mikudagur 15. februar 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. februar 2012 · Nr. 20
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
11. partur
Í Gøtu var ein støðugur ótti á fólki
av minum. Hetta vóru minur, sum
vóru lagdar av bretum at forða
týskari skipaferðslu. Men hesar
minur slitu seg leysar, og summar
róku so inn á ymisk pláss í Føroyum,
soleiðis sum ættin var.
Menn fingu í ymiskum bygdum
til uppgávu at hava útkikk eftir
minum og at skjóta tær, áðrenn
tær komu til lands. Men hetta
kundi bert gerast í dagslýsi. Tí
var ein ræðsla á fólki, tá ið tað var
“minuætt”, og myrkur var. Ein slík
ætt í Syðrugøtu var suðurhallur
landsynningur.
Tá ið kvøldið kom, vóru mong,
sum fóru yvir um Gøtueiðið at
gista hjá fólki tey kendu. Hetta var
serliga í bygdunum undir Gøtueiði
og Skipanesi. Hetta var so mikið
stutt at ganga, at hesum bakkaðu
fólk ikki fyri tá í tíðini. Morgunin
eftir var so farið aftur til Syðru
gøtu. Tá ráddi um at fara, áðrenn
týsk flogfør komu inn yvir Skála
fjørðin. Eisini var neyðugt at fara
avstað tíðliga, tí neytini skuldu jú
mjólkast.
Flóttafólkini máttu sjálvsagt
hava mat við sær, sum tey so gjørdu
til sum frægast. Men vertirnir
vóru sera fyrikomandi móti teirra
gestum, og tað var tikið væl ímóti
teimum.
Onnur fóru ikki av bygdini, men
fluttu niðan í ovastu húsini í bygd
ini, har tað var minni ábært.
Tá ið minan brast í Syðrugøtu,
var eg her og ferðaðist. Tað var,
áðrenn vit giftust í 1942. Tann 10.
november 1941 gjørdist ein minni
ligur dagur. Eg var stødd inni á
Dunga, og tíðliga um morgunin
nú bankar uppá úthurðina. Jákup,
verfaðir, fór upp at vita, hvat tað
var. Tá var tað Elias hjá Benadikt.
Hann segði, at ein mina lá niðri í
fjøruni beint undir húsunum hjá
okkum. Tá ið eg so komi niður í
køkin, stendur ein maður uppi á
minuni. Tað var Andreas Petur í
Guttastovu, grannin hjá okkum.
Nú síggi eg, at minan byrjar at røra
seg av briminum. Tað skal sigast, at
fólk vóru fyrstu tíðina ikki var við,
hvussu vandamikil ein mina kundi
vera. Tað finst enntá ein mynd úr
Syðrugøtu, sum vísir hvussu fólk
tyrpist niðri í fjøruni at hyggja at
eini minu, sum var rikin á land. Tað
hevði sjálvsagt verið ein ræðulig
vanlukka, um hon brast.
Í skundi yvir undir Gøtueiði
Tá ið eg sá støðuna, skundaði eg mær
og fór út til Andreas og Hannemiu,
har eg hevði búð, at biðja tey um at
hyggja eftir, hvussu minan rullaði í
grótinum. Tá sigur Andreas: “Á títt
forstýrilsi. Sovorðið tvætl. Kom tú
bara inn í stovuvindeygað og hygg.”
Men hann fekk annað at síggja, tá
ið hann sá, hvussu vorðið var!
Tað var skjótt, at hann gav
Hannemiu boð um at sløkkja eldin
og lata teir bollar vera bollar, sum
Hannemia stóð og bakaði. Vit fóru
so beint í bilin og yvir undir Gøtu
eiði. Tá vit vóru komin inn hjá
Annebeth og Alla á Toppafløtum,
har vit plagdu at halda til, hoyrdu
vit brestin í Syðrugøtu. Hann var
so harður, at sjálvt undir Gøtueiði
skulvu húsini.
Tá vit so komu aftur higar, var
tað ein sjón at sjá! Eingin veggur
var á summum húsum. Sinkið, sum
húsini á Dunga vóru beklødd við,
var ikki farið av húsinum, men alt
var brotið inni í húsinum. Nógv
hús vóru meira ella minni farin.
Men her hjá okkum og í granna
húsinum hjá Eiðis Hans Jakku
vóru tey húsini, sum vóru farin
ringast. Men mannskaði var tíbetur
eingin.
