mikudagur 15. februar 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. februar 2012 · Nr. 20
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Jóannes Hansen
Lars Olsen hevur eftir at hava verið
saman við føroyskum fótbólts
spælarum nakrar ferðir síðani árs
skiftið gjørt av, hvørjir 22 skulu taka
lut í venjingarleguni, sum landsliðið
um mánaðarskiftið skal á suðuri í
Spania.
Tað var ikki sørt, at tað vakti ans,
tá ið úttøkan varð almenn, at eingin
á meistaraliðnum hjá B36 varð
boðsendur at koma við á venjingar
leguna hjá landsliðnum.
Súni Olsen og Atli Danielsen hava
verið fastir menn á landsliðnum, og
Høgni Eysturoy, Símun Joensen og
Meinhardt Joensen hava luttikið
í landsliðsvenjingum síðani árs
skiftið.
Stutt eftir at listin við nøvnunum
á teimum, sum vóru úttiknir, var
kunngjørdur, vísti tað seg, at eitt
navn varð gloppið burtur ímillum.
Talan var um Atla Danielsen, sum
stóð í yvirlitinum í brævinum, ið
spælararnir fingu frá FSF, men sum
í fyrstu atløgu ikki var á listanum,
ið sást á heimasíðuni.
Síðani er hetta rættað, og harvið
eiga meistararnir í B36 eitt umboð
í landsliðshópinum, og tað er Atli
Danielsen.
Í fjør var Odmar Færø sannur
brandur í miðverjuni hjá B36. Brian
Kerr metti kortini ikki, at Odmar
var nóg góður at spæla á landslið
num. Nú er Odmar Færø farin til
Skotlands at lesa, og nú hevur Lars
Olsen sent boð eftir honum um at
vera við í landsliðsfyrireikingunum.
At Odmar verður við á venjingar
leguni fer at geva venjaranum høvi
at taka bestikk av, um verjuspælarin
er eins væl fyri nú, sum hann var
tað í fjør.
Avboðini í Føroyum
Onkrir av teimum, sum hava verið
fastir menn á landsliðnum, og sum
framvegis mugu metast sum góð
boð upp á pláss millum teir fyrstu
ellivu, eru ikki á 22 manna listanum
hjá Lars Olsen.
Ein teirra er B36 spælarin Súni
Olsen. Hann hevur givið avboð, tí
landsliðsferðin hesa ferð ikki passar
saman við læraraútbúgvingini hjá
honum.
Ein annar, sum hevur givið av
boð, er Símun Samuelsen. HB spæl
arin var nógv skaðaplágaður í fjør,
og hann hevur heldur ikki síðani
ársskiftið verið førur fyri at venja
við fullari ferð. Sum tað skilst, so
passar landsliðsferðin til Spania
júst nú heldur ikki saman við
bankaútbúgvingini hjá Símuni.
Fróði
Benjaminsen
var
lið
formaður á landsliðnum síðstu
undankapping. Fróði er ikki á
listanum hjá Lars Olsen hesa ferð.
Í heyst segði Fróði seg ivast í, um
hann framvegis fór at vera tøkur
til landsliðsfótbólt. Nú hevur hann
boðað frá, at hann er tøkur hjá
venjaranum. At Fróði ikki fer við
niður til Spania kemst av, at hann
í vetur hevur verið burturstaddur
í arbeiðsørindum, og tískil ikki er
komin so langt í venjingini, sum
hinir eru tað. Eingin ivi er kortini
um, at Fróði, um hann aftur í ár
verður á støðinum, sum hann hevur
verið, fer at fáa møguleikan á mið
vøllinum hjá Lars Olsen.
Ein fjórði spælari, sum hevur
verið í landsliðshópinum síðstu
árini og sum ikki er við hesa ferð,
er Christian R. Mouritsen, sum í
fjør spældi við íslendska Vali, men
sum nú er í HB. Christian varð fyrr
í vetur skaddur í knænum. Skaðin
er so mikið álvarsligur, at Christian
framvegis ikki fær vant saman
við liðfeløgunum, og tí er hann
sjálvandi ikki tøkur til landsliðsav
bjóðingina.
