Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. februar 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. februar 2012 · Nr. 20 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Framsókn er ein liberalur tjóðskaparflokkur, hvørs høvuðsstevna er persónligt, vinnuligt og tjóðskaparligt frælsi. Tá vit tosa um høv­ uðs­vinnu okkara, halda vit skynsamasta liberala poli­ tikkin vera, at: 1) Øll, sum hava dirvi og drívmegi, skulu kunnu stremba eftir at gerast fiskimenn og reiðarar. Fólk­ sins ogn skal tí ikki í óav­ markaða tíð verða tillutað nøkrum fáum einstaklingum og familjum og síðani ganga í arv har. 2) Føroyar skulu kunna stremba eftir góð­um kapp­ ingarføri mót­veg­is sínum altjóða kapp­ingarneytum. Før­oyar kunnu tí ikki hava púra øðrvísi reglur fyri út­ lendskan ognarrætt í vinnuni, enn hesir kappingarneytar hava. Vit skulu niðanfyri royna at greiða frá, hvat vit halda vera avgerandi fyri fyri­sit­ ingina av okkara fiskivinnu eftir 2018, hvussu vit halda, at liberalur vinnupolitikkur skal rekast á føroyskum, og hví tað frísinnaða viðhvørt hevur sum fortreyt, at neyv­ ar spælireglur verða av­ talaðar fyri kappingina. ALT fólkið eigur tilfeingið Tann avgerandi og grund­ leggjandi fortreytin fyri okkara fiskivinnupolitikki er, at alt Føroya fólk eigur fiskin í føroyskum sjógvi. Tað kann tí undir ongum umstøðum koma upp á tal, at hendan ogn verður latin nøkrum fáum í óavmarkaða tíð – hvørki sum beinleiðis ogn ella sum ein brúksrættur, sum er soleiðis háttaður, at eigarin (alt fólkið) í praksis ikki fær fatur á honum aftur. Í 1983 gav Ísland nøkrum reiðarum fiskin í íslendskum sjógvi sum ogn. Kvotabýtið bygdi á nøkur søgulig veiðu­ tøl í einum trý-ára skeiði. Síðani hava hesir sonevndu kvotabarónarnir livað av at leiga virkisfúsum fiski­ monn­um kvotur, meðan teir sjálvir liggja upp afturá í karaibiskum heingikoyggjum ella gera sær dælt í øðrum vinnulívi við íløgum, ið eru fíggjaðar av tí, sum íslendska fólkið hevur forerað teim­ um. Umvenda ognartøka ís­l­endinga í 1983 var ikki bara skilaleys og ómoralsk. Staðfest varð eisini seinni, at hon var ólóglig sambært altjóða rætti. Í 2007 dømdi mannarættindadómstólurin hjá ST Ísland til beinanvegin at broyta skipanina aftur. Hon er nevniliga brot á grein 26 í mannarættinda­sátt­ mál­anum, tí hon frátekur van­liga íslendinginum hans­ ara lógartryggjaða vinnu­ frælsið at kunna stremba eftir at gerast fiski­vinnu­ reiðari. Ísland hevur tó ikki enn broytt skipanina, tí tá skal staturin uttan iva rinda astronomisk endur­gjalds­ krøv til kvotabarónarnar, sum ikki hava gjørt annað enn at fylgja íslendskari lóg í 80-unum. Føroyska fólkið og lands­ kassin mugu ongantíð koma í ta støðu, at vit skulu rinda risaendurgjøld fyri at sleppa at ráða yvir tí, sum vit sjálvi eiga. Í Føroyum má og skal tað til allar tíðir bera til hjá øllum, sum hava dirvi og drívmegi, at kunnu stremba eftir at gerast fiskimenn og reiðarar. Alt annað er óliberalt og ómoralskt – og also harafturat ólógligt sam­ bært altjóða rætti! Fólkið eigur ALT tilfeingið Ein fortreyt fyri eini libe­ ralari millumtjóða kapping er, at hvørt landið sær tryggjar sín rætt til tað til­ feingið, sum tað eigur og ikki – í undirbrotligheit ella vegna vánaliga fyrireiking - letur seg trýsta til at góð­ kenna verri rættindi, sum eru dikterað av størri kapp­ ingarneytum. Eg endurtaki enn einaferð Framsóknarboðskapin um, at vit skulu hava eitt av heimsins bestu samráðingartoymum, tá tað snýr seg um at tryggja okkum rættindi til tilfeingið, at býta um rættindi við onn­ ur lond ella at gera og við­ líka­halda handils­avtalur við tey. Hetta toymið skal vera fremst innan tað, sum fevnir um lívfrøði, løgfrøði, millum­landa keyp­mans­skap og annað viðkomandi. Tá vit hava fingið hetta toymið stovnað og okkara lív­frøðiligu og onnur grund­arlag í lagi, skulu vit endurskoða allar fiskivinnu- og handilsavtalur við onnur lond frá grundini. FØROYSKA fólkið eigur tilfeingið Tað kann kanska tykjast summum undarligt, at ein liberalur flokkur mælir til at seta avmarkingar fyri vinnuligum virksemi. Men hetta er neyðugt viðhvørt og í summum førum júst fyri at tryggja møguleikarnar fyri liberalari kapping. Tí­ lík kapping hevur sum for­ treyt, at ”startskamlarnir” hjá øllum luttakarunum í byrjunarstøðuni standa í beinari røð. Føroyingar kappast við onnur lond um rávøru og markn­aðaratgongd – ser­ liga við grannalond okk­ara. Skulu vit standa okk­um í hesi kappingini, mugu vit tryggja okkum, at starts­ skamlar okkara standa í bein­ari røð. Tað gera teir avgjørt ikki, tá talan er um fiski­vinnu­tilfeingið. Með­ an før­oyingar hava at kalla ongan møguleika at eiga í tilfeinginum hjá granna­ londunum, ber væl til hjá grannunum at eiga í okkara tilfeingi. Hetta gevur teimum ein framíhjárætt til at opti­ mera sína fiskivinnu upp á bekostning av okkara. Tí mugu vit av álvara um­hugsa, undir hvørjum treytum útlendingar skulu kunna gera íløgur í skip við føroyskum fiskiloyvum og hvussu hesar treytir kunnu verða loknar. Ella um útlendingar yvirhøvur skulu kunna eiga í føroyskum fiski­ loyvum. Eisini mugu vit hava aðr­ar verjuskipanir, sum grannalond hava, m.a. at allur fiskur skal landast í Føroyum, og at vit í prinsippinum ikki selja ráðvøru av landinum til onnur at virka (ið hvussu er ikki uttan maksimalt til­ feingisgjald). Bara við tí­lík­ um avmarkingum kunnu vit tryggja liberala kapp­ing landanna millum, soleingi grannalondini varð­veita teirra vinnuligu protektion­ ismur. Vakurleikakapping um Munkagrunnin Eisini innanhýsis í Føroyum er neyðugt at avtala nakrar greiðar spælireglur kring fiskivinnuna. Leikvøllurin má verða avtalaður og kritaður upp, áðrenn kappingin kann byrjað og dystirnir verða spældir á liberalan hátt. Kring allan heim gera nakrar serligar avbjóðingar seg galdandi, tá talan er um vinnur, sum eru grundaðar á atgongd til eitt avmarkað náttúrutilfeingi. Øll sleppa ikki framat tílíkum vinnu­ møguleikum í senn, tí tað er ikki pláss fyri øllum. Tey, sum fram um onnur fáa brúksrættin til avmarkaða tilfeingið, skulu lata øllum samfelagnum nakað aftur­ fyri. Hetta kenna vit t.d. frá oljufeløgunum, sum sleppa framat avmarkaða