Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-17, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2012síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 21 · 17. februar 2012 7 VIKUSKIFTI Tú hevur verið føroyameistari í fleiri ítróttagreinum, hvørjum? Hondbólti, fótbólti, badminton og flogbólti. Um tú í dag skuldi valt eina grein burtur úr at íðka, hvørja hevði tú valt? Mær dámar so at siga allan ítrótt, so tað er ringt at velja ímillum. Umstøðurnar til einstaklingaítrótt eru nógv batnaðar, og har hevði eg heilt víst vilja roynt meg meira. Tað kundi td. verið í renning ella súkkling. Tá hevur man í hvussu er ongan annan at skylda uppá, tá tað gongur minni væl. Í liðítrótti er tað tíverri oftani ringt at fáa øll at vilja tað líka nógv. Hvussu eru umstøðurnar hjá hondbóltinum í Føroyum í dag? Tær eru betri, enn tá eg var ungur. Vitanin um, hvussu venjast skal við betri úrslitum, er eisini nógv størri. Eisini eru feløgini og HSF betri organiseraði. Serliga er stuttligt at síggja, hvussu tey yngru dríva á í dysti og venjing. Hvussu koma vit víðari? Við at seta okkum hægri mál, hava góðar ungdómsvenjarar, hjálparfólk og vælskipað feløg. Fara av landinum fyri at fáa insperatión. Tá leikarar fara av landinum, er umráðandi, at tey finna sær umstøður, har tey framhaldandi kunnu mennast, fyri síðani at koma aftur og lyfta støði her á landi. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Hyggji mest eftir føroyskum og útlenskum tíðindum. Tíðin um vikuskiftið fer til onkran góðan fótbóltsdyst í Englandi ella Spania. Annars hondbólt tá td EM ella VM er. Hvørji frítíðar áhugamál hevur tú umframt ítróttin? Havi nógv frítíðar áhugamál, men havi alt ov lítla tíð til tað í løtuni. Nevnast kann ríðing, vera í báti og vera saman við góðum vinfólki. Er tú innløgumaður – fugl, fisk og annað? Kann fara eftir nátum og onkran lítlan útróðrartúr, men ikki í grind. Kann tí ikki kalla meg fyri rættan innløgumann. Hvør er tín lívrættur? Seyðarhøvd úr Kollafirði og ræst kjøt úr Mykinesi. Hvussu fylgir tú við í samfelagsviðurskiftunum? Lesi bløðini, portalar og hyggja eftir tíðindum í sjónvarpinum Ferðast tú nógv í egnum landi – burtursæð frá hondbóltinum? Í mínum arbeiði, sum hevur við alivinnuna at gera, komi eg nógvastaðni runt. Onkuntíð er familjan í summarhúsið eisini. At ferðast á hestbaki er eitt tað besta sum er, um tú vilt síggja náttúruna. Hvørja feriudestinatión kundi tú hugsað tær at vitja? Havi ikki nakað ávíst ynski, men deiligt at fara í ljósari og heitari lond av og á. Verður tú virkin innan ítróttin um 10 ár? Ítrótturin hevur altíð verði ein stórur partur av mínum lívi, so eg ætli mær á ein ella annan hátt at vera virkin, men ikki sum venjari á hægri støði. Tað er ein stór avbjóðing at búgva í Føroyum. Hugsi ikki um vánaligar politikarar ella máttleys fakfeløg ella kroniska tosið um kreppu. Nei, eg hugsi um veðrið, óveðrið. Myrkur og stormur og avfall og hálka í mánaðir eru við at gerast ein ov stór avbjóðing. Føroyingurin er beindovin varð sagt í einum filmi um Føroyar í trýssunum, meðan vit síggja allar bilarnar í miðbýnum í Havn. Teir vóru líka nógvir tá í gøtuni, sum nú skal eitast at vera gongugøta. Tað er ikki so løgið, at allir føroyingar eiga bil, hóast kreppan er kronisk, tí tað