggju heimildirnar hjá Húsalánsgrunninum, sum Tjóðveldi saman við Sambands- og Javn­ aðarflokkinum fingu framt beint fyri valið, fara vónandi at gera tað møguligt við bíligari bústaðarfígging. Men nógvir tættir eru eftir. Gylta høvið Áðurnevnda kanning setti fokus á prís á vør­ um, tænastum, býli, rentustøði við meira, og Tjóðveldi helt tað vera eitt gylt høvi hjá lands­ stýri og Løgtingi í felag at taka næsta stigið og fáa lýst týdningarmestu orsøkirnar til høga kost­ naðarstøðið og at semj­ ast um politisk átøk, sum kunnu broyta gongdina. Uppskotið varð ikki samtykt, men, tað var nær við - restaði bert hin eina atkvøðan. Javn­aðarflokkurin átti tá at­kvøður bæði fyri og tíverri eisini ímóti. Men, uppskotið er ikki minni aktuelt nú, ið tey, sum frammanundan venda hvørjari krónu, ikki fingu lut í umleggingini til flatskatt. Tí er tað kærkomið aftur á borið, og skal eg gera mítt í vinnunevndini fyri, at tað vinnur frama. Bíligari at liva í Føroyum Bjørt Samuelsen tingkvinna,Tjóðveldi Kjak Farin frá einari sosial-libe­ ral­ari til eina høgraradikala kós. Skattalættar, sum m.a. kundi verið nýttir til m.a. sjúkra­húsviðgerð innan- og uttan­lands - til skúlar frá Fróðskaparsetri til mið­nám- og fólkaskúlar til dag­stovna­ økið - til ellis- og røkt­ar­heim - til havnir, vegir og tunlar - til trygd á landi og sjógvi - til vaktar- og bjarg­ingar­ tænastuna - til eftirlønar­ bátar - til alternativa orku og orkusparandi tiltøk bæði í almenna og í tí privatu rúmunum - til lestrarstuðul og bíligari ferðir innlanda og millum Føroyar og onnur lond - til íverksetan og til lesnað, ið vit sum land og fólk hava brúk fyri, men sum ikki finst frammanundan t.d. kinesiskt. Hetta er tað, sum rann framm fyri meg, meðan eg skrivi, so óiva kundi annað og meiri verði nevnt sum nakað, ið átti at fingið eina fíggjarliga innspræning til gagn fyri vælferðarsamfelagið, og har­ við til gagn fyri okkum øll, sum liva og virka og sum í framtíðini skulu liva og virka í Føroyum. Fyri heildina. Men skattalættin fer í stórum nøgdum í fóðrið hjá teimum, ið minst hava brúk fyri tí, meðan tey, ið allarmest hava brúk fyri lætta og nøkrum kærkomnum krón­ um eru við sviðið soð, sam­ stundis sum nógv verður fyri ongum ella spart inn á bein. Ei undur í, at danir, ið sjálvir hava stórar fíggjarligar trupulleikar at dragast við heima við hús, bert rista við høvdinum, tá Kaj Leo kemur við hattinum, tí teir vita alt um fíggjarliga óskilið á skattaøkinum og droyma ikki um at fíggja skattalættar til ríkmannabjølgar. Og tað er væl skiljandi. Tí hvat høvdu vit sagt, um støðan var hin øvugta? Fúl skomm og til stóran skaða fyri okkum sum fólk at hava tílíkar leiðarar, ið bera seg at sum forkelaði og órímulig børn. Sambandsflokkurin hevur sostatt gingið á odda og givið føroyska fólkinum ikki eitt, men tvey álvarslig høgg. Fyrsta høggið var fóðringin av ríkmannabjølgunum við pensiónsmilliónunum, og næsta høggið var skommin, tá løgmaður strekti hattin framm og bað om olmussu, og danir vístu honum reyv, tí teir vistu hvønn fíggjarpolitik hann framdi: ein higartil ikki áður - í samlaða danska kongaríkinum -sæddan líka. At Kaj Leo á hendan hátt skuldi blíva maðurin, ið fekk sett dupultlás á danska pengakassan, hevði