Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. februar 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 15. februar 2012 · Nr. 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Ein donsk kanning vísir, at tær kvinnurnar, sum taka tey nýggjaru merkini av p-bollum, eru í tvær ferð­ir so stórum vanda fyri at fáa blóð­ tøpp í bein og lungu saman­ borið við tær kvinnurnar, ið taka eldru sløgini av p-pill­ arum. P-pillarar verða flok­ kaðir í generatiónir, soleiðis at eldru sløgini hoyra til 1. og 2. generatión, meðan tey nýggjaru sløgini hoyra til 3. og 4. generatión. Tað er inni­haldið av hormonum, ið avger, hvørja generatión tey ymisku merkini hoyra til. Apoteksverk Føroya hev­ ur gjørt eitt yvirlit yvir søl­ una av p-pillarum í 2011, og sambært uppgerðini eru tað serliga nýggjaru merkini av p-pillarum, sum føroysku lækn­arnir útskriva til brúk­ ararnar. – Helst er tað so, at lækn­ arnir útskriva tað merkið, teir kenna best og hava royndir við. Kanska gera teir tað av vana, sigur Jaspur Petersen, ið er formaður í Føroya Komm­u­nulæknafelag. Føroyskar kvinnur í vanda Øjvind Lindegaard, yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum, hev­ ur gjørt eina umfatandi kanning um samanhangin mill­um brúk av p-pillarum og vandan fyri blóðtøppi. Kann­ingin hjá Linde­gaard, sum er al­manna­kunn­gjørd í tíðar­ritin­um British Medical Journal, um­fatar allar danskar kvin­nur, ið brúka p-pillarar, og sum eru millum 15 og 49 ár. Kanningin hjá danska læknanum vísir, at tekur tú p-pillarar, sum hoyra til 2. generatión, so er vandin fyri at fáa ein blóðtøpp júst helvtina so stórur, enn um tú nýtir p-pillarar, sum hoyra til tey nýggjaru sløgini. Sam­ bært kanningini ávirka hor­ monini í p-pillarunum evnini hjá blóðinum at storkna, alt eftir hvørja generatión teir hoyra til, og tí er umráðandi at vera tilvitað um, hvat slag av p-pillarum, tú tekur. Hóast danska kanningin vísir øktan vanda fyri blóð­ tøppi við teimum nýggju p-pillarunum, heldur for­ mað­urin í Kommunu­lækna­ felagnum ikki, at tær kvinn­ urnar, ið taka p-pillarar av einum nýggjum merki, skulu kenna seg ótryggar. – Fyri tær kvinnurnar, sum taka 3. og 4. generatións p-pillarar og hava tað gott við hesum, er lítið sannlíkt, at hesar kvinnurnar liva í so øktum vanda fyri blótøppi, at tær skulu skifta til eitt eldri merki, sigur Jaspur Peter­ sen, sum tó vísir á, at tað eru hjáárin við flest øllum heilivági. Hava nústaðni fingið meira vitan Sambært kanningini hjá danska yvirlæknanum er tó eingin ivi um, at nýggj­ astu p-pillararnir eru vanda­ miklari enn teir eldru. Tær kvinn­urnar, ið brúka p-pillarar frá 2. generatión, eru í tríggja ferðir so stór­ um vanda fyri at fáa ein blóðtøpp samanborið við tær kvinn­urnar, sum ikki brúka p-pillar­ar. Hjá teimum kvinn­ unum, ið brúka tey nýggjastu merkini av p-pillarum, er vandin øktur seks ferðir. Mun­urin á teimum nýggju og eldri sløgunum á p-pillarum er, at millum tær kvinnurnar, ið brúka p-pillarar frá 2. generatión, fær umleið ein út av 1000 ein blóðtøpp. Og millum kvinnurnar, sum brúka p-pillarar frá 3. og 4. generatión, er talan um eina út av 