fríggjadagur 17. februar 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 17. februar 2012 · Nr. 21
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jobmatch er vegurin fram
Hanus Samró
Tinglimur fyri Fólkaflokkin
Ungmannafelagið hjá Fram
sókn, Framsøkin Ungdómur,
og
Meginfelag
Føroyskra
Studenta (MFS) hava víst á,
hvussu týdningarmikið tað
er, at nýútbúgvin sleppa upp
í ALS. Verður hetta møguligt,
verður tað meiri eggjandi hjá
nýútbúnum at flyta heim
aftur. Tað er niðurstøðan av
aftursvarunum, men undir
ritaði er als ikki samdur.
Jobmatch
Tað er ótrúliga óheppið og
óvisionert,
at
Framsøkin
Ungdómur og Meginfelag
Føroyskra Studenta síggja
ALS sum (s)einastu loysnina,
tí tað undirgravar stóra ar
beiðið,
sum
MFS
hevur
bygt upp seinastu trý árini
- nevniliga Jobmatch.
Endamálið við tiltakinum
er: “at skapa og viðlíkahalda
samband millum føroyskar
fyritøkur og stovnar, útisetar
og lesandi føroyingar. Hetta
verður gjørt fyri at tryggja
framhaldandi vøkstur og
menning av tí føroyska sam
felagnum. Ætlanin er, at hetta
millum annað skal gerast
við at 'matcha' tann tørv, ið
fyritøkurnar og stovnar hava,
við tann førleika okkara vit
unartilfeingi hevur. “
Loysnin
Ístaðin fyri at nýta tíð og orku
uppá, hvussu umráðandi tað
er, at nýútbúgvin sleppa
í ALS, átti MFS heldur at
arbeitt víðari við Jobmatch
um, hvussu tey kunnu menna
konseptið,
so
sambandið
millum føroyskar fyritøkur
og nýútbúgvin verður betri.
Tað er ikki uttan orsøk,
at Vinnuhúsið er við til at
stuðla Jobmatch, tí tað er í
áhuganum hjá vinnuni at
fáa nýútbúgvin í starv, tí
so kunnu tey gagnnýta vit
anina. Tað er heldur ikki
løgið, at Tórshavnar Komm
una stuðlaði Jobmatch í
2011, tí tað er í áhuganum
hjá samfelagnum, at nýút
búgvin
flyta
heimaftur.
Tað er til síðst heldur ikki
uttan orsøk, at MFS fær
kr. 181.000 frá landinum
um árið, tí endamálið hjá
felagsskapinum er at betra
um viðurskiftini hjá lesandi.
Nei, ALS er eingin loysn.
Jobmatch
er
vegurin
fram.
Kom í gongd við at nýta avanceraðu
funkurnar í Excel. Tær lætta nógv um
og eru ikki so torførar, tá tú hevur lært
at nýta tær ;-)
Tilmelding
Tekna teg á www.synergi.fo Ella ring og
fá meiri at vita á tel. 322 355.
Vælkomin til tiltøk hjá Synergi
27. & 28. februar 2012
Excel II
Synergi | www.synergi.fo
Eftir at makrelur (Scomber
scombrus L.) í miklum
meingi er komin norður
eftir og inn í føroyskt og
íslendskt havøki og stór
áhaldandi
norðurlendsk-
europeisk politiskt ósemja
er íkomin um rættin til
hetta virðismikla tilfeingi,
so hava stillfør fróðarfólk
í Íslandi, Noregi, Canada
og Føroyum tikið seg sam
an í ein granskingarbólk
fyri at lýsa og loysa málið
við vitrunnari ellar ratio
nellari framferð. Eitt av
endamálunum
hjá
hes
um granskingarbólki er at
finna út av stovnauppbýt
inum av makreli í Norð
ur-Atlantshavinum
eins
og veita høgt kvalifiseraða
ráðgeving um, hvussu hetta
marina
tilfeingið
kann
umsitast burðardygt. Eitt
annað endamál er at loysa
stóra politiska trætumálið
um býti og gagnnýtslu av
makrelinum í Norður-At
lantshavinum skynsamt. Og
grundað á vunnu vitanini
frá verkætlanini, so er mein
ingin harafturat at spáa um
hvussu makrelurin fer at
ferðast í næstu framtíð or
sakað av mannaelvdum og
náttúrligum
veðurbroyt
ingum.
Framkomnar
genetiskar kanningar
Samstarvsbólkurin er sam
ansettur av umboðum frá
granskingarstovnum, uni
versitetum og marina ídnað
inum í nevndu londum.
Meiningin er at gera fram
komnar genetiskar kanning
ar, sum saman við ymsum
upplýsingum so sum veiðu
knattstøðu, veiðutíð, dýpi,
temperaturi, vekt, longd og
kyn kunnu geva eina greið
ari mynd av teimum ymsu
stovnunum. Vitan frá hesum
rannsóknum skal haraft
urat fáa greiði á hvussu
blandinginsstovnurin
er
samansettur, eftir at hesin
soltni, svangi og stóri stimi
er komin norður á beitis
leiðirnar í føroyskum og
íslendskum gróðrarríkum
hav-økjum at eta seg stóran
og feitan og harvið helst
skerja føðslugrundarlagi hjá
øðrum meiri staðbundnum
djórum.
