mikudagur 15. februar 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. februar 2012 · Nr. 20
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Pætur Albinus
Ein miðvikudag ímillum tær fýra
ferðirnar, hann setir seg umborð á
Smyril ávegis til Suðuroynna, er VB-
venjarin, Kári Horn, staddur í heim
býnum, høvuðsstaðnum Tórshavn.
Hann ferðast nógv og má toyggja
seg fyri at fáa familju-, arbeiðs- og
venjaralívið at hanga saman, men
hetta hevur hann sjálvur valt.
Hondbóltur er rótfestur í familjuni
frá barnsbeini av, og undan hesum
kappingarárinum tók hann avgerð
ina um at á fyrsta sinni kasta seg út
í venjaralívið hjá vaksnum. Hann er
nú snúningsdepil í siðvandu hond
bóltsbygdini, Vági, har hann gongur
á odda hjá fremsta kvinnuliði
felagsins.
Liggur til familjuna
– Hondbóltur hevur altíð verið ein
partur av okkara familju. Eg havi
sjálvur spælt hondbólt síðani eg
sum fýra ára gamal fór til mini-
hondbólt í Eysturskúlanum hjá
Svannu
(Hanusardóttir,
blðm.).
Omma mín, Elsa Horn, var við í
Neistanum frá byrjan, og mamma
mín, Elsa Horn, er eisini í felagnum.
Eg havi eisini ein lítlabeiggja, sum
spælir, sigur Kári Horn, sum trúgvur
mótvegis siðvenjuni í familjuni
tekur lut í hondbóltinum.
Hann er nærmast sjálvsagt upp
vaksin í Neistanum, men hevur
síðani eisini spælt í danska felag
num Nykøbing FH, har hann eisini
av álvara fekk kveikt sín áhuga í at
gerast venjari.
– Eg var tað, sum teir har kallaðu
gubbi at ungdómsliðum í felagnum.
Tað merkti, at vit á besta liðnum
inn ímillum skuldu venja tey yngru
og eitt nú vísa teimum, hvussu vit
eldru venja, sigur Kári, sum altíð –
eisini sum spælari – hevur hugsað
nógv hondbólt og tískil ikki verið
langt frá einum venjarayrki.
– Sum spælari var eg kanska ein
strævin spælari hjá venjaranum
at hava við at gera. Eg hevði altíð
mínar meiningar. Venjarin hjá mær
í Danmark bað meg bara fara at
vera venjari, eftirsum eg altíð skuldi
vera so klókur, og í grundini gav
hann mær eitt spark í reyvina, tí tá
ið eg so fekk eitt tilboð um at venja
eitt ungdómslið í felagnum, tók eg
av, greiðir Kári frá um byrjanina
upp á venjaraleið hansara.
Hugskot til føroyingar
Tá ið Kári Horn spældi í Nykøbing
FH, var hann sum nevnt gubbi at
yngri liðum í felagnum, har hann
skuldi venja tey nú og tá. Eitt sera
gott hugskot sambært honum, sum
føroyingar kundu tikið upp.
– Talan var um eitt frálíkt sam
starv ímillum tey eldru og tey
yngru í felagnum. Vit vístu teimum
eitt nú hvussu vit eldru venja, og
afturfyri vóru tey í høllini til dystir
og heppaðu á okkum. Í Føroyum
sært tú ofta bara leikararnar ein
tíma í dysti ein sunnudag, so eg
haldi avgjørt, at hetta hugskotið
er nakað, vit í Føroyum burdu tikið
upp, sigur Kári.
Fyri tey yngru í felagnum vóru
leikararnir
sannar
fyrimyndir
og høvdu málað seg við nøvnum
teirra, tá ið tey stuðlaðu teimum
undir dysti.
Tilboð frá VB
Heimafturkomin til Føroya hevur
Kári sjálvur spælt hondbólt í barn
dómsfelagnum Neistanum, men
eisini eitt ár í StÍF. Hann hevur tó
allatíð havt eitt venjarastarv í ung
dómsdeildini við síðuna av, bæði
hjá Neistanum og StÍF, umframt at
hann hevur staðið á odda fyri U16-
kvinnulandsliðnum. Tað var júst
venjarastarvið hjá hesum landslið
num, sum upprunaliga knýtti hann
til VB, har hann nú er venjari.
– Eg var og vandi U16-kvinnu
landsliðið í Vági, og tá spurdi Egil
(Steintórsson,
formaður
í
VB,
blðm.) um eg ikki hevði hug at
venja kvinnurnar í felagnum. Tað
var kanska mest skemt og eg trúði
Kári Horn
Ungur venjari
Hondbóltur Hóast hann er livandi og mælskur sum fáur
venjari, so vísir hann á, at hann bara hevur borðreitt við
einum skeldi í 18 dystir. Við sínum bara 35 árum er hann
uttan samanbering yngsti venjarin í deildini og spildurnýggjur
venjari í vaksnamannahondbólti, men ikki trýtur við at
hava góð úrslit at vísa á hjá VB-venjaranum, Kára Horn.
Um vikuskiftið vann hann silvur í steypakappingini og enn
bankar lið hansara á dyrnar um at koma í FM-finaluna
Eg havi verið væl mót
tikin og følt meg ógvuliga
vælkomnan frá degi eitt. Eg
mangli einki. Hevur nakað
manglað, so havi eg fingið
tað beinanvegin, alt frá
keylur til nátturða
– Vit vístu teimum eitt nú hvussu vit eldru venja, og afturfyri vóru tey
í høllini til dystir og heppaðu á okkum. Í Føroyum sært tú ofta bara
leikararnar ein tíma í dysti ein sunnudag, so eg haldi avgjørt, at hetta
hugskotið er nakað, vit í Føroyum burdu tikið upp, sigur Kári Horn
Mynd: Álvur Haraldsen