Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 17. februar 2012 · Nr. 21 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíðargrein Verkfallið: Hvørjum arbeiðir Jørgen fyri? Jonhard Eliasen Búskaparfrøðingur, sjálvstøðugt vinnurekandi Landsstýrismaðurin í fíggj­ ar­mál­um, Jørg­en Niclasen (JN), sig­ur seg ansa væl eft­ir pen­ingi hjá tí almenna. Men hó­ast løgmaður hevur róst mat­e­matisku evnum hans­ ara til skýggja, ivist eg í, um JN hevur evnini til at skilja smátt frá stórum, tá ið hann royn­ir av verja virðini hjá okk­um skattgjaldarum. Held­ ur ikki dugur hann at halda skil á ‘+’ og ‘-‘, tí møguligar inn­tøk­ur ætlar hann at gera um til ovurstórar studn­ings­ út­reiðsl­ur Eitt fíggjarmál í klass­anum 1-10 milliónir krónur Fíggjarmálaráðharrin hev­ur í vikuvís brúkt orku sína at berjast móti eyk­a­út­reiðsl­ um, sum kunnu standast av ynskj­u­num hjá Føroya Peda­ gog­fel­ag. Tal­an er lutfalsliga lítla upphædd, tá ið hugsað verður um, at tað almenna tekur meiri enn helvtina inn­aft­ur við arbeiðs-skatti og MVG. Vit tosa um netto- kostn­að, svarandi til nakrar fáar mill­iónir kr árliga. Hesin kostn­aður stendur als ikki mát við samfelagskostnaðin av syrgiliga verkfallinum, sum nú fer fram. Limirnir í ped­a­gog­fel­ag­ n­um eru illa løntir í mun til aðrar starvsbólkar, ser­liga tá ið atlit verða tikin til út­búgv­ ing og ábyrgd. Fíggj­ar­mál­ a­ráð­harr­in eigur at ganga ynskj­u­num hjá felagnum á møti sum skjótast, tí hetta er í roynd og veru eitt lítið mál í mun til búskaparlig stór-mál, hann annars átti at tikið sær av. Eitt fíggjarmál í klassanum 50-100 milliónir krónur JN kundi - um hann vildi - eft­ir hálvum tíma bjargað lands­kass­anum góðar 50 mió kr, umframt at spart lands­ kassanum 10-tals milliónir í óneyðugum útreiðslum. Í­t­øk­i­ligt mál snýr seg um 11 par­t­a­eigarar í stóra uppsjóar- fyr­i­tøk­uni í Gøtu, sum hava tik­ið sær 154 mió kr út úr ein­ um partafelag - í miðal 14 mió kr í part. TAKS bað í 2009 eig­ar­ar­ nar um at rinda 35% í skatti av vinninginum - ella á leið 54 mió kr. Tað vildu teir 11 ikki. TAKS skuldi ikki hava eitt oyra. Teir fóru í Føroya Rætt, og rætturin gav teimum viðhald. Dómurin kann lesast á http://www.fo.domstol. dk/Faeroeerne/nyheder/ Samandratturavdomum/ Pages/D%C3%B3mur%20 14.%20juni%202011%20 v i % C 3 % B 0 % 2 0 F % C 3 % B 8 r o y a % 2 0 R%C3%A6tt.aspx Nú brúkar TAKS - stovnur und­ir Fíggjarmálaráðnum - tíð, orku og nógvan pening at fáa málið roynt við hægri rætt. Tann, sum lesir dómin, sær við hálvum eyga, at talan er um skatta­undandrátt, so tað stend­ur eftir. Men hóast teir 11 so­leiðis fara illa við kass­a­num, sum JN ansar eftir fyri okkum, so stóð flokkurin hjá hon­um í 2010 og 2011 á odda fyri at geva fyritøkuni hjá teimum 11 stórar gávur úr fel­ags­ogn skattgjaldarans. Talan er um veiðirættindi, sum kunnu vera torfør at virð­is­meta. Men taka vit tann partin, sum hevur við makr­el at gera, svaraði gávan til ein­ ar 120 mió kr – ellar í miðal góðar 10 mió kr í part til teir 11. Sjálvt skattamálið kann JN loysa við at ringja