er snøgt sagt ikki gangandi. Í Føroyum eru bilar ikki bara eitt flutningstól, teir eru eisini veðurverja. Tað er einki annað at gera enn at venja seg við veðrið, tí tað verður ikki øðrvísi. Ferðavinnan kann selja veðrið, tí nørdar eru, sum gjarna vilja gjalda fyri at uppliva ringt veður. Og tað er tað einasta føroyska ferðavinnan kann veita 100 prosent vissu fyri, illveður. Fólk elska kappingar, so ein vøra hjá ferðavinnuni kann vera at lata ferðafólk vedda um, hvussu leingi ber til at ganga úti uttan at fáa karm. Og vit skulu vera góð við SEV, tí haðani kemur okkara einasta ljós helvtina av árinum. Ótrúligt, at bara fimm prosent koma frá vindi. Men vindmyllurnar tola sum skilst ikki allan vindin. Tey siga annars, at tað er einki stuttligt har, sum sólin altíð skínur, og veðrið altíð er gott. Tað er ov monotont. Okkara veður er ikki ikki monotont, tað er fjølbroytt. Ikki altíð líka stutt millum ælini, og vit hava bæði hvassan vind, skrið, storm og ódn, regn, vátakava, hegling og kava. Úrvalið er stórt. Og veðrið er føroyskt, tað er yvirtikið. Og heimasíðani vedrid.fo er framvegis á donskum. Veðurtíðindi eru eisini tíðindi, tíðindi uttan sólskinssøgur. Tað ber eisini til at venja seg við mótgang og mótvind við at fara út at ganga móti útsynninginum. Hoyrdi nú ein dagin orðið logn. Visti ikki, hvat tað merkir, so eg fór í orðabókina. Jú, orðið finst í føroyskum. Logn er eingin vindur, stilli, vindferð 0,0-0,2. Eitt eitur svartalogn. Eg veit bara um svartakálk. Politikararnir fegnast um lortaveðrið, sum teir sjálvir hava yvirtikið við tí endamáli at fáa fólkið at ilskast um annað enn førda politikkin. Tað er sum í DDR á sinni, fólk rýma. Men fyrst geva tey landsstýrinum skyldina fyri, at tað er so dýrt, so dýrt at sleppa av landinum. Hvør skal siga, landsstýrið leggur so nógv avgjøld á ferðaseðilin, at ikki øll hava ráð til at rýma. Ein einvegis ferðaseðil er upp á seg dýrari enn afturogfram. Handan mýtan um dýrar ferðaseðlar verður ikki manað niður. Gamla Norrøna var flótta­ fólkaskip. Nú siglir hon fólk til Himmals. Kanska hon kann gera eitt rend hendanvegin eftir fólki. Latið okkum biðja fyri tí. Tosið um at fáa føroyingar heimaftur heldur fram uttan úrslit líka til dómadagin, og tá er ov seint anyway. Og tað er ikki bara undan veðrinum fólk rýma. Grasið er grønt aðrastaðni. Hjá okkum er tað hvítt fimm dagar um vikuna. Enn hevur veðurlags­ politikk­urin hjá einum samdum løgtingi ikki gjørt veðrið betri. Samgongan kann ikki lova undan­vind á súkklubreytum, tí vit hava ongar. Hon lovar undan­ brekkur, men vit ganga bara í skeiva ætt og fara síðani bóltandi á bláman. No bad feelings. Myrkrið tódnar og turt er millum ælini. Men, hvussu kann whisky smakka runt úr einum fýra­ kantaðum glasi, spurdi maðurin, sum drakk Cragganmore úr einum Jack Daniel´s glasi. Umafturafturum høgni djurhuus Kári Nielsen lagt til rættis: Leo Poulsen Seyðarhøvd úr Kollafirði og ræst kjøt úr Mykinesi Tað er tað besta, Kári Nielsen, venjari hjá H71, fær at eta. Hann hevur verið føryameistari í hondbólti, fótbólti, badminton og flogbólti, og hann heldur umstøðurnar vera munandi betri, enn tá hann var ungur. Hann kann saktans taka náta og vera á floti, men metir seg ikki rættan innløgumann Myrkrið tódnar mynd: Álvur Haraldsen