ongin kunnað droymt um bert fyri fáum mánaðum síðani, men soleiðis er tað blivið takka verið Jørgeni, sum fekk lokkað Kaj Leo út í tann politiska kyksendan. At vanlig sambandsfólk vilja standa model til tílíka ósam­bandska framferð er, sum maðurin segði á sinni, heilt óbegríbuligt. Tí tey, ið fremja dagsins sam­ bandspolitik , mugu vera eitt nýtt slag av sambandsfólki: eitt høgraradikalt krydsn­ ings­úrslit gjørt av fólkafloks- og sambandsfólki í loynd­um helst á náttartíð. Tí myrkur­ sins gerðir eru tiltiknar og ikki av tí góða. Ið hvussu so er og ikki, so mugu vit, ið eru komin nakað til árs, viðurkenna, at mong av sambandsfólkunum - tann tíð tað var -vóru bæði heiðurlig og menniskjanslig, og flest øll hildu seg til eina sosial-liberala kós sjálvt um nøkur hildu seg til tað konservativu. Alt í alt, fólk mann kundi respektera og taka hattin av fyri, sjálvt um mann ikki var samdur við teimum í øllum. Men hvat hendir nú - aftaná at Jørgin er vorð­in yvirstýrimaður á sambands­ skútuni? Hví fær hann loyvi til at níta sambandsflokkin á jøvnum føti við fólkaflokkin at sorla vælferðarsamfelagið við. Sambandsflokkurin hev­ur hóast alt verið við til at byggja upp føroyska vælferðarsamfelagið, eisini í tógvum stríðið móti teim høgraradikalu, sum eru stovnaðir fyri og frá fyrsta degi hava virkað fyri at knúsa alt, ið bert luktar av ella ber brá av sosialum tiltøkum fyri fjøldina. Teirra fyrimyndir hava altíð verið ytsta høgra við tilhoyrandi fanansskapi fjaldur undir høgrareligiøsum kávalæti. Sum onkur plagar at taka til: Kristus í skjøldrinum - men Fanan til ráðgeva. Tað er lítið trúligt, at sambandsfólk sum heild fara at stuðla teim­um høgra­ radikalu í teirra nið­ur­brót­ing av vælferðar­sam­felag­num til frama fyri einum stætta­sam­ felaga við yvirføroyingum og undirføroyingum. Bæði tí tað hugsjónarliga bíður teim­um ímóti, men eisin tí at henda høgraharkaliðskósin sjálvandi fer at skapa støðugt harðari samanstoytir millum yvir- og undirføroyingar. Sam­an­stoytir sum ongin í longd­ini vil fáa gagn av. Vónandi kann sam­ bandska fótfólkið steðga skeivu gongdini, áðrenn vassað er ov langt út og trupult verður at vinna upp land aftur. Tað hevði tænt teimum bæði til heiður og æru. Sambandsflokkurin farin av sporinum Dagfinnur Danbjørg Tvær og ein hálv mia. millum vinir Petur Mohr Dam valevni til Umboðsráðið Ein kendur viðmerkjari spurdi í sambandi við søluna av Føroya Banka “Hvat er ein miljard millum vinir?” Í hesum døgum, nú val er til Umboðsráðið fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna, er pass­andi at spyrja, hvat tvær og ein hálv mia. eru mill­ um vinir. Hendan ør­andi upphædd er tað, sum egin­ ognin hjá TF-sam­takinum er vaksin til í dag. Kundarnir eiga TF-Holding Kundarnir hjá Trygg­ingar­fe­ lagnum Føroyum eiga sam­ stundis TF-samtakið og hesa eginogn, men tað er ein lítil afturlatin klubbi, sum tekur allar avgerðir viðvíkjandi hes­um ognum. Spurningurin er so, um hetta bert eru tvær og ein hálv mia. millum vinir ella, um eigararnir eisini hava gleði av hesum nógvu pengum. Kundarnar eiga framyvir at fáa fyrimunin av, at teir eru eigarar av hesi stóru egin­ogn. Er tað neyðugt, at trygg­ ing­argjøldini sjálvvirkandi hækka á hvørjum ári við