til fyr­ i­tøk­una í Gøtu og siga, at so leingi fyritøkan órógvar seg við skatta­máli sínum, fer lands­s­týrið at nokta fel­ag­ num kvotur. Eingin kvota í 2012 ella frameftir, fyrr enn eig­ar­ar­nir av fyritøkuni rinda kap­i­tal­vinningsskatt­, eins og børn t.d. rinda skatt av vinn­ ingi upp­á 150 kr, ið verður til­skriv­að á Bassakontu. At kap­i­tal­vinn­ing­urin er 150 mió kr heldur enn 150 kr átti ikki at givið rætt til serligar skatta­sømd­ir. Ivist í, um JN tekur tele­ fon­ina, men hendir hetta, gong­ur valla dagur, fyrr enn vit síggja, at teir 11 gera, sum TAKS hevur mælt teimum til at gera. Hetta er sjálvandi ein løg­ in máti at loysa eitt stríð um pen­ing millum tað al­menna og einstaklingar, men als ikki óhugsandi á gráa pol­ it­iska marknaðinum her á landi. Mál, ið minnir um hetta, er hóttan um end­ur­ gjalds­krav frá JFK Trol P/F. Stjór­in í felagnum metti, at Fis­k­i­málaráðið átti at rinda milli­ónir í endurgjaldi fyri miss­in, sum stóðst av, at russ­ isk­ir myndugleikar í nakr­ar vikur løgdu hald á skip hjá felagnum. Men nú, fel­agið ókeypis hevur fingið end­ur­ nýggjað loyvi síni í russ­isk­ um sjógvi, hoyrist ikki eitt kis um at fara í rættin við Fisk­i­málaráðharranum. Eitt fíggjarmál í klass­a­num 10 – 20 milliardir krón­ur Brúkt veiðirættindi verða javn­an keypt og seld. Talan er um gráan, fyri ikki at siga svart­an marknað. Øll kunnu lut­taka, eisini útlendingar um­vegis føroyskar strámenn. Øll kunnu keypa og selja uttan ver­u­ligi eigarin av hesum rætt­i­ndum - pedagogar og aðr­ir skattgjaldarar - Føroya Fólk. Men í hesum máli slær mat­e­mat­iski heilin hjá JN klikk. Fatal ERROR: ‘+’ hjá verð­ur til ‘-‘. Almennir kassar skulu ikki hava sølu-ágóða av rætt­ ind­um í felags ogn. Upp­lagdar inntøkur verða til kapp­ing­ar­ av­lag­andi studn­ings­út­reiðsl­ ur, sum gjaldstovan higartil ikki hevur megnað at lýst í rokn­skapi landskassans. Fremsta málið hjá JN er at tryggja, at bróðurparturin av veið­i­rættindunum ókeypis verð­ur latin einari lítlari kliku av før­oyskum og útlendskum kvota-barónum í ogn ‘for ever’. Restin verður ætlandi út­lutað til størri tal av út­ róðr­ar­monnum og minni fel­øg­um fyri politiskt at fáa und­ir­tøku til at bera málið í­gjøgn­um. Eft­ir­fylg­j­andi leggja kvotabarónarnir seg – við góðum stuðli frá bank­ unum – eftir at gera enda á smáu aktørunum. Hendan kann­ibalisman – teir stóru eta teir smáu – hevur longu gjørt um seg í rúma tíð. Milliardir hjá skattgjaldaranum verða søplaðar burtur Talan er um stórar inntøkur kom­andi árini, sum fíggj­ar­ mál­a­ráð­harr­in kundi fingið til vega. Inn­tøkurnar kundu farið til at tippað holið í lands­kass­a­num ella komið øll­um borg­arum landsins til góð­ar á annan hátt. Rúm vildi eis­ini verið fyri hóskandi av­ kasti til útgerðarfeløg og mann­ing. Samstundis kundi verið fingin í lag javnari kapp­ing millum vinnu á sjógvi og vinnur á landi. Og við hesum frægari útlit til, at fræg­asta treysti-barometrið, vit hava fyri búskap okkara - nett­o­fráflytingin – aftur fór at ganga uppeftir. Fleiri lýsingar eru sein­ astu vikurnar skrivaðar um, hvussu marknaðarlig út­lut­ ing kundi verið framd, og hvussu inntøkurnar kundu komið borgarum lands­ins til nyttuna. Dømi er á­hug­a­verda greinin hjá vinnu­l­ívs­mann­i­ num Róa Egholm, og sum er at finna á: http://www.vagaportal. fo/pages/posts/ju-palleba- o g - m a r s a n n a - s k i l j a - makrelin-16648.php Tá ið ætlanin hjá JN at søpla burtur mill­i­a­r­d­virði hjá skatt­gjald­arum er framd og kann­i­bal­istiska rok­ ið er avhasað, verða nakr­ ar fáar eindir innan fiski­ vinn­una eftir. Hesar eind­ir verða allar meira ella minni samantvinnaðar við út­ lendsk partafeløg. Hevur tað higartil verið tor­ført hjá TAKS at røkja upp­gáv­ur sínar í sambandi við fel­øg, sum t.d. felagið í Gøtu - om­an­fyri lýst, verður tað hvaðna verri í framtíðini við fel­øg­um, sum í uppaftur størri mun virka tvørtur um land­a­mørk. Løgtingið kann royna at pjøssa uppá kap­i­ tal­vinn­ings­skatt­a­lóg­ina frá nú av og til dóma­dags utt­an at fáa bilbukt við skatt­a­und­ an­drátt­i­num. Liberalur vinnupolitikkur Fíggjarmálaráðharrin vil ikki bíða eftir búskaparligum ‘ring­virkn­in­g­um’ av fram­tíð­ ar skatti frá eft­ir­løn­ar­gjøl­d­ um. Hesin skal fáast at virka her og nú. Um hann trýr, at hetta hevur við sær, at gongd kemur aftur á búskap okk­ ara, eigur hann ikki at iv­ast í eisini at lata inntøkur frá veiðirættindum koma land­i­ num til góðar í her og nú. Liberalur vinnupolitikkur er í hes­um høpi t.d. at lata Fisk­a­markn­að Føroya halda á fram við góðu sølu­roynd­u­ num, sum gjørdar vóru í fjør í sambandi við part av saml­ aðu makrelkvotuni fyri 2011. Sjálvandi skulu ábøtur ger­ast. Millum annað skal tryggj­a­st, at kannibalisman inn­an vinnuna verður tálm­ að, við at mark verður sett fyri, hvussu stóran part, stóru aktørarnir kunnu keypa á marknaðinum. Tíverri havi eg mist álitið á, at Fólkaflokkurin við JN sum for­manni ynskir at sleppa plan-búskaparligu stýr­ing­ini av fiskivinnuni. Vón­andi koma nýggj fólk við liberalum hugburði í leiðsl­u­ na fyri flokkin sum frá líður. Hvat ger løgmaður? Higartil hevur løgmaður ikki sýnt annað politiskt mál enn vil­j­an at vera løgmaður. Øll onn­ur politisk mál koma í aðru røð. Ætlanin hjá samgonguni er í næstum at umskipa veiði­ræt­tindi ­til rullandi 10- 15 ára loyvi. Land okkara fær við hes­um ein politiskan og bú­skap­ar­lig­an valds­bygnað, sum hoyrir mið­øldini til. Hendir hetta, fær Kaj Leo Holm Johannesen í komandi søg­u­bókum ivasama heið­ urin, sum vánaligasti løg­ mað­ur, Før­oy­ar nakrantíð høvdu í øld­um, sum snaraðu fram til harr­ans ár 2012. Nú er at vóna, at hann tekur sær um reiggj, soleiðis at hetta ikki hendir. Kom og betra um tína fatan fyri økonomi og fíggjarstýring. Gjøgnum tveir intensar skeiðsdagar verður títt innlit í fíggjarstýring og fíggjarætlanum ment, og tú verður kunnug/-ur við grundleggjandi orðingar og meginreglur í búskapi. Tilmelding Tekna teg á www.synergi.fo. Ella ring og fá meiri at vita á tel. 322 355. Vælkomin til tiltøk hjá Synergi 15/3 & 16/3 2012 Økonomi fyri ikki-økonomar Synergi | www.synergi.fo