mánadagur 13. februar 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hóast Framsókn heldur
lítið um politiska grund
arlagið undir landsstýris
samgonguni, kunnu vit
saktans viðganga, at tað
glógvar meira í summum
landsstýrisfólkum enn í
øðrum. Soleiðis er vinnu
málaráðharrin,
Johan
Dahl, av álvara um at fáa
fatur í rætta endanum
í
fiskivinnumálum,
meðan tað sama ikki
kann sigast um Jákup
Mikkelsen, landsstýris
mann í sjeyndahvørjum
fiskivinnumáli.
Í Framsókn eru vit
púra samd við Johan
Dahl um støddina á tí
tilfeingi, sum er í før
oyskum
sjógvi.
Vit
eru eisini samd um,
at møguleikarnir fyri
virðisøking eru øgiliga
stórir, og tað er púra
sjálvsagt,
at
vinnan
rindar eitt munandi til
feingisgjald. Hetta er
beint í tráð við valtema
okkara um, at vit skulu
byrja við tilfeingisgjaldi
á nývunnin rættindi,
sum eingin okkara átti
til fyri stuttum.
Í
eini
desperatari
roynd at lata vinnuna
sleppa undan tilfeingis
gjaldi hava summi róð
framundir, at tað er
ikki rætt hjá landinum
at taka sær inntøkur,
sum
eru
óvissar
ár
undan ár. Til hetta er
at siga, at hetta er ikki
verri fyri landið enn
fyri vinnuna, treytað
av, at vit samstundis
hava politikkarar, sum
ikki brúka inntøkurnar
til kodda, men tora at
nýskipa og rationalisera
almenna raksturin. Í
Framsókn vænta vit,
at vit hava atgongd til
stór
uppsjóvarvirði
í
fleiri ár frameftir, men
skuldi talan verið um
”óvæntaðar”
inntøkur,
so skulu tær undir øll
um umstøðum koma
eigaranum – øllum fólk
inum – til gagns eins væl
og vinnuni.
Framsókn tekur eis
ini undir við, at makrel
kvotan verður býtt til
ymsar skipabólkar, so
alt
samfelagið
eisini
kann fáa vinnuligt gagn
av uppsjóvarvirðunum,
og vit kunnu forða fyri,
at ójavnarnir millum
fiskimenn, reiðarar og
arbeiðsfólk á landi innan
ymsu vinnugreinarnar
gerast enn størri, enn
teir longu eru.
Hesi atlit eiga at
verða nøkur av fleiri,
sum vit vísa, tá vit í
næstum
skulu
taka
telgja til fortreytirnar
fyri
fiskiloyvum
til
vinnuna
sum
heild
eftir 2018. Johan Dahl
tykist at skilja hetta.
Vónandi
ger
flokkur
hansara tað eisini – og
ikki minst floksleiðarin,
sum umframt at vera
løgmaður nú at vera
blivin fiskimálaráðharri.
Onkursvegna
skilir
Fólkaflokkurin
ikki
álvaran í hesum, ella
eisini er ætlan hansara
rætt og slætt at lata
nøkrum fáum familjum
fólksins ogn – og tað
enntá
uttan
avgjald!
Hvørki av hesum eigur
at henda. Kravið hjá
øllum hampafólki er,
at fólksins ogn verður
fyrisitin við viti og skili
og við ábyrgd mótvegis
Føroya fólki.
Landsstýris
menn í hvør
síni liga
Poul Michelsen
Janus Rein
Framsókn
Fleiri føroyingar, ið arbeiða
uttanlands,
rinda
stórar
upphæddir
fyri
ferðing.
Javnaðarflokkurin
hevur
lagt fram uppskot um at
broyta skattalógina, so virðið
av fríari ferð millum bústað
í Føroyum og arbeiðsstað
uttanlands
verður
gjørt
skattafrítt
Meginreglan í skattalógini
er, at frí ferð millum heim og
arbeiðsstað er skattskyldug.
Tað merkir, at tú skal rinda
skatt av tí tað arbeiðsgevarin
rindar at flyta teg frá A til B.
Viðhvørt elvir henda regla
til órímiliga harða skatting,
ið als ikki stendur mát við
vunnu inntøkuna, eitt nú
tá sjómaður búsitandi í
Føroyum mynstrar umborð
á skipi í Grønlandi, Brasilia
ella Kina.
Lat okkum taka eitt dømi
at lýsa trupulleikan. Tveir
skattgjaldarar eru grannar
í Runavík og hava fría ferð
millum bústað og arbeiðsstað.
Annar arbeiðir í Havn og
arbeiðsgevari hansara rindar
ferðaútreiðslurnar
millum
Runavík og Havn. Hjá hesum
er í fyrra lagi lætt at fáa
staðfest ferðaútreiðslurnar,
sum er grundarlagið fyri
skattingini, og í øðrum lagi
er talan ikki um eina stóra
útreiðslu.
Sjómenn fáa
óhepna og órímiliga
skattarokning
Eisini hjá grannanum rind
ar arbeiðsgevarin ferðaút
reiðslurnar, men hesin hevur
arbeiðspláss á skipi, ið liggur
í Kina. Tá kann tað í fyrra lagi
verða trupult at fáa staðfest
støddina av útreiðsluni av
ferðingini millum bústað
og arbeiðsstað, og í øðrum
lagi kann tað blíva talan um
eina sera stóra og tyngjandi
útreiðslu fyri viðkomandi.
