Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. februar 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 15. februar 2012 · Nr. 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur tí ikki at byrja við, men hann vendi síð­ani aftur til mín; vit tosaðu aftur og fram og tað endaði við, at eg tók av, sigur Kári, sum ikki ivaðist eina løtu í tilboðnum. – Hetta var eitt stórt lop at taka, men eg ivaðist ikki. Tað var hetta, eg gjarna vildi. Eg havi altíð havt eitt ynski um at venja vaksin, staðfestir hann. Tað, at hann alt sítt lív hevur vant ungdómslið og nú skuldi taka fetið til at venja vaksin, var ein stór umbroyting. – Tað er stórur munur. Í ung­ dómsdeildunum ræður tað um at menna leikararnar, meðan tað í vaksnamannadeildunum ræður um at vinna. Sjálvandi skalt tú eis­ini menna leikararnar her, men nú skalt tú menna teir til at vinna dystir, so ein kann siga, at hetta er eitt heilt annað slag av menning, vísir Kári á. Góðar umstøður Vesturi á Eiðinum í Vági liggur VB- høllin, har VB spælir sínar heima­ dystir. Og tað eru nógvir trúgvir áskoðarar, sum dyst eftir dyst møtast at fylla høllina til heima­ dystirnar hjá VB. – Karmarnir á heimavølli eru fantastiskir. Tað er full høll hvørja­ ferð og øgiligur stuðul. Øll í Vági bakk upp um VB, so tað er heilt kolossalt, staðfestir Kári. Frá sjálvum felagnum fær hann eisini allan hugsandi stuðul. – Eg havi verið væl móttikin og følt meg ógvuliga vælkomnan frá degi eitt. Eg mangli einki. Hevur nakað manglað, so havi eg fingið tað beinanvegin, alt frá keylur til nátturða, skemtar Kári. Hann er ikki einsamallur norð­ ingur, ið er knýttur at hópinum. Undir liðini hevur hann ein hjálpar­ venjara og liðleiðara í 21 ára gamla Einar Martini Jacobsen, sum eisini er uppvaksin í Neistanum. – Hann ger eitt stórt arbeiði. Hann hjálpir til, har sum hann skal, og røkir allar uppgávur fult út, sigur Kári um hjálparvenjara sín, sum somuleiðis ferðast ímillum høvuðs­staðin og Vág fleiri ferðir um vikuna. Samansetingin riggar Tað hevur gingið gingið óvæntað væl hjá einum so lutfalsliga blað­ ungum venjara. Hann hevur av álv­ara fingið lív í felagið aftur við góðu gongdini. Kári metir tað vera eina góða blanding á liðnum. – Tað, sum hevur riggað, er ein samansetingur av øllum møguligum persónligheitum á liðnum – frá eldri til ungar. Viljin hjá teimum fær tað til at rigga. Tær vilja venja, møta væl upp og tað er einki fjas. Tær geva seg 120% til venjing, og tað er tað, sum skal til, sigur Kári. Undan kappingarárinum hevði hann sett sum málsetning, at lið hansara skuldi vinna okkurt slag av heiðursmerki. Tað hevur hann longu megnað við at vinna silvur í steypa­kappingini, og framvegis liggur liðið rímiliga væl fyri til at røkka einari FM-finalu. – Eg hevði roknað við, at vit komu at liggja í oddanum. Eg visti, at Neistin fór at strúka avstað, og síð­ani at øll liðini, burtursæð frá Tjaldur, fóru at kappast um hitt finaluplássið. Men beint nú sær tað út til at tað bara eru vit og Stjørnan. Í steypakappingini var eg greiður yvir, at alt kundi henda. Tað ræður um at vera heppin við lutakastinum o.s.fr., sigur Kári. Lurtar eftir ráðum Hann er venjari í Vági tríggjar ferðir um vikuna, og eftirsum tað ikki røkkur til fleiri venjingar, venja tær hart og leingi tvær ferðir um vikuna og hava taktiska venjing ta einu ferðina. Sjálvur metir Kári seg vera ein strangan venjara, men bara tá ið tað er neyðugt, og krevur hann eisini at tær eru væl fyri kropsliga. Í sálarliga og taktiska partinum av spælinum letur hann eisini leikar­ arnar hava sínar hugsjónir og tekur tær upp á ráð. – Eg arbeiði nógv við at tær eisini skulu hava sína meining og hava sína rødd hoyrda, men samstundis at tær seinastu avgerðirnar eru mínar. Um eg allatíð standi og sigi hvussu tær skulu gera, so koma vit ongan veg. Tær skulu sjálvar hugsa hondbólt, so um eg ein dag eri for­ kølaður og ikki ái rópt inn á vøllin, so skulu tær hóast alt vita hvat tær skulu gera, sigur Kári Horn at enda. albinus@sosialurin.fo FAKTA Navn: Kári Horn Aldur: 35 Bústaður: Tórshavn Fyrrv. Feløg (spælari): Neistin og StÍF Fyrrv. Feløg (venjari): Nykøbing FH, Neistin (ungdómsvenjari) og U16-kvinnulandsliðið Kári Horn fingið lív í VB – Sum spælari var eg kanska ein strævin spælari hjá venjaranum at hava við at gera. Eg hevði altíð mínar meiningar. Venjarin hjá mær í Danmark bað meg bara fara at vera venjari, eftirsum eg altíð skuldi vera so klókur Mynd: Álvur Haraldsen