fríggjadagur 16. juni 2000síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 113 - 16. juni 2000
30
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 113 - 16. juni 2000
Fríggjadagur 16. juni
Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN
Drotningavitjan
og fótbóltur
Farna vikan hevur verið merkt av
kapping millum drotningina og fót-
bólt. Fótbólturin hevur verið við
yvirlutan, í øllum førum í Sjónvarpi
Føroya. Tað leggi eg so einki í, tí
eg havi sitið klistrað framman fyri
skíggjanum, so ofta tað hevur bor-
ið til. Tað tykist sum onnur hava
gjørt tað sama, tí samrøðuevnini
snúgva seg í løtini at kalla bert
um fótbólt.
Útvarp Føroya hevur gjørt eitt
sindur meira burtur úr drotning-
ini.Serliga seinnapartin leygardag
og um kvøldið vóru reportasjur frá
vitjanini. Sjónvarpið hevur mest
sum bert kroyst okkurt innslag inn-
ímillum fótbóltsdystirnar, ja sjálvt
Dagur og Vika bleiv til eina hálv-
leikssending.
Hvítusunnudag sendu bæði út-
varp og sjónvarp hátíðargudstæn-
astuna úr Dómkirkjuni í Havn. Tað
var stuttligt at síggja prestar, sam-
komuleiðarar og ja, drotningina til
gudstænastu. Áhugavert var eis-
ini at síggja, at har manglaðu
onkrir, tað eru teir rætttrúgvandi,
sum eru farnir í hernað móti synd-
ini. Tað kundi verið áhugavert, at
vita um teir so eisini vilja boykotta
drotningina, tí at hon var í kirkjuni.
Summarið komið
Summarið er komið av álvara. Tað
sæst á útvarpsskránni. Náttaravn-
arnir flugu fyri seinastu ferð leyg-
arkvøldið, og Kvøldarstundin byrj-
aði týskvøldið. Jákup Magnussen
stílar fyri. Lætt undirhald, viðhvørt
lættisoppakent og verturin er eftir
mínum tykki í so fjollutur, men lat
fara, alt nýtist ikki at vera so álv-
arsamt.
Sendirøðin Summarið 2000 fór
eisini av barkastokki týsdagin, her
er ætlanin at ferðast um í Føroy-
um og gera sendingar. So sleppa
bygdafólk eisini til orðanna, og tað
er jú gott, tí mangt hendir úti á
bygd, sum hevur almennan á-
huga.
Lurta børnini
At enda eitt sindur um barnasend-
ingar. Øll vita at sjónvarp er ein
miðil, sum fangar betur enn út-
varp, tað veri seg bæði ung og
gomul.
Eg haldi útvarpið ger meira burt-
urúr barnasendingum enn sjón-
varpið, tí er tað so harmiligt at
vita sær, at tey kanska tosa fyri
deyvum oyrum. Eg havi varhugan
av at tey sum serliga lurta eftir
barnasendingum eru vaksin, tað
er sjálvandi gott men ikki nóg gott.
Paula Olsen hevur sagt frá søg-
um, tann um hvalin, sum vildi
hava speigipylsu hevur nógv ver-
ið tosað um. Jonna og Katrin
senda hoyrispælið Frændaleysur
og frálíka søgan Ránið verður í
løtini lisin upp í útvarpinum.
Allarhelst mugu vit vaksnu átaka
okkum ein part av skuldini fyri, at
børn ikki lurta eftir útvarpi, men
útvarpið sjálvt mátti eisini havt
áhuga í at vita, um tað er so, at
Rás 2 byrjar summarsendingarnar mána-
dagin 19. juni
Rás 2 fer at senda eina nýggja summar-
sending hvønn yrkadag frá kl 13. Seinna-
partssendingin, sum vanliga hevur verið
millum 16 og 17, fellur burtur, og verður
ístaðin partur av nýggju sendingini. Send-
ingin verður uppbygd við fleiri vertum, yms-
um løttum innsløgum, vitjan í útvarpsstovuni
og skemti, meðan tað er lurtarin, sum avger,
hvør tónleikur verður spældur.
Summarsendingarnar byrja mánadagin
tann 19. juni. Føstu skiftisvertirnir verða
Sonne Smith, Ó. J. Rólantsson, Ronni Poul-
sen, Laila Jacobsen, Kristian Joensen og
Sunneva Petersen.
Føstu beinleiðis sendingarnar yrkadagar,
sum t.d. ferðslusendingin »Breytin« og »KT-
Rásin«, verða óbroyttar kl 16 hósdag og
fríggjadag, og beinleiðis tónleikasending-
arnar »Rekatræið« og »Laila Beinleiðis«
Summar á Rás 2
verða fluttar til seinni á degnum.
Møguleikarnir hjá Rás 2 við beinleiðis
innsløgum ymsastaðni frá eru munandi bøtt-
ir í seinastuni, nýtt vælvirkandi studio er
komið í gongd í hølunum hjá Norðlýsinum í
Klaksvík, eins og Rás 2 hevur fingið nýtt
mobilt studio, sum kann senda úr hvørjum
króki í landinum.
Á summarskránni eru harumframt fleiri
nýggjar sendingar. Nýggj barnasending er
á skránni sunnudag kl 16, vertir eru Finn
Johannesen og Sámal Eyðfinn Akursmørk.