kol­vetninum. Ella frá tele­ feløg­um, sum sleppa fram­ at teimum avmarkaðu fre­ kvensunum. Mangan verður kappingin um hesi avmarkaðu tilfeingi nevnd ’beauty contests’ (vakurleikakappingar). Hetta fyribrigdi fevnir um eina røð av fyrimunum og treytum, sum fyritøkurnar bjóða afturfyri at sleppa at njóta brúksrættin og vinna pening burtur úr honum. Oljufeløgini bjóða t.d. nógv annað enn bara eitt avgjald (’royalty’) og partafelagsskatt. Her í Føroyum kenna vit t.d. kravið um føroyska kei­ kantin, sum hevði til enda­ máls at skapa eitt ávíst virksemi her, eins og kravið um førleikamenning. Somuleiðis skulu vit tryggja, at tey, sum eftir 2018 fáa brúksrættin til fólksins ogn, lata samfelagnum nakr­ ar defineraðar ágóðar, eins og tey lúka nakrar sam­fe­ lagsligar treytir. Týdn­ingar­ mestu ágóðarnir kunnu snúgva seg um størri og minni (í summum førum kanska bara symbolsk) til­ feing­isgjøld saman við einum virksemi og eini virð­ is­øking, sum kemur øllum sam­felagnum til góðar. Týdn­ingarmestu treytirnar kunnu eitt nú snúgva seg um lívfrøðiliga og handilsliga burðardygd, at øll skip eru skrásett í Føroyum, at allar manningar hava føroyskar sáttmálar, at eingin einstakur kann eiga meira enn ein ásettan part av fiskidøgum ella heildarkvotu og annað. 2018 – nýtt og gott gamalt Í Framsókn ynskja vit at varðveita føroysk skip og alt tað know-how, sum er bygt upp í okkara landi av okkara fólki, heldur enn at fiskurin bert verður veiddur við skipum, sum verða leig­ að uttan úr heimi fyri styttri tíðarskeið. Vit duga tí ikki at ímynda okkum eina fiskivinnu, har allir dagar ella kvotur verða handlað frá degi til dags. Ein partur av avtalaða leikvøllinum eigur at verða merktur av hesum. Vit skulu eisini vísa teimum atlit, sum longu hava víst bæði dirvi og hegni í vinnuni – summi teirra enntá, tá eingin annar bjóðaði til. Rættindi í óavmarkaða tíð verður tó ikki talan um, hvørki beinleiðis og formliga ella umvegis ein fløktan brúksrætt, sum tað reelt ikki slepst burturúr aftur hjá løgtinginum. Harafturat ynskja vit eisini at tryggja, at nýggir evnaríkir leikarar kunnu sleppa inn á vøllin uttan at skula bíða, til nakrir ávísir loyvishavarar leggja frá sær. Eisini halda vit, at allir reiðarar kunnu hava gleði av at keypa ein part av fiskidøgunum so tætt uppat teirri løtu, teir skulu brúka teir, tí teir tá kenna for­ treytirnar á marknaðinum neyvast. Vit halda tað tí vera ein hóskandi part av liberala politikkinum, at landið støð­ ugt varðveitir ein part av fiskidøgunum og kvotunum, sum verða seld við styttri skotbrái. Í Framsókn gleða vit okk­ um til sum skjótast at sleppa at samráðast við hinar flokkarnar um tær skilagóðu treytirnar, sum skulu verða galdandi í okkara fiskivinnu frá 2018. Liberalur vinnupolitikkur – á føroyskum Poul Michelsen, formaður, Framsókn Kjak Eg endurtaki enn einaferð Framsóknarboðskapin um, at vit skulu hava eitt av heimsins bestu sam­ráðingar­ toym­um, tá tað snýr seg um at tryggja okkum rættindi til tilfeingið, at býta um rættindi við onn­ur lond ella at gera og við­líka­halda handils­avtalur við tey