Nógvir føroyskir sjómenn
eru burtur fýra vikur og
heima í fýra. Við verandi regl
um merkir tað, at teir rinda
skatt av 15-20 ferðum millum
t.d. Føroyar og Grønland ár
liga. Og tað eru stórar upp
hæddir. Sama er galdandi
fyri mongu føroyingarnar,
sum arbeiða á landi í Noreg
ella í Grønlandi.
Verandi rættarstøða hev
ur sostatt í summum førum
óhepnar og órímiligar av
leiðingar fyri ávísar skatta
borgarar. Harafturat hevur
tað víst seg at reglan er nær
um ógjørlig at umsita, tá
talan er um ferð millum heim
í Føroyum og arbeiðsstað
uttanlands. Borgarar vita ikki,
hvussu nógv arbeiðsgevarar
teirra gjalda fyri ferðirnar,
og heldur ikki er lætt at fáa
hetta upplýst frá útlendskum
arbeiðsgevarum.
Javnaðarflokkurin vil
broyta skattalógina
Tí hevur Javnaðarflokkurin
tikið stig til broytingar i
skattalógini, sum Løgtingið
viðgjørdi í farnu viku. Upp
skotið ásetur, at útreiðslur,
sum arbeiðsgevari rindar
føroyskum
skattaborgara
fyri ferðing millum bústað
í Føroyum og arbeiðspláss
uttanlands, ikki skal rokn
ast uppí skattskyldugu inn
tøkuna. Uppskotið er líkt tí,
ið eg legði fram sum lands
stýrismaður í fíggjarmálum
í heyst. Málið fall tá burtur,
tí løgtingsval varð útskrivað
tann 27. september.
Samstundis leggur upp
skotið upp til, at samdøgurs
frádrátturin verður broyttur
soleiðis at hesin bert verður
veittur sambært skjalfestum
útreiðslum.
Í dag er tað so, at persónar,
ið eru fult skattskyldugir í
Føroyum, men sum arbeiða
uttanlands, hava rætt til ein
inntøkufrádrátt vegna tær
meirútreiðslur, ið standast
av at arbeiða uttanlands.
Frádrátturin verður nevndur
samdøgursfrádráttur.
Skjalprógvaður
frádráttur
Samdøgursfrádrátturin
er í løtuni 300 krónur fyri
samdøgrið og hava persónar,
ið arbeiða uttanlands, rætt til
henda frádrátt uttan mun til,
hvørjar útreiðslur teir hava.
Endamálið við frádráttinum
er at kompensera fyri meir
útreiðslur til húsaleigu, og
ferða- og flutningsútreiðslur
hjá teimum, sum hava sítt
inntøkugevandi
arbeiði
uttanlands. Er tað so, at
arbeiðsgevarin rindar ferða
útreiðslur,
húsaleigu
og
uppihald annars, so hevur
arbeiðstakarin
ikki
eyka
útreiðslur orsakað av sínum
arbeiði, og tá er heldur
ongin orsøk at veita nakran
frádrátt.
Við uppskotinum verða
hesar reglur broyttar so
leiðis, at frameftir verður
frádráttur bert veittur fyri
tær útreiðslur, persónarnir
veruliga hava, og sum kunnu
skjalprógvast.
Sum nevnt var uppskotið
hjá Javnaðarflokkinum til
fyrstu viðgerð í Løgtinginum
hósdagin í farnu viku og er
málið nú í fíggjarnevndini.
Ferðing hjá føroyingum
sum arbeiða uttanlands
gerast skattafrí
Aksel V. Johannesen
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
prístalinum? Átti ein konkret
meting ikki at gjørt av, um
tað er neyðugt at hækka
gjøldini á hvørjum ári?
Er tað rímiligt, at egin
ognin er so stór? Hvør hevur
gleði og gagn av tí?
Ein ætlan eigur at gerast
fyri, hvussu eginognin hjá
Tryggingini
kann
koma
eigarunum meiri beinleiðis
tilgóðar. Ongin orsøk er at
blíva við at savna fleiri og
fleiri pengar saman í eina
rúgvu.
Tað eru sjálvandi nógvir
mátar at gera tað uppá, og
orðaskifti
millum
eigar
arnar.
Pensiónsgrunnur
Tryggingartakaranna
Kundi ein møguleiki ikki
verið at sett á stovn ein pen
siónsgrunn sum kann út
gjalda sítt avkast til trygg
ingartakararnar, tá teir fara
á pensión?
Tryggingarfelagið hevði
einkarrætt at veita trygg
ingar í Føroyum alla seinnu
helvt av tjúgundu øld. Tað
eru sostatt dagsins pension
istar, sum hava lagt lunn
tíðini.
Varliga mett átti onki at
verið í vegin fyri, at útgoldnar
vórðu einar 100 mió. árliga.
Fyrstu tíðina kundu allir
pensionistar fingið útgjald
úr grunninum, tí teir hava
allir verið við til at byggja
grunnin upp. Við tíðini kann
útgjaldi so broytast, so tað
onkursvegna
samsvarar
viðskifti, kundarnar hava
havt við Tryggingina.
Eitt útgjald á 100 mió.
útgoldi eftir sama leisti
sum Samhaldsfasti, hevði
svarað til eina hækking av
komu aftur á sama stað, sum
teir upprunaliga komu frá.
Biðið um atkvøðuseðil
Tað eru tit sum kundar
og eigarar, sum nú kunnu
velja, hvønn tit vilja hava
at
umboða
tykkum
í
Umboðsráðnum. Tit mugu tó
sjálvi biðja um atkvøðuseðil
við at venda tykkum til
Tryggingina
ella
við
at
fara inn á mína heimasíðu
pmdam.com. Seinasta freist
at biðja um atkvøðuseðil er
17. februar, so tað er onki at
bíða við.