Avboðini uttanlands
Tað hevur aftur og aftur verið
sagt, at tað hevur alstóran týdning
fyri menningina av landsliðnum,
at føroyskir spælarar royna seg
í útlendskum feløgum og helst í
fremstu røð.
Seinnu árini hevur tað verið
longri millum føroyingar í fremstu
Jóannes Hansen
Mánakvøldið varð lutur kast
aður um, hvussu liðini skulu
hittast í innleiðandi og fyrsta
umfari í kappingini um Løg
manssteypið.
Innleiðandi
umfarið verður 24. mars, og
fyrsta umfar verður mánadagin
9. apríl, sum er 2. páskadagur.
Um ásetingarnar í steypa
kappingini
vera
tær,
sum
higartil hava verið galdandi, so
verður loyvt at skifta tríggjar
spælarar út, men tað er møgu
leiki fyri, at reglarnir verða
broyttir soleiðis, at møguleiki
verður í ávísum førum at skifta
fýra spælarar út.
FIFA nevndin hevur aðal
fund 3. mars, sum er leygar
dagurin í næstu viku. Á skránni
eru uppskot um broytingar
í ásetingunum fyri fótbólts
reglarnar. Talan er um átta
uppskot.
Útskiftingarnar
Millum uppskotini er eitt, sum
sigur, at møguleiki skal verða
fyri at skifta í mesta lagi fýra
spælarar út og ikki tríggjar,
sum hevur verið galdandi áset
ingin nógvu tey seinastu árini.
Uppskotið hjá FIFA snýr
seg um møguleikan fyri einari
eyka útskifting í dystum, har
leiktíðin er meiri enn 90 min
uttir. Tað vil siga um dystir, tá
ið talan er um longda leiktíð, og
longd leiktíð er fyrst og fremst
í steypadystum.
Skotið verður upp, at fjórða
útskiftingin skal verða loyvd
í longdu leiktíðini og ikki fyrr
enn tað.
Linari revsing
Sum reglarnir eru nú, so er
tað soleiðis, at sektin fyri so
nevndu
neyðbremsuni
er
rættuliga stór, tá ið hon verður
nýtt í brotsteiginum. Nú verður
skotið upp, at sektin í hesum
sambandi verður linari.
Nú er tað soleiðis, at dóm
arin sambært reglunum skal
døma brotsspark og so vísa
spælaranum
reyða
kortið,
sum so verður eyka sektað við
leikbanni. FIFA vil nú hava, at
sektin fyri neyðbremsu í brots
teiginum verður brotsspark og
gult kort og harvið ikki leik
bann.
Tað plagar at vera soleiðis,
at uppskot um broytingar, sum
koma frá FIFA, verða samtykt,
og ivaleyst verður tað eisini
soleiðis hesa ferð.
Enn er ikki greitt, nær
broytingarnar í reglunum fara
at galda frá, og tískil er heldur
ikki greitt, nær hesir reglarnir
fara at fáa gildi í Føroyum,
og um teir tískil fara at galda
í steypakappingini, sum tað
verður farið undir leygardagin
24. mars, tá ið tveir dystir í
innleiðandi umfarinum eru á
skránni: FF Giza/FC Hoyvík-
MB og Undrið FF-Royn.
joannes@sosialurin.fo
Hetta er góð
hjá ungum
Nú verður
loyvt at
skifta fýra
spælarar út
Fótbóltur FIFA leggur eisini
upp til, at tað skal kosta gult og
ikki reytt kort, tá ið upplagdur
málmøguleiki ólógliga verður tikin
frá spælara í brotsteiginum
Fótbóltur At fleiri av teimum, sum higartil hava verið
fastir menn á landsliðnum, ikki vera við á venjingarleguni
í Spania, er gylt høvi hjá ungum monnum at sannføra
venjaran um, at hann eigur at geva teimum møguleikan