Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. februar 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. februar 2012 · Nr. 20 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen – Hetta er avgjørt positivt. Men hetta er ikki nøktandi! Jørgen Niclen, landsstýris­ maður í Fíggjarmálum, sum umsitur lønarsamráðingar við fakfeløgini á almenna ar­beiðsmarknaðinum, er ikki serliga hugtikin av til­ boð­num frá Skipara- og Naviga­tørfelagnum um at friða Strandferðsluna fyri verk­fall. Í Sosialinum mánadagin staðfesti Eyðstein Djurhus, formaður í Skipara- og Naviga­tørfelagnum, at felagið er sinnað at samráðast um at tryggja, at skipini hjá Strand­ ferðsluni ikki verða løgd, tá ið verkfall er. Hinvegin er Skipara- og Navigatørfelagið ikki sinnað at siga verkfalsrættin frá sær heilt. Ístaðin hevur felagið skot­ ið upp at gera fimm ára sátt­ málar, so at friðurin í øllum førum verður tryggjaður í fimm ár í senn. Afturfyri skuldu yvir­ menn­inir hjá Strandferðsluni fáa eitt serligt lønarískoyti. Ov dýrt Jørgen Niclasen heldur ikki, at hetta loysir ikki trupulleikan. – Eftir hesum uppskot­ in­um, ætlar Skipara- og Navigatørfelagið ikki at siga verkfalsrættin frá sær. – Tvørtur ímóti vil felagið varðveita rættin at fara í verkfall 5. hvørt ár, staðfestir hann. – Hetta er sjálvandi fræg­ ari enn eittárs- og tvey­ára­ sáttmálar, men tað er ikki loysnin og vit halda ikki, at tað er vert at rinda nakað nevnivert í lønarhækking fyri slíkt. Og hann heldur, at løn­ arkravið frá Skipara- og Navigatørfelagnum afturfyri at binda frið í fimm ár var ov høgt til at tað kundi góð­ takast. Men hann vil ikki siga, hvussu høgt tað var. Jørgen Niclasen stað­ festir, harafturat, at polit­ iska skipanin, vil, at verk­fals­ rætturin heilt skal burtur. Onki verkfall Hann heldur kortini ikki, at tað endamálið skal røkkast við at gera manningarnar til tænastumenn, tí tað er ein skipan, hann ikki tekur undir við. Eftir hansara tykki er okkurt slag av eini tæn­astu­ mannalíkandi skipan ein hóskandi loysn, har mann­ ingin ikki eru tænastumenn, men kortini ikki kunnu fara í verkfall. – Tað kann gerast við at semjast um eitt sáttmála, har tað ikki ber til at fata í verkfall. Jørgen Niclasen sigur, at sostatt skulu fakfeløgini geva verkfalsrættin frá sær og tað skulu tey so hava eitt ávíst lønarendurgjald fyri. Landsstýrismaðurin sigur, at málið var til umrøðu í samráðingunum við Maskin­ meistarafelagið, men tað komu tey ikki langt við. Málið er so eisini áður umrøtt við Skipara- og Naviga­tørfelagið, sum bjóð­ aði sær til at binda frið í fimm ár í senn. Og í næstum verða aftur samráðingar við felagið og tá verður spurningurin tikin fram aftur. Jørgen Niclasen ásannar eisini, at tað verður ikki lætt, at finna semju um eina avtalu, sum friðar Strandferðsluna fyri verkfall. – Tað eru tað væl eisini tað, sum fleiri landsstýrisfólk undan mær hava ásannað, tí hetta er ein trupulleiki, sum hevur spøkt í politisku skipanini í áratíggjur. Kunnu friða Í øllum førum heldur hann, at spurningurin kann ikki takast upp, fyrrenn lønar­ sam­ráðingarnar við øll tey almennu feløgini eru lidnar, tí ikki fyrrenn tá fær lønar­ deildin í Fíggjarmálaráðnum umstøður og arbeiðsfrið at taka hetta málið upp. Ein annar møguleiki er, at fakfeløgini spyrja seg sjálvi um, tað er eitt virðiligt verkfalsvápn at leggja nakrar fáar landspartar lamnar. Halda fakfeløgini tað er tað ikki, kunnu tey gera av, at fara tey í verkfall, skal tað ikki raka Strandferðsluna, akkurát sum at sjúkrahús, eldabýli og sambýli heldur ikki verða stongd. Eydnast ikki at finna semju, er hin møguleikin eftir. Og tann møguleiki er, at hvørja ferð tað verður lýst verkfall, samtykkir Løgtingið eina lóg, sum áleggur Strand­ ferðsluni at sigla. Sum tað sæst í hinari greinini, ber nevniliga ikki til at samtykkja eina lóg, ið, sum heild, tekur verkfalsrættin frá manningunum á Strand­ ferðsluni aki@sosialurin.fo Strandferðslan leggjast 5. hvørt ár av verkfalli STRANDFERÐSLA OG VERKFALL Landstýrismaðurin í Fíggjarmálum, sigur, at tilboðið frá Skipara- og navigatørfelagnum friða Strandferðsluna fyri verkfall, loysir ikki trupulleikan Gott - men ov lítið Tað er dámligt, at Skipara- og Navigatørfelagið tekur málið um siglingina hjá Strandferðsluni, upp. Men tað er ikki nøktandi, at felagið tvíheldur um, at tað skal hava rætt at fara í verkfall fimta hvørt ár, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum Tað kann gerast við at semjast um eitt sáttmála, har tað ikki ber til at fata í verkfall Tvørtur ímóti vil felagið varð­veita rættin at fara í verk­ fall 5. hvørt ár Ólóg­ ligt Tað er í stríð við al­ tjóða sáttmálar at Løg­tingið samtykkir eina lóg, sum, soleiðis yvir­høvur, áleggur skip­unum hjá Strand­ ferðsluni at sigla. Johan Dahl sigur, at Strandferðslan kann bara áleggjast at sigla í teimum førum, tað er avgerðandi neyðugt. Johan Dahl sigur, at altjóða ILO sáttmálin um rættindini at sam­ ráð­ast, sum eis­ini før­ oy­ingar hava bundið seg til at fylgja, for­ bjóð­ar Løg­ting­in­um at samtykkja eina heild­ arlóg, sum áleggur Strand­ferðsluni at sigla. Tí fer Johan Dahl heldur ikki at leggja uppskot fyri Løgtingið um at áleggja Strand­ ferðsluni at sigla, so­ leiðis sum støðan er í løtuni, tí beint nú er ikki vandi fyri, at skipini verða rakt av arbeiðsósemju. Men hann væntar fyri púra vist, at tá ið nýggir sáttmálar við avvarðandi fakfeløg eru undirskrivaðir, fer Jørgen Niclasen, lands­stýrismaður í fíggjar­mál­um, at sam­ ráðast við fak­fe­løg­ini um at eina avtalu, sum tryggjar, at Strand­ ferðsl­an ikki verður løgd, tá ið ósemjur eru á arbeiðs­markn­að­in­ um. Men hann stað­ fest­ir samstundis, at mis­eydn­ast tað og, vit koma í eina støðu, har skip­ini hjá Strand­ ferðs­luni eru í vanda fyri at verða løgd av verkfalli, fer hann kortini at leggja upp­ skot fyri Løgtingið um at áleggja skipunum at sigla. Men tað skal so ger­ast í hvørjum ein­ støkum føri, arbeiðs­ steðgur er, tí tað ber ikki til at lóggeva um hetta sum heild.