500. Hetta talið er lægri, um kvinnurnar eru undir 30 ára gamlar, hægri tá kvinnurnar eru yvir 35 ár. At føroyskar kvinnur, eins og tær donsku, fáa nýggjaru sløgini av p-pillarum fram um tey eldru sløgini kemst av, at mann ikki fyrr enn nú hevur fingið vitan um vandan við teimum nýggjaru merkjunum. – Hvussu tey nýggjaru merk­ini av p-pillarum í roynd og veru eru, vísir seg altíð seinni, tá stórar kanningar hava verið gjørdar um hjáárin aftan á nýtslu í fleiri ár, sigur Jaspur Petersen. Avgera sjálvir hvat teir útskriva Í útgangsstøðinum eru tað ikki ávís merki av p-pillar­ um, sum læknar í Føroyum útskriva, men Jaspur Peter­ sen avvísir ikki, at summir læknar velja at geva kvinn­ unum eitt ávíst merki. – Um læknar velja sær nakað ávíst merki ella fabri­ kata, skal eg ikki siga við vissu. Tølini viðvíkjandi blóð­ tøppum og p-pillarum eru so smá, at tað helst ikki eru allir læknar, ið hava upplivað, at nakar av teirra sjúklingum hevur fingið blóðtøpp orsaka av p-pillarum. Hóast summir læknar í Føroyum ikki hava upplivað, at onkur kvinna hevur fing­ið blóð­tøpp orsaka av p-pillarum, so leggur Jaspur Peter­sen dent á, at allir læknar kunna seg um nýggj­astu vit­anina innan heilsu­økið, tá teir út­skriva reseptir. – Ordinatiónsrætturin er fríur og væntað verður, at læknar skriva reseptir skila­ gott. Tann nýggjasta vitanin verður altíð so líðandi tikin við upp á ráð, sigur Jaspur Petersen og leggur afturat, at kvinnur altíð fáa vegleiðing um vandan, eisini í teimum førum, har talan er um lítl­ an vanda. Hann heldur ikki, at kvinnur, ið hava tikið p-pillarar frá 3. ella 4. generatión í fleiri ár skulu kenna seg ótryggar. – Hjáárin vísa seg oftast tað fyrsta árið, eftir at ein er byrjað upp á p-pillarar. Nú vit vita um munin á teimum ymsu generatiónunum av p-pillarum, kunnu tær kvinn­ urnar, ið ynskja tað, skifta merki. Jaspur Petersen væntar, at í framtíðini fara kvinnur, sum fara at nýta p-pillarar, helst at fáa útskrivað p-pillarar frá 2. generatión, inntil kanningar um p-pillarar koma við nýggj­ ari vitan. Nýggir p-pillarar økja um vandan fyri blóðtøppi Tekur tú p-pillarar, ið eru av teimum nýggjaru merkinum, ert tú í stórum vanda fyri at fáa blóðtøpp. Hóast henda vandan eru tað tey nýggju sløgini, sum verða mest brúkt í Føroyum. Yvirlit av sølu av p-bollum í 2011: Heilivágur Tal av pakkum Novynette (3. generatión) 2.315,00 Lindynette (3. generatión) 1.763,00 Cilest tabletter (2. generatión) 564,00 Yasmin (4. generatión) 525,00 Malonetta (2. generatión) 422,00 Cilest (2. generatión) 414,00 Gestonette (3. generatión) 386,00 Desorelle (3. generatión) 358,00 Minero (3. generatión) 339,00 Triquilar (2. generatión) 284,00 Yvirlit yvir hvørja generatión, tey ymsu merkini hoyra til: 1. generatión: Conova Econ Mite Trinovum 2. generatión: Cilest Fironetta Gynartrol Neogentrol Neogynon Malonetta Microgyn Microgynon Rigevidon Triminetta Trinordiol Triquilar 3. generatión: Desorelle Femelle Femigen Gestinyl Gestoden Gestonette Gracial Harmonet Lindynette Marvelon Mercilon Microdiol Milligest Milvane Minero Minulet Modina Novynette Triminulet 4. generatión: Yasmin Yaz Yasminelle