fríggjadagur 17. februar 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. februar 2012 · Nr. 21
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Eg fari at heita á stýrandi
partar í pedagogmálinum
um at fáa enda a verk
fallinum.
Tað er komið mær
fyri oyrað, at Føroya
Pedagogfelag á seinasta
samráðingarfundi ikki
fekk boðið nakrar ítøki
ligar tímar til fyrireiking
og ikki eitt oyrað í løn
arhækkan.
Um vit taka Ísland
sum dømi, so fáa náms
frøðingar har framvegis
– hóast figgjarkreppu! -
5 tímar hvør um vikuna
til fyrireiking og 25% i
lønarhækkan.
Í Føroyum fáa náms
frøðingar hvørki av hes
um!
Hetta er ein stór
niðurgering av teimum,
sum "ansa" okkara fram
tíð, t. e.: børnunum. Tað
kann ikki vera rætt.
Tórshavnar
komm
una sparir fleiri millionir
av hesum verkfalli, og
sum býráðslimur í Tórs
havnar kommunu vil
eg hava eina loysn á
málinum í stundini.
Mítt ynski er, at Før
oya Pedagogfelag fær
eitt betri tilboð enn tað
seinasta, sum var ein
vanlukka!
Somuleiðis fari eg
heita á landsins myn
dugleikar, t.e.: Jørgen
Niclasen,
landsstýris
mann í fíggjarmálum,
um at koma fram i ljósið
og ikki ganga sum eitt
huldufólk og kasta bólt
in til eitt nu KAF og
FPF.
Størsti avgerðarætt
urin liggur hjá Fíggjar
málaráðnum.
Verkfallið rakar nú
sera hart, og støðan er
ótolandi fyri okkum øll.
Ábyrgdin er hjá okkum
øllum
–
politikarum,
bæði kommunalum og
landspolitikarum.
Kom fram í
ljósið Jørgen!
Levi Mørk
býráðslimur og ikki at gloyma
eisini námsfrøðingur, sum hevur
ábyrgd báðumegin borðið!
Hugleiðingar eftir at hava
lisið – og lisið kunningina frá
KAF í sambandi við verkfallið
hjá Føroya Pedagogfelag
Katrin Bjarnadóttir
Fyrst hugsi eg um grunngev
ingarnar fyri ósemjuni, KAF
nevnir tríggjar: fakfelags
samstarvið, lønarleisturin/
skattaskipanin og tíð til
fyrireiking, men gloymir at
nevna hoyringsskrivini, sum
eg haldið er ein stórur partur
av trætuni. Tað er ein rættur
vit hava og ein trygd hjá
okkum starvsfólkum at rætt
verður atborðið um vit verða
søgd úr starvið – hetta mugu
vit halda fast við.
Lønarleisturin
er
sum
hann er, men tað virkar ótrú
liga smáligt at bjóða okkum
ein reallønarniðurskurð og
skattalætta uppá nakað og
onki.
KAF, hevur í kunningini
sett
nakrar
starvsbólkar
upp, sum fáast við umsorg
anararbeiðið. Løninar síggja
nokso javnar út og tí átti
vit kanska ikki at grenja so
nógv um lága løn. Vit eru
øll í tí læggra endanum av
lønarstiganum.
Eg havi til stuttleika, men í
ramasta álvara, siti og rokna
uppá tølini hjá KAF, har tey
sammeta lønirnar hjá okkum
við aðrar lønarbólkar. Fyri at
tað skal verða nøkulunda
eftirfarandi, havi eg rokna
lønina út, sum um hesir
starvsbólkar hava starvast
í 16 ár og fulla tíð allatíðina.
Tað vil siga at øll eru komin
á endastig og summi hava
verið tað í fleiri ár.
Um vit ikki rokna viðbøtur,
vaktargjøld og annað við,
men bara mánaðarlønina og
eftirlønina, sær tað soleiðis
út:
Eftir 16 ár í arbeiðið fulla
tíð, hevur:
Eitt hjálparfólk forvunnið
kr 3.848.589,12 og í eftirlønt
uppspart sær kr. 362.711,29.
Ein pedagogur á dagstovni
forvunnið kr. 4.763.874,72 og
í eftirløn uppspart sær kr.
571.664,94
Ein sjúkrarøktarfrøðingur
hevur
forvunnið
kr.
4.762.359,84 og í eftirløn upp
spart sær kr. 714.353,98
Ein fysio- ella ergotera
peutur hevur forvunnið kr.
