mikudagur 15. februar 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. februar 2012 · Nr. 20
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ikki er tað nemt at skriva
minningarorð um ommu,
minnini eru so nógv. Hvat
skal eg skriva um?
Tey fyrstu barnaárini
minnist eg ikki so nógv um
ommu, tí vit búðu í Norra.
Men tá eg var 11, komu omma
og abbi til Norra at vitja. Tá
kom eg at kenna hana væl.
Ein mánað aftaná, at tey
fóru heim, mistu vit pápa, og
so komu vit til Føroyar.
Minnist so væl, tá vit
komu heim, at omma segði
við meg, at nú skuldu vit
búgva hjá teimum. Havi
hugsað seinni, at tað mundi
ikki vera lætt at taka okkum
inn, mammu og trý børn í
aldrinum 8,10 og 12.
Vit vóru nokk ikki so góð
at fáast við heldur, dugdu
ikki føroyskt, og alt var
nýtt. Abbi var eisini sjúkur,
so tað hevur verið strævið
hjá henni.
Mamma fór út at arbeiða,
og so var omma tann, sum
var inni hjá okkum. Tá man
kom úr skúlanum, so var tað
fyrsta man rópti: Omma. Ja,
omma, tað var gott at vita,
at tú var har. Í 22 ár búðu eg,
Trygvi og børnini hjá ommu.
Omma var so góð við børnini,
Steinbjørn
var
hennara
fyrsta langommubarn. Havi
sagt tað so ofta, at eg hevði
tvær mammur, so eg var
heldig.
Omma
var
eitt
gott
menniskja, nakað serligt fyri
okkum øll. So mild og góð,
altíð kom hon við einum
góðum orði ella gav hon
okkurt. Eingin mátti mangla
nakað. Serliga var tað um vit
høvdu etið. Hvørja ferð vit
komu inn segði hon: hava
tit fingið nakað at eta? Hon
hugsaði altíð um onnur og
ikki seg sjálva. Eitt annað
sum sermerkti ommu var
hennara trúgv á Jesus.
Hvønn morgun, tá hon
kom upp, tók hon manna
korn áðrenn hon fekk sær
morgunmat. Hon segði, at
man skuldi fáa sær andaliga
føði fyrst. Nógv eru komin
inn um gátt at fáa eitt gott
mammankorn frá ommu.
Alt frá tá vit skuldu upp
í roynd, koyrikort, út at
ferðast. Sangurin var eisini
nakað serligt fyri hana.
Hon sang altíð, spældi eisini
upp á harmoniku, orgul og
munnharpu. Eg eri so glað
fyri at omma hevði eitt so
gott samband við Jesus, at
hon kundi geva tað víðari til
mín so eg kann hava tað við
mær í lívinum.
Inni hjá ommu hongur
eitt orð yvir hurðini í stov
uni, har stendur »Lít á Harr
an«. Tað hevur stóran týdn
ing fyri meg. Sum omma
eldist, so var mamma heima
hjá henni, og vit hjálptu
til, tá vit kundu. Mamma
skal hava stóra tøkk fyri, at
hon passaði ommu so væl í
so mong ár. Seinni gjørdu
umstøðurnar so, at hon kom
at vera á ellisheimi í eina
stutta til tíð. Tað var altíð
gott at koma har at vitja.
Har fekk hon góða røkt, og
øll vóru líka góð við hana.
Góða omma, eg kundi
skrivað nógv meir. Men
eg vil takka tær fyri alt, tú
hevur verið fyri meg. Tú var
verðins besta omma. Nú ert
tú heima hjá tínum elskaða
Jesus og øllum teimum sum
fóru undan.
Vi skal samles i himlen,
i himlen engang
Hver en sjel som sin frelser
har kær
Skal der love og prise sin
Gud.
Æra veri minnið um mína
elskaðu ommu.
Mai-Britt
Nøvn
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi tá okkara elskaða kona, mamma,
vermamma og omma
Jórun Johannesen
ættað úr Syðrugøtu, búsitandi í Trongisvági, andaðist og varð jarðað.
Tøkk til talarar, spælara familju, vinir og kenningar. Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og
gávur. Tøkk til tykkum øll sum hjálptu til við jarðarferðina. Tøkk til tykkum, ið fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað her á fold.