Makrelstovnar og
nDNA markørar
Verkætlanin fer eisini at
meta um hvaðani makrel
urin í íslendskum, norskum
og føroyskum havøkjum
kemur. Harafturat verð
ur áherðsla løgd á at av
gera um norðureystur-at
lantiski makrelurin er ein
panmictisk populatión ella
felagsstovnur við uppruna
í Europa ella ei. Projektið
fer
eisini
at
framleiða
kunnleika um skifti í ferð
ingarmynstrið orsakað av
umhvørvisbroytingum
eins og geva betri innlit
í útbreiðsluna í Norður-
Atlantshavinum. Hetta er
fyrstu ferð, nDNA-markørar
(nDNA = kjarnuDNA, DNA =
deoxyribonuleic acid) saman
við lívfrøðiligum og um
hvørvisligum upplýsingum
verða nýttir til at eyðmerkja
makrelstovnar í Norður-At
lantshavinum.
Nýggj sekvenserings
tøkni
Ílegu-amboðini ella genet
isku tólini, sum fara at
verða ment í verkætlanini,
fara at gera tað møguligt
hjá fiskiídnaðinum at skilja
stovnar frá hvørjum øðrum í
veiðu av blandingsstovni og
harvið menna eitt munagott
háttalag at umsita marina
tilfeingi skilagott. Genetisku
amboðini í umbúna verða
grundað á nýggja sekven
seringstøkni, sum fer at
gera tað møguligt at menna
genetiskar markørar mun
andi bíligari.
Breiða
verkætlanar
endamálið kann býtast hesi
parta-mál:
a. Menna nýggjar genetisk
ar markørar við at nýta
framkomna
sekven
seringstøkni
b. Nýta nýggju markørarnar
til genetiska greining av
makrelsýnum frá yms
um gýtingarøkjum og
veiðustøðum í íslendsk
um, føroyskum, norskum
og canadiskum sjógvi.
Hesar genetisku grein
ingarnar umfata ílegu-
margfeldi
og
stovna-
eyðmerking.
c. At menna ein genetiskan
datagrunn, sum eisini
umfatar lívfrøðiligar og
umhvørvisligar upplýs
ingar um makrelstovnar
í Norður-Atlantshavin
um.
d. At veita fiskiídnaðinum,
stjórnum, altjóða felags
skapum, fiskiveiðufelags
skapum, vísindafólkum,
íløgumenniskjum
og
pengaísetarum vitan um
burðardygga
umsiting
av marinum livandi til
feingi.
Fígging
Teir tíggju luttakandi ís
lendsku, føroysku, norsku
og
canadisku
partarnir
í verkætlanini arbeiða í
løtuni hvør sær og sam
an
við
at
søkja
eftir
fíggjarligum
styrki
frá
ávikavist nationalum og
internationalum grunnum
fyri at kunna fremja verk
ætlanina í verki. Verður
verkætlanin mett verd at
stuðla av metingarliðum
fíggjargrunna tjóða, so fer
verkætlanin av barkastokki
beinanvegin.
Náttúruvísindadeildin
á FF
Hóast fíggjarliga niðurpínd,
fátæk og virksemisskerd
í ólukkumát, so luttekur
Náttúrúvísindadeildin
á
Fróðskaparseturi
Føroya
eftir førimuni virkin í verk
ætlanini, í sátt og semju
saman við Universitetum,
granskingarstovnum
og
vinnufeløgum í øðrum norð
urlondum og Canada.
Vitrunnin sátt og
semja í makrelmáli
Hóraldur Joensen
februar 2012
Yvirvalda sundurlyndi og samlyndi serfrøðinga
Hví ikki Tjørnuvík eisini?
Nú um daganar frættist, at
løgtingið skuldi umrøða ein
langtíðarplan á samferðslu
økinum.
Tað blivu ymisk økir nevnd,
hvar tunellir skuldu gerast,
vegastrekkir dagførast v. m.
Tað er rættiliga løgið, at
eitt tað mest torføra fyri ikki
at siga vandamesta økið at
koyra ikki er við í eini slíkari
ætlan.
Nú kann verða hon er við,
tað bleiv bara onki nevnt um
tað. Um veturin er tað ikki
tespilit fyri tey, ið búleikast
har, at koma aftur og fram
frá arbeiði. Væl vitandi um, at
har búgva ikki so nógv fólk,
so hava hesi eisini eitt ynski
og krav at koma trygt aftur
og fram eins og vit onnur
hava
tað.
Nakrar
ungar
familjur hava valt at byggja
har, óvist er um ikki fleiri
gjørdu tað sama, um farleiðin
var betur, ein tunell ella at
vegurin bleiv breiðkaður var
ein bati í øllum førum, eigur
hendan farleiðin at verða
við í tykkara langtíðar sam
ferðsluætlan.
Thomas J. Askham