Knoðaði høsnamat,
tá ið minan brast
Dunga Jákup var ongan veg farin.
Hann var við at geva hønunum,
tær kundi hann ikki forsøma,
sjálvt um ein mina lá og rullaði
beint niðanfyri húsini! Hann stóð
við vaskið í køkinum og knoðaði
høsnamat, tá ið tað brestur. Onkur
leyp aftaná inn at vita, um Jákup
var livandi ella deyður. Men her
var eingin panikkur: »Sanniliga
mær feilar einki. Eg stóð og knoð
aði til hønurnar. Men nú liggja bæði
fatið og vaskið í kjallaranum.« Fatið
var fyrst farið upp undir loft og so
niður í kjallaran.
Vit høvdu annars fyrireikað
okkum til, at hetta kundi henda. Eg
hevði pakkað steintoyið í húsinum
niður í tvær baljur og legði løk og
dýnubetrekk ímillum. Birita átti
so nógv steintoy. Tá ið vit so fóru
at hyggja eftir steintoyinum var
næstan alt brotið.
Har sá ræðuligt út. Í húsunum
hjá Eiðis Hans Jakku, sum vóru
áfast okkara, vóru allir veggir og
skilarúm burtur. Endarnir vóru
lagaðir, so yvirtromin var eftir.
Birita vermóðir var stødd í
Norðragøtu, hon var farin yvir har
í barsil hjá Jákup, son Duritu, systir
Edvard. Hon var í Norðragøtu í
einar tríggjar dagar, men hon helt
til inni í Norðragøtudali hjá Helgu
og Jákup Frederik Øregaard, har
var fult hús av “flóttarfolki” undan
minum.
Birita og Dunga Jákup hildu
annars til hjá Sámal í Grótinum á
Skipanesi, hesar dagar vit máttu
flýggja vegna minur.
Inni á Dunga gramdi Anna
Kristina seg um, at maðurin Petur
Jakku, beiggi Jákup verfaðir, lá og
bløddi uppi á loftinum. Tað slapst
ikki inn til hansara, tí hurðin hevði
skorað seg fasta. Tá ið tað slapst
inn, lá seingin holvd yvir Petur
Jakku, sum hevði skorið seg illa av
rúta- og glassplintrum.
Um kvøldið fóru vit so aftur yvir
undir Gøtueiði at gista. Vit tordu
ikki at vera her, um ein onnur mina
kom.
Vit fluttu niðan til Rikku,
systkinabarn Poul Andreas, inntil
búgvandi var aftur her. Tað gekk
leingi, til húsini vóru so fræg, at tað
kundi verast inni aftur, og tað var
so óbehagiligt, tað vóru so nógv
glassplintur alla staðni í húsinum,
eisini í veggunum.
Tað tók langa tíð at fáa húsini
gjørd aftur. Nógv tíð gekk við at
bíða eftir, at alt var greitt, áðrenn
húsini kundu byggjast upp aftur.
Minuskaðin í Syðrugøtu varð mett
ur til kr.120.000, nógv tá í tíðini.
Petra Arge í Havn, ættað úr
Syðrugøtu, var í handlinum hjá
pápa sínum Jóan Elias Gregersen,
tá ið minan brast. Hon minnist,
hvussu húsið skalv og fløskur og
gløs duttu av hillunum niður á gólv
og fóru í sor.
Dagin eftir, sum minan brast í
Syðrugøtu, brast mina í Norðragøtu.
Men hon gjørdi minni um seg enn
í Syðrugøtu. Her var skaðin “bara”
kr. 28.000.
Tað var ikki sørt, at tað var
øvundsjúka í Norðragøtu um, at
tey fingu so nógv meira endurgjald
í Syðrugøtu! Men hetta man hava
verið tí, at skaðin var tað størri.
Hensia: Húsini mundu
farið í luftina av minu
Í Gøtu hendi nokk so nógv undir krígnum. Flogfar datt niður á Gøtuvík
og minur hóttu, so farast mátti yvir á Skálafjørðin at gista
Hensia Jacobsen
Húsini hjá Biritu og Jákup á Dunga eru uttast til høgru. Áfast eru
húsini hjá Eiðis Hans Jakku. Bæði húsini fóru heilt illa av minuni
Syðrugøtumenn hyggja at minu. Hetta kundi spælt illa av
Anna Katrina á Dunga og maðurin Petur Pauli í Barbustovu.