mikudagur 15. februar 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 15. februar 2012 · Nr. 20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hesa ferð greiðir
Nena frá teimum
seinastu tveimum
av systkjunum
á Dunganum.
Fyrst er tað um
ommu hennara
Omma mín í Gøtu, Anna Katrina,
var eitt av hesum fimm systkjunum
á Dunganum. Húsini hjá ommu
og abba, Petur Pauli Mikkelsen,
í Barbustovu, vóru í býlinginum
Millum Áirnar í Syðrugøtu. Omma
hevði ringa heilsu. Hon hevði arvað
ovurviðkvæmi frá pápanum, Poul
á Dunganum. Abbi var sterkur og
hevði góða heilsu, og hann hevði
stóra umsorgan fyri ommu, so tað
skuldi vera eitt sera hugnaligt heim,
soleiðis sum foreldur míni og onnur
hava umtalað tað.
Omma hevði eina vakra og
stillisliga medferð og eitt blítt
lyndi. Hon dugdi væl at siga frá.
Hon fortaldi søgur og sagnir, og
eg minnist, hvussu spent eg sat og
lurtaði, tá ið hon fortaldi um Jákup
Dintil og seyðatjóvarnar. Hon
fortaldi eisini søgur úr Bíbliuni,
og tá ið hon signaði meg, lærdi
hon meg at siga: “Illimaður kann
mær einki gera, tí Guds kross hann
altíð ræðast má, heiðursmerki eg
á bringu beri, tað kann verja bæði
stór og smá.”
Umleið 1930 góvu tey húsið
upp og fluttu út til okkum at
búgva. Yngsta dóttirin, Sanna, sum
hevði verið nógv heima, giftist tá
við Peturi á Hædd í Klaksvík og
búsettist har.
Í 1935/36 gingu ringir meslingar,
sum stavaðu frá kendu »meslinga
grindini« í desember 1935 í Gøtu.
Abbi varð smittaður og doyði. Um
tað mundið var mamma á sjúkra
húsi í Klaksvík og fastur okkara,
Bergitta, tók ommu heim til sín.
Hon doyði í 1945 í heiminum hjá
Bergittu, gift við Sámal Jákupi
Thomsen, við Gil, í Norðragøtu.
Elspa Johanna fastir giftist við
Hans í Norðnastovu í Mikladali.
Pápi og Mikal (Dalbø) búsettust í
Syðrugøtu, Berlin á Skála og Emil í
Klaksvík.
Absalon gjørdist
stórmaður á Skála
Tann mest litríki av beiggjunum
á Dunga var vist Absalon. Kona
hansara, Inga, var dóttir Dánjal
Petur, bónda av Toftum. Hon var
ógvuliga dugnalig og var honum ein
góður stuðul í hansara virksemi.
Absalon byrjaði at handla í
Syðrugøtu.
Hetta
dugdi
hann
væl. Jacobina Heinesen f. 1911 úr
Norðragøtu mintist væl handilin.
Hon fór ofta hagar at keypa, hóast
handil var í Norðragøtu. Absalon
hevði størri úrval av øllum møgu
ligum vørum. Hann seldi eisini
leikutoy, millum annað mintist
Jacobina eina dukku, sum kundi
blunda, tá ið hon lá niðri. Hetta var
sanniliga forkunnugt tá í tíðini.
Absalon keypti eisini fisk og
bygdi íshús, har menn frá granna
bygdunum komu at keypa agn.
Hann var undangongumaður í
Føroyum at salta sild í tunnur til
útflutnings, sum tað fyrr hevur
verið greitt frá í Miðvikuni.
Petur Jakku, beiggin, var uttan
budamaður
hjá
Absalon.
Tað
er tiltikið, tá ið Petur Jakku av
misgávum var innistongdur í ís
húsinum, og hann fekk sprongt
hurðina, so hann slapp út. Hetta var
roknað sum eitt rættiligt bragd.
Absalon sá betri møguleikar á
Skálafjørðinum, hóast tað gekk væl
hjá honum í Syðrugøtu.
Tískil flutti Absalon yvir á Skála
at reka handil og reiðaravirksemi.
Hann keypti seg inn í Skipasmiðjuna
á Skála og var stjóri har til 1940.
Hann fór undir reiðaravirksemi
og bygdi húsið, sum enn kallast
Stórhús, har hann eisini hevði
handil. Tað gekk væl hjá honum, og
skjótt átti hann fleiri skip.
Tað størsta av teimum var
“Tvey Systkin”, sum hevði tríggjar
mastrar. Har var pápi við, so langt
eg kann minnast. Skipari var Jóan
Magnus har Niðri í Syðrugøtu, og
teir fiskaðu eisini væl.
Onnur skip hjá honum vóru
“Only Sister”, “Irex”, “Vilhelmina” og
“Columbus”.
Ein sum var við “Irex” var
Andreas í Tarti í Oyndarfirði,
sum gjørdist 101 ára gamal. Hann
greiddi frá í FF-blaðnum í 2006, at
Absalon var ein stak góður reiðari.
Høvdu allir verið sum hann, hevði
ofta staðið betri til.
Andreas var eisini seinni við
“Tvey Systkin”. Tá stóð á fíggjarliga
hjá Absalon. Andreas fekk sendandi
avrokning við kekki uppá kr. 150.
Men, tá ið hann kom til Havnar og
skuldi loysa kekkin út, var eingin
dekningur. Men Absalon vildi ikki,
at hansara manning ikki skuldi fáa
sítt, so hann fekk gjørt útveg fyri, at
Andreas fekk sín pening av ágóða,
sum skipasmiðjan átti. Hetta helt
Andreas vera tekin um ein reiðara
við samvitsku, og hetta gloymdi
hann ikki Absalon.
Sama skoðsmál fekk Absalon frá
monnum, sum høvdu verið nevndar
limir í Arbeiðsmannafelagnum á
Skála. Teir søgdu hann hava verið
ein góðan arbeiðsgevara.
Absalon var eisini virkin á
øðrum økjum. Hann setti sær fyri
saman við øðrum at fáa eina kirkju
á Skála. Hetta hjartamál sá hann
ikki fullført, tá ið hann doyði í
1940.
Absalon og Inga fingu tvey
børn. Dánjal Pauli var uppkallaður
eftir báðum abbunum. Hann var
giftur við Miu úr Saksun. Inga
Malena var uppkallað eftir báðum
ommunum. Hon var gift við Einar
Djurhuus úr Sumba. Hann var
kendur sum lækni í Heiðunum í
eitt mannaminni. Roknað var við,
at Dánjal Pauli skuldi føra virkið
víðari. Men hann doyði í 1936 bara
31 ára gamal.
Hetta var eitt stórt bakkast
fyri Absalon, sum tá var blivin
heilsuveikur, og hann doyði nøkur
fá ár seinni í
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Nena Danielsen: Tey á Dunganum
Komandi partur
Í komandi parti greiðir Hensia frá lívinum undir krígnum og um
hvussu tað var at vera bóndakona eins og greitt verður frá torvskurði
hjá syðrugøtufólki.
Tey hjá Absalon Jacobsen. V.f. Absalon 1871-1944, Inga Malena,
1902-1994, Dánjal Pauli 1904-1936 og Inga 1864-1950
Gomul mynd úr Syðrugøtu. Fremst á myndini eru Inga
og Absalon Jacobsen, ættaðar av Dunga
Enn sæst ein toft av íshúsi hjá Absalon í Syðrugøtu