5.010.710,40 og í eftirløn upp
spart sær kr. 791.692,24
Skúlalærarin hevur for
vunnið kr. 5.255.516,64 og í
eftirløn uppspart sær kr.
893.437,83
Hetta skal ikki skiljast
sum um eg ikki unni hvørj
um sítt, haldi at vit øll hava
uppiborið tað løn vit stríðast
fyri. Men tað sker í hjartað
at síggja at munurin millum
okkum, sum oftast verða
samanborin
er
í
lønum
eftir 16 ár kr. 1.406.927,52 og
munurin millum uppspart
til pensiónaldurin er kr.
530.726,54.
Um vit taka hjálparfólkini
úr roknistykkinum er mun
urin enn stórur kr. 493.156,80
og í eftirlønini kr. 321.772,86
Ongin av hesum starvs
bólkunum er hágløntur og
ongin av hesum fáa tað stóra
burturúr
skattalættanum,
líkamikið hvat skattalættin
verður kallaður – flatur ella
progresivur.
Við hesum í huga og tá
hugsa verður um hvussu
skjótt tað gekk at broyta
skattaskipanina hesafer, er
tað heilt burturvið at tengja
lønarleistin og skattaskip
anina saman. Vit vilja stutt
og greitt hava meira í løn!
Um kravið um fyrireik
ingartíð skrivar KAF ella
Heðin Mortensen í kunn
ingini, at vit ikki eru samd
um
hvat
fyrireiking
er
– og har hava tey kanska
rætt. Fólk á gøtuni, vóru
spurd um hvussu nógvar
fyrireikingartímar tey vildu
hava. Svarini vóru líka ym
isk, sum tey høvdu verið,
um spurt var hvussu nógva
løn fólk hildi at limirnir í
Føroya Pedagogfelag skullu
hava. Men vit eru øll samd
um at vit brúka nógv ov
nógva tíð eftir arbeiðstíð
til at ráðleggja, fyrireika og
eftirmeta okkara arbeiði.
Fyri onga løn – bert tí vit
hava ein fakligan stoltleika
sum vit ikki vilja lata fara.
Ymiskt er eisini frá stovn til
stovn hvussu arbeitt verður
og hvønn tørv tey hava.
Tað eru arbeiðsgevarin
og leiðslan á dagstovninum,
ið leggur arbeiðið til rætt
is – arbeiðsgevarin er ofta
kommunan og tí má borg
arstjórin Heðin Mortensen
og hini í KAF eisini lurta, tá
gjørt verður vart við, at alt
ikki riggar sum leiðslan vil.
Nógv er spart innan dag-
stovnaøkið tey síðstu árini
– tó ikki í 2012. Tað er líka
ringt hjá stovnunum, sum
hjá vanliga húsarhaldinum
at fáa peningin at røkka til
allar tær útreiðslur ið eru.
Heðin Mortensen kann
væl halda at foreldur, sum
heild eru nøgd við virksemi
á stovnunum. Tað vita vit
væl at tey sum heild eru. Tað
sum foreldrini ikki vita, er
at ótrúliga nógv starvsfólk
arbeiða við skrivum, eyg
leiðingum og øðrum aftaná
vanliga arbeiðstíð. Hetta bert
tí starvsfólkini ynskja at gera
sítt arbeiði til lítar.
Men her er tað vit siga
stop, nú er nokk og vit vilja
hava skipað tíðina soleiðis
at tað ikki skal ganga út yvir
børnini, tey við serligum
tørvi og hini starvsfólkini, at
vit hava hug til at betra um
arbeiði hjá okkum.
Eg havi verið so heldig at
kenna eitt barn, sum svaraði
mær soleiðis einafer eg segði
eg hevði frí:” Tú ert heldig, tú
hevur frí – eg eri altíð eg”.
Hetta lærdi meg at siga
:”eg fari heim”, tí frí hevur tú
ongantíð, tá tú arbeiðir við
børnum ella øðrum, ið hava
serligan tørv.
Tey búgva í hjartanum hjá
okkum og tað nívur okkum
um vit ikki kunnu skapa
nøktandi umstøður fyri tey
og familjum teirra.
So tí vilja vit ikki longur
bara sita og bíða – vit fáa
heldur ikki nógvar pengar tá
vit verða gomul.
Hetta vóru mínar hug
leiðingar
um
kunningina
hjá Kommunala Arbeiðsgev
arafelagnum.