Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. februar 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. februar 2012 · Nr. 20 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 gjørd av hesum síðani 1925-26. Hetta var í 1991, og tá fangaði eg blómuflugur kring alt landið, sigur Jens-Kjeld Jensen. Eina aðru ferð var tað ein skoti, sum kom í samband við fugla­frøðingin. – Hann hevði ímyndað sær eitt heilt náttúrugripasavn, so eg haldi, hann fekk ein skelk, tá hann sá umstøðurnar hjá mær. Men hann hevði so áhuga fyri para­sittum á fugli, at tað førdi so til, at eg byrjaði av savna loppur og lús á fugli. So tað er ofta tilvild. Eg havi so verið við í kanningum, bæði sum eg havi gjørt sjálvur, og sum eg havi gjørt saman við serfrøðingum um allan heim, sigur Jens-Kjeld Jensen. 239 ymisk sløg At leita eftir lús er sum at savna frímerki. – Tey vanligu eru løtt at fáa hendur á, men so gerst tað trupl­ari og truplari. Tað sama ger seg galdandi tá talan er um lús. Higartil havi eg staðfest 239 ymisk sløg av lús, og beint nú eri eg í holt við at kanna valmásar fyri sjálsamar lús. So tað er í ser­ligum høpi, at eg leiti eftir nýggjum sløgum, og eg havi funnið tvey nýggj sløg, sum ikki eru stað­fest í Føroyum áður, sigur Jens-Kjeld Jensen. Nýggju lúsasløgini vórðu funn­in á einum ísmása og Lítlari Mýri­snýpu. Annars hevur hann ógvuliga gott samband við eina rúgvu av fólki, og fær nógvar áheitanir og ábendingar hagani. – Tað kemst helst av, at tá eg skrivaði um ringmerking, byrjaði eg eisini at skriva um annað, og tí hava fólk helst fingið eina fatan av, at eg kanska eri serfrøðingur í so mongum, sigur Jens-Kjeld Jensen. Tann vegin hevur fuglaút­ stapp­arin fingið fráboðan um fleiri sløg av vespum og summar­ fuglum og øðrum smákyktum. – Eg havi so roynt at sett meg eitt sindur inn í kyktini, men havi annars sett meg í samband við ser­frøðingar innan økið, sigur Jens-Kjeld Jensen. Síðani hava vísindaligar grein­ ar verið skrivaðar, og eftir hond­ ini er talið á hesum komið upp móti teimum 200. Eingin lóg á økinum Eitt, sum harmar mong, er at eingin áhugi tykist vera millum politikarar fyri náttúruni. – Eingin avmarking er í sam­ bandi við innflutning, og tí fáa vit heldur ikki vart okkum fyri kyktum, sum koma til landið saman við ymsum innflutningi. Eitt dømi er flatmaðkurin, sum ger stóran skaða, sigur Jens-Kjeld Jensen. Hann vísir á, at í øðrum lond­ um ber ikki til uttan víðari at inn­ flyta alt millum himmal og jørð ótarnað. – Vit hava fingið flatmaðkin og vit hava fingið vespur, og hóast tað ikki hendir á hvørjum ári, fáa vit nýggj sløg av sniglum, eitt nú morðsnigilin, sigur Jens- Kjeld Jensen. Eisini nýggj sløg av býflugum finna sín veg til Føroya. – Og tað fer at halda fram á sama hátt so leingi vit ongar av­markingar hava í reglum um inn­flutning. Sjálvandi vilja nýggj sløg av slíkum smákyktum altíð sleppa ígjøgnum, men munurin í Føroyum og øðrum londum er, at her verðue als einki gjørt til tess at forða fyri, at óynskt smákykt koma inn í landið, sigur Jens- Kjeld Jensen. Sami trupulleikin finst eisini við plantum, sum koma til landið. – Herfyri setti ein australiu­ maður, sum var í Nólsoy í sam­ bandi við rottukanningina, um fremmandar plantur kundu vera ein orsøkin til, at lundin mink­aði í so stórum. Um hesar plantur finna sær veg til lunda­holurnar og heilt taka yvir, kann tað vera ein frágreiðing til, at lunda­stovn­ urin er í so stórari minking, sigur Jens-Kjeld Jensen. Talan er serliga um eina út­ lendska skøru, sum breiðir seg við óhugnaligari megi kring land­ ið í hesum døgum. Lundin Eitt annað, sum vísir, hvussu lítið politikarin hugsar um náttúruna, er lundin. – Lundastovnurin hevur í mong ár verið illa fyri, tí tað kem­ur einki av pisu undan. Ser­ liga seinnu árini hevur verið heilt galið, men kortini hava politik­ arar ikki latið við seg koma, sigur Jens-Kjeld Jensen. Tað sigur seg sjávlt, at tá ongar pisur koma undan, má stovnurin minka. – Tað kunnu sjálvandi vera fleiri orsøkir til, at stovnurin minkar, og ein teirra er uttan iva vant­andi føði. Tá tað so verður tikið av búfuglinum, so minkar enn skjótari, sigur Jens-Kjeld Jensen. So hansara tilmæli er púra greitt. – Eg haldi, at lundin skal frið­ ast. Tað kann tykjast at ganga eitt sindur móti mínum egnu áhuga­ málum, tí tað er helst eingin í Føroyum, sum fær so nógvan vinning burtur úr lundanum sum júst eg. Men eitt vita vit, og tað er tað, at lundin, sum liggur í frystiboksini, verpur í hvussu er ikki fleiri egg, sigur Jens-Kjeld Jensen. Nú eru liðin eini 7-8 ár síðani nakað av pisu kom undan, og stovnurin verður meiri og meiri niðurpíndur. – Í veruleikanum eru Føroyar einasta landið, har tað framvegis er loyvt at veiða lunda. Í Noregi er tað bannað, og í Íslandi liggur eitt uppskot í Altinginum um at friða lundan í trý ár. Bara í Føroyum sær út til, at einki hendir, sigur Jens-Kjeld Jensen. Sama skilið er eisini, tá talan er um drunnhvítan. – Seinastu 30 árini er drunn­ hvítin minkaður við einum trið­ ingi. Og hvør orsøkin til tað er, eg rættiliga ilt at siga. Tað kann hava nakað við føðina at gera, men tað er ikki víst, at tað er øll frá­greiðingin, sigur Jens-Kjeld Jensen. Síðani hann byrjaði at ring­ merkja drunnhvítan er stað­fest, at Nólsoy er størsta drunn­hvíta­ koloni í heiminum. Tað er hon helst enn, hóast stóru minkingina, men verja vit ikki um umhvørvi og náttúru, verð­ur uttan iva ein galin endi, sigur Jens-Kjeld Jensen, sum júst er inn­stillaður til eina heiðursløn hjá Norður­landaráðnum. leo@sosialurin.fo í meldrinum FAKTA Jens-Kjeld Jensen Aldur: 63 ár Starv: Ornitolog Flutti til Nólsoyar: 1975 Sambúgvi: Marita Gullklett Hevur skrivað fleiri enn 500 vísindaligar greinar Mynd: Álvur Haraldsen Í uppskoti til norðurlendska virðisløn Jens-Kjeld Jensen, sum er íðin náttúru- og umhvørvisverndarmaður og býr í Nólsoy, er í uppskoti til at fáa Nátturu- og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár. Ikki færri enn 52 uppskot eru latin Norðurlandaráðnum yvir evni, sum verða hildin at hava heva virðisløn uppiborna og Jensk-Kjeld Jensen er einasta uppskotið úr Føroyum, sigur heimasíðan hjá Norðurlandaráðnum Virðislønin, sum er 350.000 krónur, verður handað á ST degnum fyri lívfrøðiligt margfeldni tann tann 22. mai. Virðislønin verður latin einum fólki ella felagasskapi, sum hava gjørt eitt serstakt arbeiði fyri at styrkja lívfrøðiliga margfeldni í Norðurlondum, ella sum heild. Umframt Jens-Kjeld, eru uppskot úr Svøríki, Finnlandi, Íslandi og Danmark. Men so hava danir og sviar skotið ein upp í felag. – Nógv av teimum, sum eru í uppskoti, eru eldsálir, men talan er eisini um vistfrøðiligar bøndur, fiskiveiðifeløg, veiðimenn og skótalið. Listin við uppskotum skal nú viðgerast og 16. apríl verður almannakunngjørt, hvørji verða endaliga tilnevnd til at fáa virðislønina.