Fyri tey avvarðandi
John Andrew, Ann, Jóhannes, Elinborg og Sólarn við familjum.
Til minnis um mína elskaðu ommu
Karin Elisa Olsen fødd Tausen
f.17.07.18 d.03.09.11
90 ára føðingardagur
Týsdagin 21. februar fyllir Mina Knudsen 90 ár. Dagurin
verður hildin á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi. Tey, ið
ynskja at heilsa upp á hana, eru hjartaliga vælkomin til tað
frá kl. 16 – 20.
90 ára føðingardagur
Fríggjadagin 24. februar fyllir Mathilda Tausen. Vágur,
vanliga nevnd Mathilda á Gaddi 90 ár. Dagurin verður
hildin í sambýlinum Stórheyggur 9 frá kl. 17 til 21. Hjartaliga
vælkomin.
75 ára føðingardagur
Fríggjadagin 17. februar fyllir Petur Gærdbo á Nesi í Vági 75
ár. Petur verður burturstaddur føðingardagin.
60 ára føðingardagur
Sunnudagin 26. februar fyllir Davina Lamhauge, Lamba, 60
ár. Dagurin verður hildin í Sjókafeini í Runavík frá kl.13.00 til
kl. 18.00. Hjartaliga vælkomin.
Diamantbrúdleyp
Hósdagin 23. februar hava Olga og Líggjas Vágslíð, Klaksvík,
diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Emmaus frá kl.
17.00 til kl. 21.00. Øll eru vælkomin.
70 ára
føðingardagur
Sunnudagin
26.
febr.
fyllir Óli Steinberg 70 ár.
Dagurin
verður
hildin
leygardagin 25. febr. kl 18 í
bygdarhúsinum í Leirvík.
Tey, ið ynskja at gleða
Óla við at koma, verða
biðin um at tekna seg á
tlf. 225542 í seinasta lagi
mánadagin 20. febr.
Nú Føroya Pedagogfelag
hevur verið í verkfalli í
tvær vikur, heitir Javnaðar
flokkurin á Fíggjarmálaráðið
um at vísa ábyrgd og vilja til
at finna eina loysn á trætuni,
og at virða rættin til frælsar
samráðingar.
Eftir at kommunurnar
hava víst vilja til at ganga
ynskjunum hjá Pedagog
felagnum á møti innan ver
andi lógarkarmar, hómast
als ongin vilji frá landsins
síðu.
Landið verður ikki bein
leiðis rakt av pedagogverk
fallinum, meðan kommunur,
starvsfólk, arbeiðspláss og
familjur í Føroyum verða
hart rakt.
Støðan er lítið virðilig,
bæði fyri arbeiðsgevara og
arbeiðstakara, og tí heitir
Javnaðarflokkurin
staði
liga á Fíggjarmálaráðið um
alt fyri eitt at taka samráð
ingarnar upp aftur, við tí
fyri eyga at geva limunum
í Pedagogfelagnum virðiliga
løn og karmar at virka
undir.
Við kvøðu,
Javnaðarflokkurin
Áheitan til Fíggjarmálaráðið
Sunnukvøldið 19. februar kl.
20:00 letur Frits Johannesen
upp
framsýning
við
vatnlitsmyndum
í
for
kirkjuni í Glyvra kirkju.
Myndirnar eru gjørdar í
desember (2011), januar og
februar í ár. Myndaevnið
er úr bíbliusøguni – úr líð
ingarsøguni, har festið er
í tí líðandi menniskjanum,
sum vit hava upplivað tað
hjá øðrum listafólkum, ið
hava gjørt vatnlitsmyndir
t. d. Emil Nolde, sum undir
seinna heimsbardaga mál
aði “Tær ómalaðu vatn
litsmyndirnar”. Gongdin í
líðingini her er eitt lítið bikar
av vatni, ein lítil pensil og
nøkur smá litkorn, sum lata
upp fyri einari ikoniskari
frásøgn úr Getsemane.
Tá ið framsýningin letur
upp, heldur Frits røðu.
Bíbilskar vatnlitsmyndir úr líðingarsøguni í Glyvra kirkju