Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. februar 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. februar 2012 · Nr. 20 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Tølini hjá Eurostat vísa, at íslendingar eru teir evropear, sum arbeiða longsta partin av lívinum, og í meðal fara íslendingar ikki av arbeiðs­ marknaðinum, fyrr enn teir hava fylt 65. Annars standa Norðurlond seg væl í yvirlitinum. Svø­ ríki er á øðrum plássi, tí har eru fólk virkin á ar­beiðs­ marknaðinum, til tey eru 64,3 ár. Á teimum næstu pláss­ unum eru Noreg, Bretland, Niðurlond og Sveis við ein­ um pensjónsaldri millum 63 og 63,5 ár. Týskarar og spaniumenn eru í meðal 62,2, tá teir gevast. Men tað eru lond, har fólk fara av arbeiðsmarknaðinum, áðrenn tey hava fylt 60. Slovakar eru í meðal 58,8 ár, tá teir gevast, og í Ungarn eru tey 59,3 ár. Í Kekkia, Kroatia, Fraklandi, Italia og Malta eru fólk í meðal mill­ um 60 og 61, tá tey fara av arbeiðsmarknaðinum, og í Grikkalandi 61,5 ár. Eurostat sigur, at tølini eru gjørd út frá hagtølum frá 20 londum fyri 2009. Íslendingar arbeiða longst Tað er ikki serliga stórur munur á, nær fólk í teimum einstøku londunum í Evropa gevast á arbeiðsmarknaðinum. Tað vísa tøl hjá ES-hagstovuni Grønland fyrireikar seg til útlendska arbeiðsmegi Grønland fær brúk fyri nógvari fremmandari arbeiðsmegi í komandi árum, og tað krevur, at heimafólkið má fáa betri vernd Í Grønlandi hevur landsstýrið orðað eitt uppskot um at broyta kommunuvallógina, soleiðis at bara fólk, sum eru fødd í danska ríkinum ella hava norðurlendskan ríkisborgararætt, skulu hava valrætt og rætt til at stilla upp. Málið er at staðfesta í vallógini, at ríkisborgarar úr øðrum londum kunnu hvørki velja ella stilla upp til grønlendskt kommunuval, og tað er ikki av tilvild, at hetta verður gjørt. Endamálið við teimum herdu reglunum er at forða fyri, at útlendsk arbeiðsmegi, sum kemur til Grønlands at arbeiða í tilfeingisvinnuni, skal fáa avgerandi ávirkan á tær nærdemokratisku skipa­ nirnar. Fleiri av teimum verk­ ætl­anunum, sum eru í um­ búna, eru so stórar, at tað verður neyðugt at innflyta arbeiðsmegi úr útheiminum fyri at fremja tær í verki, og tí kann tað henda, at heimafólkið kemur í minni­ luta onkunstaðni. Tann nýggi lógarteksturin er til hoyringar i løtuni, og enn er ikki avgjørt, nær sjálvt uppskotið verður lagt fyri Landstingið. Í meðal eru íslendingar virknir á arbeiðsmarknaðinum, til teir fylla 65 (Mynd: Polfoto) Avdúka sosialt svik Tey seinastu árini hava fleiri danskar kommunur lagt seg eftir at avdúka fólk, sum misbrúka tær sosialu skipanirnar, og royndirnar vísa, at komm­unurnar hava fing­ið nógvar pengar aftur í kassan. Eitt nú fekk Aarhus kommuna 12,3 milli­ónir aftur í fjør, og tað var fleiri milliónir meiri, enn kommunan hevði væntað. Ein kanning hevur víst, at danir svika fyri mill­um sjey og tólv milli­ardir krónur um árið. Í 2010 eydnaðist tað komm­unun­um at av­ dúka svik fyri 350 milli­ ónir krónur, og hetta talið var helst munandi størri í fjør, sigur DR. Landspolitikararnir hava eisini sett sær fyri at avdúka og revsa sosialt svik, og í heyst yvir­tekur tað almenna Udbetaling Danmark avdúk­ingararbeiðið hjá kommununum. Pápin fer ikki í rættin Jens Breivik, sum er pápi hópdrápsmannin Anders Behring Breivik, hevur sýtt fyri at lata norsku løgregluna av­ hoyra seg í sambandi við rættarmálið ímóti son­inum. Hann hevur har­afturat boðað frá, at hann ætlar sær ikki í rættarhølið í Oslo, tá málið ímóti soninum byrjar tann 16. apríl. Hann ætlar sær heldur ikki í fongslið at vitja sonin. – Hann hevur sagt, at hann vil ikki hava familj­ una á vitjan, sigur Jens Breivik við NTB. Norska løgreglan hev­ur havt samband við Jens Breivik, sum býr í Fraklandi, men hann vildi ikki siga nakað um sonin og málið. Hinvegin vil hann fegin úttala seg til fronsku løgregluna, sigur hann við NTB. Nógv ógift í Keyp­ mannahavn Nýggj tøl hjá donsku hagstovuni vísa, at meiri enn helmingurin av tí vaksna fólkinum í Keypmannahavn eru ógift. Heilt neyvt vísa tølini, at 52 prosent av teimum, sum eru eldri enn 17 ár, eru ógift. Hetta er væl meiri enn aðrastaðni í land­ in­um, og tað kann tykj­ ast eitt sindur løgið, at í Norðursjællandi, sum ikki er so langt frá høv­ uðs­staðnum, eru færri ógift enn í nøkrum øðr­ um landsparti. Har eru 24 prosent av teimum, sum eru eldri enn 17, ógift. Tá tað snýr seg um hjúna­skilnaðir, er mun­ urin ikki so stórur mill­ um landspartarnar. Lut­falsliga eru flestu skilnaðir eru á Born­ holm, meðan fólk í Vestur­jyllandi duga best at halda saman.