Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. februar 2012 · Nr. 21 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Myndir: Oddbjørg Højgaard Í sjálvum Odd Fellow Palæum í Bredgade í Keypmannahavn var sunnudagin ein serliga samkoma. Evni var føroyskar rávør­ ur. Við vóru føroyskir mat­ vøruframleiðarar, hópin av journalistum og nøkur fólk, sum vóru so heppin at fáa atgongumerki til tiltakið. Gestirnir fingu alskyns mat úr føroyskum rávørum, og føroysku kokkarnir Leif Sørensen og Ruben Maar­ bjerg Busk saman við seks ungum donskum kokkum gjørdu matin. Gestirnir fingu høvi at royna sjey rættir, krabba, hummara, turt og feskt kjøt, turran fisk, skøtu, kalva, mjólkarúrdráttir og føroyskt øl afturvið. Hjúnini Bjørn Krog og Elsa Maria Olsen og dóttir teirra hava stovnað fyritøkuna Solea við endamálinum at gera føroyskar rávørur kend­ ar utanlands. Ein uppliving Bjørk Krog Olsen sigur, at tað gingu bara 10 minuttir, so vóru øll atgongumerkini seld. Tað vóru tó ikki so nógv atgongumerki at selja, tí kokkarnir vildu ikki hava fleiri enn 50 fólk við, tí borðhaldið skuldi vera ein uppliving, og gestirnir skuldu kunna tosa við kokkarnar. Dentur verður lagdur á at bjóða fram bestu rávørurnar úr Føroyum. Ætlanin er framyvir at skipa fyri slíkum tiltøkum, sum ikki verða gjørd við vinningi fyri eyga. Fyritøkur sponsorera. – Vit gera hetta av áhuga og av tjóðskaparligum or­ søk­um. Føroyar hava ótrú­ liga góðar rávørur, sum nógvir møguleikar liggja í, men tú sært ikki føroyskar vørur á hillunum í donskum handlum, sigur Bjørk Krog Olsen. Hon heldur, at tiltakið eydn­aðist avbera væl, og gest­irnir vóru væl nøgdir. Ein grein í danska blað­ num Politiken vísir, at okkurt er um tað, at føroyskar mat­ vørur hava ein møguleika uttanlands. Í greinini sigur Lars Lundø Jakobsen, ein av luttakandi kokkunum, soleiðis: Danir blikna – Sjálvt danskir kokkar, sum eru forvandir við góðum rávørum, missa málið, tá ið teir standa við til dømis fiski ella skeljadjórum úr havinum kring Føroyar. Tað finnast stórar gastronomiskar á teimum oyggjunum, har stór­bæra og ráa náttúran fær Danmark at blikna. Og alt ov fáir danir hava fingu vita um hesar góðu rávørur ur Føroyum. Tað vildi vit gera nakað við, sigur hann. 29. mars skipar Solea fyri eini serligari matferð til Føroya. Luttakararnir fáa í Før­oy­ um hvønn dag góðan fiska­ mat og skeljadjór á ymsum matstovum í Føroyum, teir fara runt at vitja fyritøkur, sum framleiða matvørur og øl. Stundir verða eisini til tað mentanarliga. Bjørk Krog Olsen sigur, at sjálvt um enn ikki er nógv við tiltakinum, er áhugin at koma til Føroya, og hon veit um journalistar úr øllum Evropa, sum koma við. Gera føroyskar rávørur kendar Hjúnini Elsa Maria Olsen og Bjørn Krog og dóttir teirra Bjørk hava sett sær fyri at gera føroyskar matvørur kendar uttanlands Tommi Kondo Sasaka, varastjóri í matstovuni Nimb, Bjørk Krog Olsen, Bjørn Krog og Elsa Maria Holm Olsen