Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. februar 2012 · Nr. 19 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fyri at fáa ein útbugving sum pedagogur, skal ein fyrst hava eina miðnámsútbúgving, síð­ ani skal lesast í 4 ár afturat fyri at blíva pedagogur, hetta gevur eina lestrartíð uppá 6-7 ár. Kommunala Arbeiðs­ gevara­felagið sendi í gjár út eitt skriv, har teir samanbera lønirnar hjá pedagogum og hjálparfólkum við ymiskar aðrar starvsbólkar innan umsorganarøkið. Tó ber ikki til at gera veruleikakendar samanberingar, uttan at allir upplýsingar eru við, sum t.d. hvussu nógv ár ið tað tekur at koma á endastigið, og hvussu nógv eftirlønin hjá teimum ymisku starvbólkunum er. Hetta hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið helst gloymt, og vit vilja tí vísa ta røttu myndina, soleiðis, sum vit síggja hana. Niðanfyri eru saman­ ber­ingar hjá faklærdum starvsbólkum við líknandi út­búgvingum. Talva 1. Hvat ið Kommunala Ar­beiðs­ gevarafelagið vildi vísa á við talvuni í teirra skrivi er ilt at siga, men við hesari mynd kann ikki annað sigast, at pedagogar hava eina lægri byrjunar- og endaløn enn nærum øll feløgini! Flestu av hinum feløgunum skulu eisini arbeiða munandi færri ár fyri at koma á endastigið, umframt at ØLL hini feløgini fáa eina hægri eftirløn. Bert sjúkrarøktarfrøðingarnir hava nærum somu vánaliga løn, tó at teir bert skulu arbeiða 8 ár fyri at koma á endalønina í mun til 14/16 ár hjá pedagogunum. Um vit samanbera við lærararnar, so er rættiliga stórur munur á endalønini, sum gevur ein mun uppá góðar 4000,- kr. um mánaðin, umframt 5% meira í eftirløn. Harafturat fáa nógvir av hinum bólkunum ymiskar viðbøtur og møguleika at ar­beiða kvøld- og náttar­ vaktir og harvið vinna sær eina hægri løn. Starvsfólk á dagstovnum kunnu ikki fáa yvirtíð, men skulu avspáka yvirtímar, og hava tískil ikki møguleika at vinna sær fleiri pengar, sum flatskatturin legg­ur upp til. Vit kunnu tí ikki góðtaka eina “lønarhækkan” uppá 220 kr. um mánaðin, sum er minni enn 1%, og sum í veru- leikanum er eitt reallønarfall, sum vit eisini fingu til sein­ astu samráðingar, tá ið vit bert fingu 1% í lønar­hækk­ an. Ei heldur kunnu vit góð­ taka, at orsøkin til bert 220 kr. meira um mánaðin er flatskatturin, tí okkara lønir eru so lágar, at tey allarflestu fáa lítið ella onki burturúr. Dømi: ein pedagogur, sum arbeiðir 30 tímar um vikuna, og hevur arbeitt í 13 ár, fær aftaná flatskatt 47,- krónur meira um mánaðin, og um tað er ein pedagogur sum arbeiðir fulla tíð, fær hann millum 159,- og 372,- krónur meira um mánaðin. Hetta er láturligt, og kann slettis ikki roknast sum nøkur hækk­ ing! Nógv starvsfólk á dag­ stovnaøkinum ynskja at arbeiða niðursetta tíð, tí tað er strævið, bæði kropsliga og sálarliga, og arbeiðstrýstið er ofta stórt, men tað eru eisini nógv sum ikki hava møguleika at arbeiða fulla tíð, tíð at starvið er ásett at vera niðursett. Tá tað kemur til tey ófak­ lærdu, so virkar tað ógvuliga markhátligt, at so stórur munur er á lønunum og eftirlønunum hjá teimum ymisku feløgunum, og aftur her eru hjálparfólkini hjá Føroya Pedagogfelagið fyri vanbýti! Niðanfyri eru saman­ beringar hjá ófaklærdum bólk­um. Talva 2. Talvan vísur, at tað er stór­ ur mismunur á ófaklærdum arbeiði, bæði skulu hjálpar­ fólkini arbeiða munandi fleiri ár fyri at koma á endastigið, umframt at tey eru verri stillaði tá tað kemur til eftirløn. Sum heild er stórur tørvur á, at hjálparfólk verða lyft til tað støði, sum onnur feløg eru á fyri ófaklært arbeiði, og tað støðið er sanniliga einki at reypa av heldur. Lønarlagið hjá ófaklærdum sera lágt, og við teimum methøgu prísunum, sum vit hava í Føroyum til mat, klæðir, SEV, olju o.a., so er ikki lætt (hjá summum ógjørligt) at fáa endarnar at røkka saman. Kommunala Arbeiðs­ gevara­felagið undrast á, at Før­oya Pedagogfelag letur so illa at støðuni á dag­stovna­økinum. Hvat er tað, sum Kommunala Ar­beiðs­gevarafelagið ikki skil­ur? Skilur Kommunala Ar­beiðsgevarafelagið ikki, hví vit ikki bara kunnu vera fitt og lagalig sum vit altíð plaga og góðtaka eitt reallønarfall? Eisini sigur felagið, at “flestu foreldur eru væl nøgd við dygdina á dag­stovna­ til­boðnum, sum komm­un­ urnar veita.” Hvussu við STARVSFÓLKUNUM hjá somu kommunum? Ynsk­ir Kommunala Arbeiðs­gev­ arafelag ikki at vísa virðing fyri teirra starvsfólkum, sum hvønn dag stríðast fyri at veita hesa dygd? Vit krevja ikki nógv, men vit krevja at fáa eina virðiliga løn fyri okkara arbeiði, og vit krevja okkara rætt til VERULIGAR samráðingar, og ikki diktatoriskar áset­ ingar og ófrávíkilig krøv, bæði frá Kommunala Ar­ beiðs­gevarafelagnum og frá Fíggjarmálaráðnum! Hví skulu pedagogar og hjálparfólk hava lægri løn? Vegna limir í Føroya Pedagogfelag Maika L. Samuelsen Tímaløn Byrjunarløn Tímaløn Endaløn Ár at arbeiða fyri at koma á endaløn Eftirløn í % Pedagogar á dagstovnum 133,64 152,65 14 ár 12% Pedagogar á bústovnum 133,64 155,37 16ár 14% Sjúkrarøktarfrøðingar 134,33 148,38 161,97 (bacelorar) 8 ár 8 ár (bachelorar) 15% Lærarar 136,56 177,37 14 ár 17% Fysio & Ergiterapeutar 137,74 156,39 8 ár 15,8% Sosialráðgevar 141,22 157,60 6 ár 15 % Bioanalytikarar 137,74 154,06 8 ár 15,8% Tímaløn Byrjunarløn Tímaløn Endaløn Ár at arbeiða fyri at koma á endaløn Eftirløn í % Hjálparfólk hjá Fø. Pedagogfelag 106,48 122,77 12 ár 0% fyrsta árið síðani 10% Starvsfólk hjá øllum arbeiðarafeløgunum* 112,52 116,18 7 ár 10% Ófaklærd hjá Starvsmannafelagnum 105,75 124,85 7 ár 15% Ófaklærd hjá Posta 116,48 138,52 10 ár 9,5% (arb.gevari) 5,5% (arb.takari) * t.e. Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmanna- og kvinnufelag. Talva 1. Talva 2. Kjak