mikudagur 15. februar 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 15. februar 2012 · Nr. 20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Pætur Albinus
Í gjárkvøldið dystaðust oddaliðið
KÍF og væl smurda maskinan hjá
Kyndli, sum hevði vunnið tveir
dystir á rað ímóti ávikavist Neist
anum og StÍF. Kollfirðingar høvdu
sterku skjúttarnar, Niklas Reginsson
og Andrias Nielsen, uttanfyri við
skaðum, og tað merktist. Í einum
rótutum, tó jøvnum, fyrra hálvleiki
hevði KÍF sjáldsama soltna úrtøku
og fekk bara níggju mál teir fyrstu
30 minuttirnar.
Kyndil dróg á fyrsta sinni frá
eftir javnleik 9-9 og slapp til hálv
leiks á odda 11-9.
KÍF vendi øllum
Tað skuldu bara ganga fáir minuttir
av seinna hálvleiki, tá ið KÍF vísti
styrki og vann seg inn aftur á Kyndil.
Serliga var tað avloysarin á vinstra
bakki, Hans Eli Sigurðbjørnson,
sum langaði nógvar bóltar í netið.
Tá ið 10 minuttir vóru eftir av
dystinum var KÍF á fyrsta sinni á
odda við fýra málum, nevniliga 21-
17, og tá var dysturin í veruleikanum
avgjørdur. KÍF vann dystin 23-21.
Hvørgin málmaður stóð væl og
høvdu teir so frægt sum bara staðið
nøktandi, so høvdu enn færri mál
komið. Úrslitið er eitt gott prógv
um, at spælið var illa skipað og
rótut.
KÍF er nú við 28 stigum ikki færri
enn 12 stig frammanfyri Neistan og
VÍF á øðrum plássi. Kyndil er fram
vegis aftast við tveimum stigum
upp til Team Klaksvík og StÍF, sum
bæði tó hava leikt ein dyst færri.
albinus@sosialurin.fo
KÍF: Hans Eli Sigurðbjørnson
(8) Pætur Johannesen (4) Hans
Áki Dal-Christiansen (3) Teitur
Joensen (3) Rúni Joensen (1) Ási
Dam (1) Nicklas Selvig (1) Búgvi
Johannesen (1) Jákup Trygvason
(1)
Útvísingar: 3 x 2min.
Kyndil: Miroslav Vladkov (8)
Julian Johansen (5) Andrias
Sólsker (2) Ludvík Súnason
(2) Høgni Klein Olsen (2) Hans
Arni Thomsen (1) Rógvi Dal-
Christiansen (1)
Útvísingar: 3 x 2min.
Pætur Albinus
Vantandi breiddin á Tjaldursliðnum
er ikki at fara skeivur av, og teir
níggju leikarar teirra á dómara
seðlinum í gjárkvøldið runnu inn
í enn eitt stórtap – hesaferð ímóti
Kyndli. Tjaldur hevur ofta stórar
trupulleikar í byrjanini, og sama
søgan var hesaferð. Eftir bara
smáum tíggju minuttum var Kyndil
á odda 7-1, men sigast má, at heima
liðið síðani reisti seg av álvara
aftur og fekk minkað niður í 9-7.
Tá kom aftur lív í Kyndil, sum fekk
fimm mál á rað og at enda slapp til
hálvleiks við 15-10-leiðlsu.
Kyndil avgjørdi
Sigurin hjá Kyndli var ongantíð í
vanda og í seinna hálvleiki bygdu
tær bara upp á frammanundan
tryggu leiðsluna. Seinastu tíggju
minuttirnar skeyt Ásleyg Súna
dóttir heili fimm mál og var hon
við til at sláa ein rimmar fastan
38-22-stórsigur á talvuna. Hóast
dysturin var heldur harðliga leiktur
við ikki færri enn 11 útvísingum, so
var álopsspælið gott.
Kyndil hevur nú vunnið tveir á
rað og otar seg frá botnliðunum.
Tær hava nú 15 stig og eru sjey
stig frá einum FM-finalugevandi
2. plássi. Tjaldur hevur tað einsligt
á aftasta pláss, har tær í 16 dystum
bara hava vunnið sær eitt stig.
albinus@sosialurin.fo
Tjaldur: Adina Petrea (8) Sólfríða
Pattinson (4) Dania S. Poulsen
(3) Ansy Sevdal (3) Alina Olaru
(2) Rannvá Jacobsen (1) Birita
Absalonsen (1)
Útvísingar: 5 x 2min.
Kyndil: Turið Arge Samuelsen
(6) Anja Heinadóttir (6) Ásleyg
Súnadóttir (5) Anna Brimnes
(5) Randi Wardum (4) Annika
Sigurðsdóttir (3) Jórun Ludvig
(2) Súsanna Petersen (2) Birita
Mortansdóttir (2) Bjarta O.
Johansen (1) Bára K. Hansen (1)
Benadikta Johannesen (1)
Útvísingar: 6 x 2min.
Tjaldur aftur avhølvað
Hondbóltur Kyndil hevði ongar trupulleikar í Runavík í gjárkvøldið
og við 38-22-stórsigri ota tær seg nú frá botnliðunum
Tjaldur - Kyndil 22-38 (10-15)
KÍF - Kyndil 23-21 (9-11)
Kyndil argaði
til fánýtis
Hondbóltur Kyndil við vindi í seglunum var um at
koppa oddaliðnum KÍF í gjárkvøldið, men kollfirðingar
vendu gongdini í seinna hálvleiki og við 23-21-sigri
halda teir rimmar fast um oddasessin