mikudagur 15. februar 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 15. februar 2012 · Nr. 20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Jóannes Hansen
Tá ið tað fyrr í vikuni varð
kunngjørt, hvørjir um mán
aðarskiftið skulu við Lars
Olsen og landsliðnum niður
til Spania á venjingarlegu, var
einki at síggja til navnið á Pól
Jóhannusi Justinussen, sum er
sáttmálabundin at superligu
felagnum AaB.
Orsøkin er tann, at Pól
Jóhannus í løtuni stríðist fyri
at vinna sær pláss í besta hóp
inum hjá felagnum í Aalborg,
sum fyrsta vikuskiftið eftir
mánaðarskiftið fer undir aftur
landskappingina í Danmark.
At Pól Jóhannus venur og
møguliga spælir við AaB er
fyri hann betri fyrireiking til
landsdystirnar seinni í ár, enn
tað hevði havt verið, um hann
stutt undan kappingarbyrjan í
Danmark var við landsliðnum í
meiri enn eina viku í Spania og
harvið var burturi frá AaB.
Í hesi vikuni er AaB í Algarve
í Portugal á venjingarlegu, og
tað tykist ganga væl hjá Pól
Jóhannusi. Í gjár var venjingar
dystur á skránni ímóti Porto
monense, sum í fjør flutti niður
úr bestu og í næstbestu deild
ina í Portugal.
Í AaB hópinum eru ikki so
nógvir verjuspælarar. Onkur
av teimum, sum plagar at vera
fastur maður, er eitt sindur
skaddur og tískil ikki tøkur
í gjár, og tað bar við sær, at
Pól Jóhannus Justinussen frá
dystarbyrjan var í miðverjuni.
Fleiri útskiftingar vóru gjørdar
í 2. hálvleiki, men Pól Jóhannus
var á vøllinum allar 90 min
uttirnar.
Úrslitið var 3-1 til AaB eftir
2-0 í hálvleikinum. AaB venj
arin, Kent Nielsen, segði eftir
dystin við heimasíðuna hjá
AaB, at hann var nøgdur við
verjupartin. Um samanspælið
millum
Pól
Jóhannus
og
Nicholas Frederiksen, sum alla
tíðina vóru miðverjar, segði
venjarin soleiðis:
– Tað var ikki uttan mistøk,
men alt í alt var tað læruríkt
fyri teir báðar, og teir komu væl
frá tí. At vongverjarnir báðir
vóru so stinnir alla tíðina bar
við sær, at uppgávan var lætt
ari hjá miðverjunum, staðfesti
Kent Nielsen eftir dystarlok.
Fyrr í vikuni segði Kent
Nielsen, at nú verður fokus
í
venjingardystunum
flutt
frá, at nógvir spælarar hava
fingið høvi at royna seg og til,
at spælararnir, sum ætlanin í
fyrstu atløgu er at hava á lið
num í superliguni, venja seg við
at spæla allar 90 minuttirnar.
Tað ræður um at taka av,
tá ið møguleikin er har, og tað
vísti seg í gjár, at Pól Jóhannus
var klárur, tá ið brúk var fyri
honum. Tað styrkir sjálvsagt
um hansara støðu í kappingini
um plássini á besta liðnum.
Leygardagin 3. mars verð
ur farið undir aftur lands
kappingina í Danmark. Fyrsti
dysturin hjá AaB verður sunnu
dagin 4. mars, tá ið meistararnir
í FCK fara at vitja í Aalborg.
Hvussu tætt Pól Jóhannus
er at vera millum teir fyrstu
ellivu fæst aftur ein ábending
um, tá ið AaB leygardagin í
portugisiska várinum fer at
spæla ímóti svenska GAIS.
johannes@sosialurin.fo
røð í europeiskum kappingum, tá
ið sæð verður burtur frá Christian
Lamhauge Holst og teimum trimum,
sum í fjør spældu í Vali – Jónas þór
Næs, Pól Jóhannus Justinussen og
Christian R. Mouritsen.
Burtursæð frá Jónasi er eingin
av hesum á listanum hjá Lars
Olsen.
Pól Jóhannus er fult og heilt
fokuseraður á at vinna sær pláss
á besta liðnum hjá AaB. Um tað
eydnast, eigur tað at koma væl við
hjá Lars Olsen og landsliðnum.