Sunnudag er eisini ein sending á skránni,
ið kallast »Bitz«, ein spennandi sending um
teldur og teldubrúk við vegleiðingum, vertir
eru Allan Poulsen og Steingrím Ósá. Fleiri
aðrar ungdóms- og undirhaldssendingar eru
á skránni, m.a. við Finni Johannesen, Boga
Joensen, Martini Kjærbo og Kristiani Joen-
sen og Ruth Reinert og Súsonnu Klement-
sen.
børn ikki lurta eftir teimum. Tað
kundi verið gjørt við einari lurt-
arakanning millum børn. So kundi
útvarpið fingið at vita, hvør lurtar
eftir teimum, eftir hvørjum og eis-
ini um børn høvdu ávís ynski um
evni, ið kundu verið tikin upp í
barnaútvarpi. Eg trúgvi eisini at
útvarpið, á henda hátt, hevði gjørt
vart við seg og sínar sendingar
ímillum børn, so hetta gjørdist eitt
slag av reklamu fyri barnaútvarpi-
num.
Hetta var so bert eitt lítið hjarta-
suff um ein part av fólki okkara,
sum bert hevur tað besta uppi-
borið.
Nú er so bert eftir at bíða eftir
samráðingunum á Christiansborg,
spennandi
verður
at
frætta
hvussu leikur fer.
Summarsending við løttum innsløgum, práti,
skemti, heilsum og ynskiløgum mánadag–
fríggjadag kl. 13.00
EM-Rásin verður eisini á skránni mána-
dag, týsdag og mikudag til EM-kappingin
er liðug. Tað eru Ásbjørn Nattestad og Eyð-
finn Steensen, sum leggja til rættis.
Komandi vikuskiftið verður nógv gjørt
burturúr Eystanstevnuni í sendingum
fríggjadagin og leygardagin, og sent verður
beinleiðis úr Runavík sunnukvøld frá kl 21.
Leygardagin verður eisini okkurt serligt gjørt
burturúr íslendska tjóðardegnum.
Marna Jakobsen,
exam. art.,
skrivar
Maskinmeistari
Søkt verður eftir maskinmeistara til teknisku
deild at virka fyri verandi, sum er í farloyvi
fram til 1. apríl 2001 at rokna. Møguleikar
eru fyri, at starvið kemur at vara longri.
Arbeiðsuppgávur umfata í høvuðsheitum:
Rakstur og viðlíkahald av tekniskari útgerð
og innleggingum. Leiðsla av tekniska
starvsfólkinum á maskinverkstaðnum.
Tann ið settur verður í starvið má hava fulla
maskinmeistaraútbúgving og helst hava
møguleika fyri at fáa góðkenning sum el-
innleggjari.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Suna Rasmussen tekniskan
leiðara.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála
millum Fíggjarmálastýrið og Maskinmeist-
arafelagið.
Umsókn við viðkomandi upplýsingum og
avriti av skjølum verður at senda til
Almanna- og heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
FO-100 Tórshavn
í seinasta lagi 30. juni 2000.
Landssjúkrahúsið
FO-100 Tórshavn
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Kliniskur tannteknikari
BERGUR
Á REYNATRØÐ
Børkuvegur, 620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16
Frá Hotel Norð
Matstovan er nú opin fyri summarið.
Eisini er møguleiki fyri gisting, skeið
og veitslu.
Sosialurin - 311820
Urtagarðsarbeiði
Vit gera alt urtagarðsarbeiði.
Fa. Urtagarðsrøkt
v/Mass Jensen, Nólsoy
Tlf. 32 71 31 – 28 39 53
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: SKREPPUMIKIL
Hvønn fríggjadag
er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu inn-
sendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bókadeild
Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa
av á listanum høgrumegin, hvørja tú best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar-
orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin
verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blaðnum næsta
fríggjadagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn – og viðmerkið »Krossorðagáta nr. …« á bjálvan.
234
✁
Loysunar-
orðið: …………………………………………………
Navn: …………………………………………………
Bústaður: ……………………………………………
Bygd/býur: ……………………………………………
Bøkur og annað tilfar
– bæði innan og uttan skúlagátt
Lesið føroyskt – hugsið føroyskt!
❑Úti á leysum oyggjum - Marianna Debes Dahl
❑Matur í myndum - Sigrid Dalsgaard/
Beinta Johannesen
❑Í skýmingini - Sofía Petersen/Elinborg Lützen
❑Meistarin og teir fýra skrivararnir
- Ulf Nilsson/Kalr N. Hansen týddi
Frá
BÓKADEILD
FØROYA LÆRARAFELAGS:
❑Grønur var dalurin - Richard Llewellyn/
Knút Olsen týddi
❑Tit bygdu hetta land - Arbeiðsmarknaðurin -
Jákup Pauli Strøm
❑Føroya jarðfrøði - Jóannes Rasmussen
❑Frumsagnir - Neil Philip/Amy Tausen týddi
❑Mállæra - Paulivar Andreasen/Árni Dahl
Frá
FØROYA
SKÚLABÓKAGRUNNI:
Vinnari: Jóna Jóhannesen
Eirargarður 8-101
100 Tórshavn