fríggjadagur 17. februar 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 17. februar 2012 · Nr. 21
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kundi tú hugsað tær at lært at nýta
internetið frá grundini. Og kundi tú
hugsað tær at lært at nýta teldupost-
skipanina Outlook, so er hetta skeiðið
júst nakað fyri teg.
Tilmelding
Tekna teg á www.synergi.fo. Ella ring og
fá meiri at vita á tel. 322 355.
Vælkomin til tiltøk hjá Synergi
5/3 & 6/3 2012
Internet &
teldupostur
Synergi | www.synergi.fo
Snorri Brend
Tað sá annars ikki ov gott út í
kreppuárunum, tá bygdirnar
tríggjar í kommununi –
Vatnsoyrar,
Miðvágur
og
Sandavágur – minkaðu.
Í 1989 búðu beint omanfyri
1800 fólk í bygdunum, og helt
fram at minka av álvara og
byrjaði at nærkast teimum
1600. Men so kom vend í.
Í dag er fólkatalið aftur
farið at nærkast teimum
2000 – við seinastu teljing
vantaðu bert 36 borgarar í
fyri at røkka hesum máli.
– Ja, nú eru vit komin upp
aftur á eitt meiri natúrligt
støði,
staðfestir
Albert
Ellefsen.
Hann nevndir fleiri orsøkir
til henda vøksturin. Ein av
gerandi treyt er sjálvandi
tær positivu avleiðingarnar
av Vágatunlinum, eins og
tað hevur verið gjørligt hjá
fólki at kunna ogna sær eitt
grundøki, ella so sum fleiri
gera: keypa sær gomul hús í
bygdunum.
– Men eg trúgvi tó, at
fremsta orsøkin til at vit
aftur síggja fólkatalið vaksa
er, at vit hava so nógv góð
tilboð og góðan trivnað í
okkara
kommunu,
sigur
borgarstjórin í Vága komm
unu.
snorri@sosialurin.fo
Fleiri orsøkir til vøksturin
Vágar – Vit kunnu bara
fegnast um, at fólk framvegis
vilja búseta seg her í okkara
kommunu, sigur Albert Ellefsen,
borgarstjóri í Vága kommunu
VØKSTUR
Fólkatalið í teimum trimum bygdunum í Vága kommunu veksur alsamt. – Vit hava
nógv tilboð at bjóða fólki, sigur Albert Ellefsen, borgarstjóri
Snorri Brend
Hinvegin stendur eftirspurn
ingurin eftir grundøkjum
ikki mát við fólkatalið.
Ymiskar orsøkir kunnu
vera fyri hesum, - fyrst og
fremst trupulleikin hjá fólki
at fáa lán til tess at seta føtur
undir egið borð.
– Men vit hava so fleiri
grundøki tøk, vísir borgar
stjórin í Vága kommunu,
Albert Ellefsen á. Ætlanin er
somuleiðis at stykkja út fleiri
staðir í kommununi.
12 øki
Við ársskiftið hevði komm
unan 12 tøk grundøki at
bjóða fólki.
– Vit eiga í løtuni 12 byggi
búgvin grundøki – av hesum
eru tey fýra í Miðvági og
átta í Sandavági, vísir Albert
Ellefsen.
Kommunan arbeiðir við
at gera eina nýggja útstykk
ing á einum staði tey nevna
Eystanfyri Gjónna í Vatns
oyrum, og eina aðra norðuri
í Heiðum í Miðvági.
Sum skilst er ætlanin har
aftrat at ogna sær lendi til
útstykking í Sandavági.
Tað vísir seg hinvegin, at
fólk í verandi støðu heldur
velja at keypa sær eitt gamalt
hús í bygdunum.
– Sjálvandi er tað munur
á at keypa sær eini eldri hús
í fyrsta umfari. Tí tað er ein
ávísur munur á at skylda
700.000 fyri eini eldri hús og
kanska einar tvær milliónir
fyri eini nýggj, sigur Albert
Ellefsen.
snorri@sosialurin.fo
GRUNDØKI Í greinini omanfyri er nevnt, at
fólkatalið í Vága kommunu er vaksandi
Fleiri grundøki eru tøk
TØK
Vága kommuna eigur fleiri grundøki tøk í Sandavági, og
ætlar at ogna sær uppaftur meiri lendi her