Christian Lamhauge Holst er
ein av lyklaspælarunum í Silkeborg
IF, sum heldur vetrarfrí á sætta
plássi og droymir um møguleikan
at luttaka í europeisku kappingini
eftir summarsteðgin, samstundis
sum tað verður undirstrikað, at
møguleikin at flyta niður framvegis
spøkir.
Christian Lamhauge Holst hevur
verið væl upplagdur í venjingar
dystunum seinastu vikurnar. Í
5-0 sigrinum ímóti Viborg skoraði
hann tvey mál, og í 4-2 sigrinum
á Randers skoraði hann eina
ferð. Mánadagin fara Christian
Lamhauge Holst og Silkeborg IF á
venjingarlegu í Turkalandi, og tá
eru tveir venjingardystir á skránni.
Tann fyrri er ímóti liði úr bestu
deildini í Ukreina, og hin er ímóti
Tromsø í norsku tippuliguni.
Triði útisetin, sum átti at verið
upplagt val hjá landsliðsvenjaranum,
er Gunnar Nielsen. Ungi málverjin
er framvegis í Manchester City,
men hann er framvegis plágaður av
skaða, sum ger, at hann ikki verður
førur fyri at venja aftur fyrr enn í
fyrsta lagi eina ferð seint í vár.
Nýtt ættarlið
Teir 22, sum Lars Olsen hevur boð
sent at koma á venjingarleguna í
Spania, eru hesir:
Kristian
Joensen,
NSÍ,
Atli
Danielsen, B36, Jústinus R. Hansen
og Jann Ingi Petersen, B68, Arnbjørn
Hansen, Pætur Dam Jacobsen og
Rene Tórgarð, EB/Streymur, Hallur
Hansson, HB, Jákup Mikkelsen og
Bogi Løkin, ÍF, Hjalgrím Elttør, KÍ,
Atli Gregersen, Hanus Jacobsen,
Sølvi
Vatnhamar
og
Erling
Jacobsen, Víkingur, Jóhan Troest
Davidsen, Århus Fremad (DK),
Viljormur H. Davidsen, FC Fyn (DK),
Daniel Udsen, Elite 300 (DK), Jóan
Símun Edmundsson, Newcastle
United (ENG), Odmar Færø, Keith
FC (Skotland), Rógvi Baldvinsson,
Ålgård (Norge) og Jónas þór Næs,
Fremad Amager (DK).
Sjey av teimum 22 umboða
útlendsk feløg. Talan er kortini
ikki um feløg í fremstu røð. Jóan
Símun Edmundsson er sjálvandi
serliga áhugaverdur. Hann venur í
Newcastle og eigur harvið at vera
rættuliga væl fyri.
Jóhan
Troest
Davidsen,
Viljormur H. Davidsen, og Daniel
Udsen venja við feløgum í triði
bestu donsku deildini, og tað ger
Jónas þór Næs eftir øllum at døma
eisini, nú hann er skrásettur at
hoyra heima í Fremad Amager og
ikki í íslendska Vali.
Sølvi Vatnhamar og Hanus
Jacobsen í Víkingi og Pætur Dam
Jacobsen í EB/Streymi eru nýggir
í landsliðshøpi, og Erling Jacobsen,
Jann Ingi Petersen og Bogi Løkin
tykjast hava fingið nýggjan møgu
leika, eftir at teir ikki vóru so
nógv við, tá ið Brian Kerr hevði
leiðsluna.
Felags fyri fleiri av ungu monn
unum er, at teir hava royndir frá
yngru landsliðunum, og nú fáa
teir møguleikan at vísa, um teir
eru búnir til størri avbjóðingar.
Tað snýr seg eitt nú um Viljorm H.
Davidsen, Kristian Joensen, Hallur
Hansson, Rógva Baldvinsson og
Odmar Færø.
Landsliðið fer at landinum
leygardagin 25. februar, og flogið
verður til hús aftur sunnudagin 4.
mars.
joannes@sosialurin.fo
ur møguleiki
monnum
Felags fyri fleiri av ungu monnunum er, at teir hava
royndir frá yngru landsliðunum, og nú fáa teir møguleikan
at vísa, um teir eru búnir til størri avbjóðingar
Mynd: Álvur Haraldsen
Pól Jóhannus
er nú millum
teir bestu
Fótbóltur Føroyski
landsliðsspælarin stríddi seg
í gjár nærri plássi millum teir
fyrstu ellivu á AaB liðnum, sum
er á venjingarlegu í Portugal