Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-17, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2012síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 17. februar 2012 · Nr. 21 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Skyn Tórsgøta 16 Tel. 357400 Fax 357401 Sosialurin 341800 Ikki bert ognir, men heim www.skyn.fo Byggingin av íbúðarblokkunum á Heimasta Horni byrjaði á sumri 2006 undir heitinum „Blokkar Undir Gráasteini“. Um ársskiftið 2007/2008 varð stað­ fest, at tær valdu loysnirnar ikki vóru nøktandi, ognærri kanningar vóru settar í verk. Hetta hevði við sær, at byggiharrin gjørdi av at gera broytingar í verkætlanini. Umfatandi umbygging Í februar 2008 yvirtók Sp/f Íbúðir Undir Gráasteini byggiuppgávuna. Tá byggingin av fyrstan tíð fór í gongd, vóru allar 96 íbúðirnar seldar. Av tí at munandi broyt­ ingar skuldu fremjast við sjálvari byggingini og at avtalaða tíðar­ ætlanin ikki fór at halda, vórðu allir sátt málar við keyparar sagdir upp. Keyp ararnir fingu møguleika at lata handilin ganga aftur og fleiri teirra valdu at taka av hesum tilboðnum. Nakrir keyparar valdu tó at verða búgvandi. Byggiharrin fór síðan undir at fremja broytingar og umbyggingar. Tak konstruktiónin varð í stóran mun gjørd av nýggjum. Svalagangir, trappur og trapputorn vórðu tikin niður og sett upp av nýggjum. Allar altanir vórðu somuleiðis tiknar niður og settar upp av nýggjum. Eisini varð gjørt av at klæða allar íbúðarblokkarnar og at gera ávísar broytingar í vindeyga­ konstruktiónunum umframt øðrum kon struktiónum innan. Tað er P/f Articon, sum hevur staðið fyri hesum. Umbyggingin hevur verið framd undir neyvum eftirliti og sambært góð kendum projekti. Betri trivnað og hægri góðsku Byggiharrin hevur undir umbygg­ ingini havt tætt samstarv við byggi­ myndugleikar til tess at tryggja eitt so gott úrslit sum gjørligt. Sam svar­ andi hesum hevur byggi harrin eisini tikið avgerð um at bøta um økið uttanum. Hetta skal skapa eitt betri umhvørvi kring blokkarnar og betra trivnaðin í økinum. Endamálið við umbyggingini, sum hevur verið sera umfatandi, hevur verið at tryggja eina so góða góðsku sum gjørligt og at beina allar byggitekniskar feilir og manglar av vegnum. Byggiharri Sp/f Íbúðir Undir Gráasteini Ráðgevarar P/f Arkitektar 99, P/f HMP Consult, P/f Protek, Sp/f Viggo A. Hansen Arbeiðstakarar P/f Articon, P/f Andrias Berg, Sp/f Takplan, Sp/f Støðla, KONE Elevatorar, Sp/f Almúr, Blikksmiðjan á Lava, Sp/f Gólvbúni, Sp/f Pole Mohr Poulsen, P/f Tangavirkið, P/f Nomatek, P/f EL Tænastan, P/f Aluplast, Sp/f Jóannes Johannesen, P/F HVS Tænastan og aðrir. Unga parið ella tann staki/staka: Tey, ið vilja hava okkurt nýtt og gott at búgva í, har teimum ikki nýtist at hugsa um viðlíkahald, men í staðin vilja hava tíð til onnur frítíðarítriv sum at ferðast, ítrótt o.s.fr. Barnafamiljan: At líkna við eina lítla bygd við spæliplássum og tøttum samlívi við grannarnar. Íbúðirnar á 102 og 105 fermetrar hava møguleika fyri at hava trý kømur. Tilkomna parið: Til teirra, ið ikki ynskja at nýta meira tíð upp á at røkja egin hús og urtagarð í frítíð og framtíð, men samstundis hava pláss fyri at fáa vitjan av familju og kenningum. Heimasta Horn Um byggingina Húsameklarin Jón Simonsen frá Skyn sigur, at íbúðirnar eru vælegnaðar og áhugaverdar fyri allar aldursbólkar