mikudagur 15. februar 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. februar 2012 · Nr. 20
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
8. januar í ár varð ein dani í
20-árunum tikin í tollinum í
Havn, eftir at hann var komin
við Norrønu úr Danmark.
Hann varð skuldsettur fyri
at hava smuglað hassj til
Føroya.
Dagin eftir varð hann
í Føroya rætti varðhalds
fongslaður. Rættarfundurin
var fyri afturlatnum hurðum,
tí politiið vildi finna medsek
fólk.
Og í gjár sat hann ákærd
ur í rættinum saman við
tveimum javngomlum føroy
ingum.
M.a. vakmyndatólið hjá
Hotel Hafnia, telefonir og
Facebook peikaðu á hinar
báðar.
Í rættinum í gjár kom
fram, at danin, sum kom við
hassjinum til Føroya, í fyrsta
umfari bara viðgekk at hava
tey nakað undir 800 gramm,
sum hann hevði hjá sær, tá ið
hann varð tikin.
Men eftir at hinir báðir
vórðu avhoyrdir og søgdu
meira, legði maðurin kortini
á borðið.
Royndarroykti
Alt byrjaði við, at annar
av dømdu føroyingunum
var í skúla í Danmark, og
har kom hann at kenna ein
mann, og teir tosaðu um
rúsevni. Hesin skipaði fyri,
at nú dømdi danin kom við
ymiskum sløgum av hassji
til føroyingin av royna, og
hann peikaði út nøkur sløg,
sum vóru egnað at selja í
Føroyum.
Tað
kann
óivað
vera
freistandi at koma upp í
slíkan handil, tí hassj er nógv
dýrari at keypa í Føroyum
enn í Danmark. Í Føroyum er
prísurin 250 krónur gramm
ið.
Nakað eftir at føroy
ingurin var komin heim,
kom vinmaðurin at vitja.
Føroyski felagin var ikki
staddur í Havn, men hann
fekk ein vinmann at taka
ímóti gestinum, sum seinni
um dagin slapp víðari.
Hesin, sum tók ímóti, varð
eisini dømdur í gjár. Hann
helt fast við, at hann einki
visti um, at danin hevði hassj
við sær.
Hin segði, at danski vin
maðurin bara hevði nøkur
gramm við sær.
Nakað eftir kom nú dømdi
danin til Føroya. Hann kom,
tí hin tordi ikki. Hesin fekk
sær kamar á Hotel Hafnia,
har vinmaðurin hjá hinum
kom við peningi og fekk vør
una.
Eina ferð seinni kom
danin aftur til Føroya, og tá
fór handilin fram á einum
parkeringsplássi við SMS í
Havn.
8. januar í ár, tá ið
mannagongdin skuldi vera
tann sama, gekk galið. Danin
varð tikin.
Teir báðir føroyingarnir
hildu fast við, at teir ikki
høvdu fingið annað burturúr
enn samanlagt ávikavist 45
og 50 gramm av hassji, men
tí trúðu hvørki ákæri ella
dómari.
Broyttu frágreiðingar
Báðir teir føroysku dømdu
broyttu frágreiðingar sínar,
frá tí teir vórðu avhoyrdir
av politinum, til teir í gjár
vóru í rættinum. Nú var tað
nakað við, at teir høvdu eitt
stað, har teir løgdu pengar til
hin at heinta, og hin kom við
rúsevnunum, sum síðan ein
triði persónur kom eftir.
Hetta tulkaði ákærin sum,
at teir ræddust ein annan
mann, sum varð handtikin
mánadagin.
Tað kom fram í rættinum,
at í desember høvdu teir
frænir av, at politiið var eftir
teimum, og tí hildu teir lág
segl.
Hann, sum hevði verið
í skúla í Danmark, fekk at
vita, at danin, sum smuglaði
hassjið til Føroya, skuldi
koma til Føroya fyrst í januar.
Dagin
eftir,
at
Norrøna
var komin, ringdi hann á
Hotel Hafnia og spurdi eftir
danunum, sum tá var tikin.
