fríggjadagur 17. februar 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. februar 2012 · Nr. 21
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Har tað privata ikki røkkur,
má tað almenna traðka til.
Soleiðis ljóða eini aldar
gomul, politisk herróp.
Á Tvøroyri er støðan
kanska heldur øðrvísi, tí
har er tað næstan soleiðis í
hesum døgum, at har tað al
menna ikki røkkur, má tað
privata traðka til!
Hetta ger seg galdandi
nú tey eru farin at gera sitt
nýtt, stórt uppsjóvarvirki á
Tvøroyri.
Men fyri at tungtlastað
nótaskip skulu kunna sleppa
at bryggju, krevst eisini, at
ein nýggj havn verður gjørd,
tí atløgubryggjan, sum er á
Tvøroyri, er alt ov grunn.
Privat bygging
Undir vanligum umstøðum
er hetta ein uppgáva, sum
kommunur vanliga taka sær
av.
Men tað verður tað ikki í
hesum føri.
Í hesum føri verður tað
privata felagið. N.J. Morten-
sen á Tvøroyri, sum fer at
byggja havnarlagið á Tvør
oyri út.
Tey hava onga tíð at geva
av, tí virkið skal standa liðugt
at taka ímóti uppsjóvarfiski
longu mitt í summar og tá
mugu
havnarviðurskiftini
vera fingin í rættælag.
Sostatt eru ikki so góðar
stundir til at gera útbjóðing
artilfar og at bjóða arbeiðið
út.
Og tað var nettupp fyri
at tað skuldi ganga skjótt,
at N.J. Mortensen tók hesa
uppgávuna upp á seg, sigur
Gudmund Mortensen, stjóri.
Arbeiðið verður ikki bjóð
að út, men avtala er gjørd við
Articon um at gera arbeiðið
og farið verður undir tað
sum skjótast.
Articon hevur royndir
av havnargerð á Trongis
vágsfirði, tí teir gjørdu eisini
ferjuleguna á Krambatanga
og tað gekk bæði skjótt og
væl.
Tað, sum skal gerast á
Tvøroroyri er ein havn við 11
metra dýpið og eini atløgu
bryggju upp á 50 metrar.
11 metrar
Bíligasta loysnin er at fylla
út og sostatt skal fyllast út
einar 20 metrar út frá atløgu
síðuni, sum er.
Tilsamans er sostatt talan
um 1100 fermetrar, sum skulu
fyllast út.
Grótið til ífyllingina skal
takast úr beininum Undir
Akurgerði, sum er omanfyri
kirkjugarðin á Tvøroyri.
Tað kemur eisini væl við
hjá kommununi, tí har hev
ur verið nakað trongligt í
sambandi við jarðarferðir.
Gudmund
Mortensen
fæst ikki at siga, hvussu nógv
arbeiðið kostar.
Men hann staðfestir kort
ini, at talan er um nógvar
milliónir.
Hann sigur, at hendan
loysnin er gjørd í samráðið
við Tvøroyrar Býráð og so er
ætlanin, at kommunan skal
yvirtaka
atløgubryggjuna
seinni.
Privat felag ger djúphavn
á Tvøroyri fyri milliónir
PRIVAT HAVN fyri at fáa eina skjóta loysn í sambandi við stóra uppsjóvarvirkinum, sum
verður bygt á Tvøroyri, hevur eitt privat felag átikið sær at gera djúphavn fyri nógvar milliónir
Borgar
stjórin
fegnast
um fram
burðin
– Tað er ikki annað enn
at fegnast, at vit hava
virki her á plássinum,
sum eru sinnað at
átaka sær eina upp
gávu, sum hesa.
Kristin Michelsen,
borgarstjóri á Tvøroyri,
hevur ikki tað allar
minsta ímóti, at tað
verður eitt privat felag,
sum fer at standa fyri
ætlanini
at
byggja
havnarlagið á Tvøroyri
út fyri at tað skal bera
til hjá nótabátum at
sleppa til bryggju í
sambandi við nýggja
uppsjóvarvirkið, sum
er í gerð á Tvøroyri.
Virkið skal vera lið
ugt í summar, men skal
skulu skipini sleppa at,
er neyðugt við eini at-
løgubryggju, har tað er
djúpari enn tað er nú.
Men skuldi tað eydnast
til tíðina, var neyðugt
at ber skjótt at
– Vit fingu fyri
spurning frá einum
privatum felag, sum
var sinnað at átaka sær
at gera djúphavnina
og tað høvdu vit onki
ímóti,
sigur
Kristin
Michelsen.
Hann
sigur,
at
skuldi tað eydnast at
fáa havnarlagið liðugt
til tíðina, var hetta
tryggasta loysnin.
Hann sigur, at nú
skulu so greiða eisini
fáast á spurninginum,
hvussu verður vorðið
við havnini framyvir
og um kommunan skal
yvirtaka hana.
Grótið
til
djúp
havnina skal takast úr
beninum Undir Akur
gerði omanfyri kirkju
garðin og tá ið tað er
liðugt, er ætlanin at
gera ábøtur, so at tað
verður
hampuligari
enn tað er nú.
Fyritakssemi
– Tað er neyðugt at fáa
viðurskiftini í rættlag
beinanvegin og verða tað
vit, sum byggja havnina í
fyrstu syftu, sigur Gudmund
Mortensen, stjóri
Virkið skal standa
liðugt at taka ímóti upp
sjóvarfiski longu mitt
í summar og tá mugu
havnarviðurskiftini vera
fingin í rættlag
Tilsamans er sostatt talan um 1100 fermetrar,
sum skulu fyllast út