Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. februar 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 15. februar 2012 · Nr. 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Mong eru tey sum í áravís – fyri ikki at siga alt sítt vaksna lív – hava virkað sum kirkju­tænarar í føroysku fólka­kirkjuni. Tveir teirra verða heiðr­ aðir sunnudagin – Daniel Pauli Dalbø, sum hevur verið óløntur deknur í 40 ár og Magnus Heinason hevur verið óløntur klokkari í um­ leið 60 ár. Fyri hesa trúføstu tæn­ astuna verða teir heiðr­ aðir við »Dronningens for­ tjenst­medalje i sølv«. Henda heiðurin fer Jógvan Fríðriks­ son at handa teimum. Við gudstænastuna fer Martin Restorff Jacobsen at prædika, eins og Ung­dóms­ kórið við Gøtu kirkju undir leiðslu av Símuni Hammer fer at syngja. snorri@sosialurin.fo Trúfastir tænarar í kirkjuni Strendur: Eitt kvøld í farnu viku skipaði kirkjuráðið við Sjóvar krkju fyri hugnaløtu fyri sangarum sínum. Væl av sangarum møttu upp. Runavík: 1. mars byrjar Dávid Reinert Hansen í starvi sum tekniskur leiðari hjá kommununi. Dávid er 51 ára gamal og er útbúgving sivilverkfrøðingur. Skála: Nú verður ein byggiskrá gjørd fyri eini útbygging av Eldra­ sam­býlinum. Kannast skal um hetta kann gerast í samstarvi við Sjóvar kommunu. Porkeri: Hvannasundsmaðurin, Livar Nysted fekk heldur óvæntaðan stuðul, tá kommunan avgjørdi at játta honum 3000 kr. til langa róðrartúrin í summar. GØTA Sunnudagin komandi verður sonn hátíðargudstænasta í Gøtu kirkju. Tá verða tveir kirkjutænarar heiðraðir fyri ávikavist 40 og 60 ára tænastu í kirkjuni. Vit kunna staðfesta, at Stjørnan er best í Føroyum Gunvá við Keldu í heilsan til steypa­vinnar­ arnar Góð tilboð til nýggjar borgarar VESTMANNA: Hetta sein­asta árið eru 77 fólk flutt til Vestmanna, um­framt tey 11 børnini ið eru fødd sama tíðar­ skeiðið. Samstundis við hetta fluttu 63 fólk úr bygdini, meðan 10 bygdarfólk doyðu. Samanlagt gevur hetta kortini ein vøkstur uppá 15 fólk í 2011. – Vit fegnast sjálv­ andi um vøksturin í okk­ara kommunu, tí fólka­talið minkaði bæði í granna­bygdunum og kring landið, verður sagt úr Vest­manna. Í Vestmanna komm­ unu verður tí vónað, at henda gongdin fer at halda fram eisini í ár. – Vit síggja hesa til­ flytingina sum eitt tekin uppá, at Vestmanna er ein bygd, sum hevur mong og góð tilboð til sínar íbúgvar, leggur komm­unan aftrat. snorri@sosialurin.fo GILJANESI: Nú eru fyrstu stigini tikin til nýggja skúlan á Giljanesi, og verður sæð fram ímóti tí degi, tá út­gravingin byrjar. Í hesum sambandi bjóðar Vága kommunu borgarum sínum at fáa flagið, sum verð­ur tikið omanav. Hetta verður gjørligt longu í hesi vikuni. Sjálvt flagið, ið er væl­ egnað at tekja við ella til annað, er ókeypis, men av­ grevstri og flutningi mugu fólk sjálvi syrgja fyri og bera kostnaðin av.  – Fyri at tryggja, at sjálv­ ur útgrevsturin kann byrja rættstundis, er avgjørt, at seinasta freist fyri at fáa flagið er 25. februar, verður sagt úr Vága kommunu.  snorri@sosialurin.fo Útgravingin av skúlanum byrjar skjótt kring landið 1222 Við seinastu teljing búðu 1222 fólk í Vestmanna. Hetta er ein vøkstur uppá 77 fólk TRÚFESTI Tveir av kirkjutænarunum við Gøtu kirkju verða heiðraðir sunnudagin