Hetta feldi hann eisini.
Hassj, útgerð og leivdir at
hassji vórðu funnir heima hjá
øllum trimum monnunum.
Sjálvt um danin sjálvur
smuglaði hassjið til Føroya,
er tað líka revsivert at hjálpa
smuglarum, og út frá tí vórðu
teir tríggur dømdir.
Danin,
sum
kom
við
hassjinum, klistaðum upp
at kroppinum, fekk núggju
mánaða fongsulsrevsing.
Hann, sum hevði lagt
lag á við hvørji evni vórðu
egnað til føroyska markn
aðin, fekk níggju mánaða
fongsulsrevsning, og tann
triði, sum tók sær av flutn
inginum av hassji og peng
um, fekk seks mánaða fong
sulsrevsing.
Haraftrat skulu teir gjalda
fyri
vinningin,
ávirkast
150.000, 12.500 og 11.250 krón
ur.
Áðrenn málið varð tikið
upp til dóms, fingu teir
ákærdu seinasta orðið.
Danin segði seg vera
harman, og at slíkt fór hann
ongantíð at gera aftur, og tað
sama segði annar av ákærdu
føroyingunum.
Hin tók meira dýran til:
– Eg kenni meg snýttan í
høvd og reyv.
Ein aftrat
Hálvan tíma eftir, at rættar
fundurin var av, varð ein fjórði
maður grundlógarhoyrdur.
Tað hevur samband við sama
mál.
Sambært ákæruvaldinum
var hann við í handlinum og
skuldsettur bæði fyri at hava
verið við í oman fyri nevndu
málunum og fyri at hava selt
hassj í longri tíð í stórum
nøgdum. Sum skilst hevur
hesin maðurin áður verið í
slíkum lótum.
Tann maðurin er 39 ára
gamal føroyingur, og hann
varð varðhaldsfongslaður í
11 dagar.
Maðurin toktaði seg sek
an. Meira fekst ikki at vita, tí
hurðarnar vórðu stongdar.
Sum skilst vónar og vænt
ar ákæruvaldið at fáa hendur
á fleiri fólkum í sama máli.
Smuglaðu fleiri ferðir
HASSJ Tríggir menn í 20-árunum vórðu í Føroyta rætti í gjár dømdir ávikavist níggju,
átta og seks mánaða fongsling fyri í fleiri førum at hava smuglað hassj til Føroya
Vildi
ikki
tosa
danskt
Verjin hjá ein
um av teim
um ákærdu
helt upp á í
rættinum í
gjár, at hann
vildi tosa
føroyskt
Randi Jacobsen
Málsligir trupulleikar
eru av og í Føroya
rætti, og orsøkin plag
ar at vera, at fólk koma
fyri rættin, sum antin
ikki vilja ella duga at
orða seg á donskum.
Tað er tá í nýggjur
danskur ákæri ella
dómari er.
Í hesum málinum
skiltu bæði dómari og
ákæri væl føroyskt,
men dómarin bað teir
tosa á donskum, tí ein
av teimum ákærdu var
dani, og hann hevði
krav uppá at fáa við,
hvat sagt varð í rætt
inum.
Trupulleikin kom,
tá ið Hans Trúgvi
Teirin, verji hjá øðrum
av teimum ákærdu
føroyingunum, skuldi
sannføra rættin um,
at maður hansara átti
at fáa lina revsing.
Tá ið Hans Trúgvi
Teirin byrjaði, breyt
ákærin fyrst av og
bað hann um at tosa
danskt.
Dómarin heitti eis
ini á hann um at gera
tað, men segi sam
stundis, at hann ikki
kundi áleggja honum
at tosa danskt, tí før
oyskt og danskt eru
javnt stillað mál í rætt
inum.
Hans Trúgvi Teirin
helt fast við sítt.
– Tað liggur mær
nærri at tosa føroyskt,
tí tá kann eg siga, líka
sum eg hugsi, segðí
hann.
Trupulleikin varð
losytur á tann hátt,
at verjin hjá dananum
so hvørt umsetti fyri
manninum.