mikudagur 15. februar 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 15. februar 2012 · Nr. 20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Mær dámar vanliga væl
at lesa tað sum Jógvan við
Keldu skrivar, væl at merkja,
tá ið hann er sakligur. Í trim
um teim síðstu greininum er
fult av ósannindum og illgit
ingum. Veit ikki hvat bagir
manninum, tí høvuðsenda
málið hjá hansara flokki er
nátt, nevniliga privatiseringin
av landskassanum!!!!
Veit ikki nær Fólkaflokk
urin hevur fingið ognar
rættin til vinnulívsfólki í Før
oyum, tað munnu vera fáir
Føroyingar sum ikki glaðast,
tá í tað gongur væl í fiski
vinnuni. J. v. K. nevnir nøvn,
og tað kundi verið nevnd
fleiri, bæði fyrrverandi og
núverandi vinnulívsfólk sum
løgdu lív og sál í, til gagns fyri
land og fólk. Tað sum ger, at
fólk missir álitið á vinnulívi
er sjálvur Fólkaflokkurin!!
Teir hava innført ein Ludo
manivinnulívspolitikk, sum
gevur somu møguleikar til ein
kiosk- ella pylsuvognseigara,
sum til framleiðslugøgnini,
og tað hevur kosta lands
kassanum hundraðtals mill.
Verður tað sagt alment,
verður tað av Jógvan og
fylgisneytum skírt at vera
øvundsjúka og forfylging.
Nú hevur J. v. K sjálvur sitið
í Løgtinginum saman við 5
floksfeløgum, sum allir hava
verið hinumegin bæði lógar
og moralska markið. Veit
ikki um hann hevur sitið
á fremsta bonkið og sagt:
"Fyrigev teimum, teir vita
ikki hvat teir gera." Hvussu
skal álitið vera á ein slíkan
flokk? Trúgvi ikki at okkara
virkisfýsna
vinnulívsfólk
góðtaka slíkt, og hvat siga
okkara stríðsfýsnu vinnu
lívsfólk til, at sjálvur fíggjar
málaráðharrin
rennur
sneisaørindi fyri Kaj Leo, til
Danmarkar at hækka ríkis
stuðulin? Er tað soleiðis,
sum eg eri stórliga bangin
fyri, at tann nýlibiralistiski
fólkaflokkurin er ein bløðra,
sum hevur stungið hol á seg
sjálva, har libiralisman bara
er galdandi fyri hini? Teir
hava sett eitt heilt land í pant,
fyri teirra eksperimentum.
Tað sær ikki út sum J. v. K
fær bønarsvar, ella?; men vit
kundu kanska sagt tað felags:
Fyrigev teimum, teir vita ikki
hvat teir gera,og so fingið at
vita , hvør hugburður taldi
meira í himmiríki? Kanska
sætta boð hevði gjørt munin
PS: Ludomani er verri
at lekja enn narkomani og
alkahollisma, og tað hevur
longu ofer framyvir at kosta
hundraðtals milliónir. Tað
kallar J.v. K fyri øvundsjúka
og forfylging??? Og tá J.v. K.
skírir almennu fjølmiðlarnar
at vera ov vinstrahallar og
mælir til høgrasnaring, kann
fólk bara fara á okkurt hissini
bókasavn og lesa hvussu
saklig høgrapressan var, við
Óla Breckman á odda, har
kann J.v. K. síggja, svart uppá
hvítt, hvat forfylging er.
Nei, harra J.v.K, almennu
fjølmiðlarnir
sleppa
tit
aldrin at privatisera, hartil
og ikki longur, nú er well,
vit liva hóast alt í einum
rættarsamfelag(sigst)
har
fólkaflokkurin ikki avgerð
hvar markið gongur. Vit
eru túsundtals onnur sum
virða moralska markið, tað
væntar í ólukkumát í fólka
flokkinum, forrestin, hvar
aðrastaðni í heiminum er ein
innbrotstjóvur settur sum
fíggjarmálaráðharri? At tvey
løgreglufólk eru vald inn á
ting fyri flokkin, sær ikki út
til at økja um trúvirði, tað er
sum við meginparturin av tí
sum kemur frá hasum flokki,
tað reina bluff!!!!
Svar til Jógvan við Keldu
Eyðun Joensen
Vestmanna
Foreldraráðini á dagstovnunum á Argjum vilja við
hesum skrivi heita á partarnar um alt fyri eitt at fáa
eina semju í lag. Vit meta, at henda støðan ikki longur
er livilig, hvørki fyri starvsfólk innan námsfrøðiliga
økið, foreldur og eina mest børn okkara.
Væl vitandi um, at uppgávurnar á stovnum
er vorðnar alsamt fleiri og størri, halda vit, at við
hesari ábyrgd eigur at fylgja fyrireikingartíð og løn.
Neyðugt er at fáa eina avtalu um hesi viðurskifti og
fáa eina nøktandi loysn í lag. Eina skipaða loysn, ið
kemur øllum til góðar. Allar mest børnum okkara.
Vit hava stóra virðing fyri tí arbeiði, ið framt
verður úti á stovnunum, har ið børnini eru
meginpartin av degnum. Fyri at røkta starvið til
fulnar er neyðugt við einari fastari og haldgóðari
skipan um fyrirreikingartíð, og sjálvsagt skal lønin
fylgja við.
Vit ynskja, at partarnir hava hetta í huganum,
tá ið teir aftur fara til samráðingarborðið. Ein endi
má fáast á hesum drúgva arbeiðssteðgi. Hetta er ein
fíggjarligur smeidtur hjá mongum, ið ikki kunnu
fara til arbeiðis.
Vit vilja heita á Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
og Fíggjarmálaráðið um at taka um endan og steðga
hesari trætuni. Á henda hátt vísa virðing fyri
foreldrum og børnum okkara.
Vegna Foreldraráðini á
Dagstovninum á Hamrinum
Dagstovninum á Argjum
Dagstovninum í Løkjatúni
Fáið semju í lag
Bygnaðurin í TF-samtakinum
minnir nógv um bygnaðin
í gamla Eik Banka, har
nevndarlimir
og
stjórar
ganga aftur hvør um annan í
nógvu feløgunum. Samtakið
er so peningasterkt og so
víttgreinað, at ein møgulig
kreppa í samtakinum hevði
havt vanlukkuligar fylgj
ur fyri føroyska samfelagið.
Nýliga viðtikna bygnaðar
broytingin hevur neyvan ta
stóru ávirkanina.
Tryggingarsamtakið Før
oyar hevur ein bygnað, sum
umfatar 6 dótturfeløg, sum
er
undirlagt
TF-Holding,
sum síðan aftur er undir
lagt Ognarfelag Tryggingar
takaranna. Ein útgreining er
at síggja í miðlunum, skrivað
av valevninum Jonhard Elia
sen.
Ognarfelag
Tryggingar
takaranna verður stýrt av
einum
umboðsráði,
sum
verður valt av trygg-ingar
takarunum í eini skipan, har
uppstillaðu valevnini á ein
prostitutións-líknandi hátt
skulu biðja fólk um loyvi at
biðja um atkvøðuseðil, so at
tey fáa loyvi at atkvøða.
Fjesbók, telefonupp
ringingar og
hurðabankan
Tey, sum hava ein stóran Fjes-
bókaprofil, hava fyrimun og
tey sum áhaldandi ringja
fólk niður ella banka upp á
hurðar. Hetta er kvalifika
tiónskriteriið
í
hægstu
leiðslu í landsins størsta pen
ingasamtaki við eini eginogn
upp á út við 1,7 mia. kr.! Hesa
skipan hevur umboðsráðið
– tíni og míni umboð, sum
sita fjálgt innanfyri – ikki
viljað broytt. Uppskot um
broyting av hesi skipan fall á
síðsta aðalfundi!! Tó kemur
hetta uppskotið frammaftur
á komandi aðalfundi. Havi
sjálvur sum meinigur limur
lagt tað fram.
Hetta umboðsráð velur
síðan nevnd í TF-Holding,
sum síðan velur nevnd í
dótturfeløgini, har nógv
nøvn á nevndarlimum og
stjórum ganga aftur hvør
um annan.
Ivasamar viðtøku
broytingar
Á eykaaðalfundi í januar í
ár varð bygnaðurin broytt
ur. Formaðurin í umboðs
ráðnum hevði eina sera
sannførandi framløgu, sum
bygdi á eina broyting av
umboðsráðnum frá 23 til
35 limir, og at valskeiðið hjá
nevndarlimum bleiv stytt úr
4 niður í 2 ár. Hetta var eftir
uppskoti frá útlendskari ráð
gevarafyritøku.
Men um umboðsráðið
blívur meiri kvalifiserað við
35 fjesbókavaldum limum í
staðin fyri 23, er sera ivingar
samt, og um nevndarlimirnir
blíva tað við at verða valdir 2.
hvørt ístaðin fyri 4. hvørt ár,
tá ið nøvnini eru tey somu, er
eisini sera ivingarsamt.
At umboðsráðið orsakað
av valskipanini møguliga er
inkompetent, hevur leiðsl
an uttan iva innsæð, tí ein
fylgibólkur upp á 5 fólk, har
í hvussu so er 3 ganga aftur,
verður settur á stovn at
ráðgeva umboðsráðnum. Í
veruleikanum verður valdið
sentraliserað í hesum fylgi
bólki.
Manglandi opinleiki
fremur illgruna
Upp á fyrispurning frá und
irritaða á eykaaðalfundinum,
hvat útlendska ráðgevara
fyritøkan segði um bygn
aðarskipanina í samtakinum,
fekst ikki annað at vita, enn
at hetta ikki var óvanligt
aðrastaðnis.
At
ráðgevarafyritøkan
ikki
hevur
havt
annan
møguleika enn at byggja
broytingaruppskotið upp á
verandi bygnað, er eyðsæð
og kanska forkláringin upp á
lítið umfatandi broytingina.
Manglandi opinleikin í
fløkta strukturin fremur ill
gruna, um hesin so er rættur
ella skeivur. Ivist ikki í, at
forstjórin í gamla Eik-banka
eisini fáar mánaðar undan
skrædlinum kundi hildið eina
eins sannførandi framløgu.
Tú kanst gera tína
ávirkan galdandi
Men tú kanst gera tína
ávirkan galdandi við um
boðsráðsvalið, sum fer fram
í hesum døgum fram til 23.
febr. Tó mást tú biðja um
atkvøðuseðil frá Tryggingar
felagnum innan 17. febr.
Undirritaði stilli upp til
umboðsráðsvalið,
har
eg,
um eg verði valdur, ætli
mær at arbeiða fyri størri
opinleika,
burturbeining
av forðingum til val og lut
tøku á aðalfundum og ein
um bygnaði, sum ikki er
innannørandi, sum nú.
Um tú ynskir tað, kann
eg útvega tær atkvøðuseðil,
um tú letur meg fáa navn,
bústað og føðingardag. Tú
kanst ringja/sms'a á 217942
ella maila á johan.petersen@
sjotek.fo
Bygnaðurin í TF – sporini ræða
Johan Petersen