fríggjadagur 17. februar 2012síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 21 · 17. februar 2012
8
VIKUSKIFTI
PORTRETT
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hann fyrireikar seg til 14. apríl. Tá
skal hann aftur í eldin. Málið er ein
falt. Heimsmeistaraheitið skal endur
vinnast. Hepnast tað, er tað fjórða
ferðin, at Mikkel Kessler kann kalla
seg heimsmeistara. Ikki hissini avrik!
Men hevur tú so í huga søguna, Mikkel
Kessler hevur við sær í viðførinum,
verður »The Viking Warrior« ikki
minni hugtakandi.
Uppvaksin á vertshúsi
Mikkel Kessler er uppvaksin á Islands
Brygge-býarpartinum í Keypmanna
havn. Pápin er keypmannahavnari,
meðan mamman er bretsk – harav lítið
danska eftirnavnið Kessler.
Tey bæði áttu og róku lokala
vertshúsið Haraldsborg. Miðskeiðis
í áttatiárunum var einki óvanligt í,
at børnini mólu millum tey vaksnu
á vertshúsunum. Tað gjørdi Mikkel
Kessler eisini. Í dokumentarsendingini
»Mikkel Kessler – hele historien«, sum
varð sýnd á TV2, greiðir systur Mikkel,
Linse Kessler, frá, hvussu Mikkel meiri
ella minni vaks upp millum alko
holikkarar, vanligar barrgestir, stór
roykjarar, bardagar, buldur, brak og tí,
sum hoyrir einum vertshúsi til. Sjálvur
fortelur Mikkel í sendingini frá, hvussu
hann plagdi at ringja til vertshúsið um
kvøldarnar, tá hann var svangur. Var
mamman ikki har, ringdi hann víðari
til næsta vertshúsið inn til hann fekk
fatur í mammuni. Rúsdrekka fylti sum
heild nógv í barnaárunum hjá Mikkel.
Ov nógv.
Tey, sum hava sæð sendingina
»Familien på Bryggen« vita, at hvørki
Linse ella mamman Ann pakka tingini
inn. Soleiðis var pápin eisini og tí leik
aði mangan hart á í íbúðini á Islands
Brygge, tá foreldur Mikkels róptu hvør
eftir eftir, viðgongur pápin Oluf í send
ingini. Hetta nívdi Mikkel.
Seinni vórðu foreldrini skyld og
Mikkel búði hjá mammuni saman við
systrini Linse.
Mikkel var eingin boksari
Hóast truplu umstøðurnar sum barn,
var Mikkel ein skikkiligur drongur, sum
á ongan hátt var nakar slagsbróður. Í
roynd og veru var Mikkel klænvaksin
fyri ikki at siga diddarak. Foreldur,
systkin og vinmenn, sum hava tosað
við danskar miðlar um Mikkel, eru øll
á einum máli um, at boksari var hann
avgjørt ikki.
Men Mikkel dámdi væl boksing og
var til manga boksistevnu við páp
anum. Serliga var Mikkel hugtikin av
Brian Nielsen, ella Super Brian, sum
hann eisini varð róptur. Sum 13 ára
gamal byrjaði Mikkel at boksa við CIK
Boksning í Christianshavn, har hann
hitti Richard Olsen, ið var persónligi
venjari Mikkels fram til 2009, tá
hesin varð avloystur av amerikanska
Jimmy Montoya. Richard Olsen verður
ofta endurgivin fyri at siga, at besti
eginleikin hjá Mikkel er hugurin at
læra.
– Tað er hansara størsta talent,
vil fyrrverandi venjarin vera við. Og
Mikkel tók skjótt við læru. Trý ár eftir,
at hann byrjaði at boksa, vann hann
EM og sum 19 ára gamal gjørdist hann
yrkisboksari. Men vegurin har til var
ikki lættur. Í ringinum basti Mikkel
øllum, men uttanfyri stríddist hann við
nógvar fordómar kring boksing.
– Ofta segði eg bara, at eg spældi
fótbólt fyri at sleppa undan fordóm
unum, greiðir Mikkel frá í »Mikkel
Kessler – hele historien«. 19 ára
gamal stóð valið so í millum at gerast
yrkisboksari, ella at gera læruna sum
mekanikkari lidna og fáa pappír upp á
hetta. Skilabesta loysnin var ivaleyst,
at Mikkel gjørdi seg lidnan við út
búgvingina, soleiðis at hann hevði
Mikkel Kessler er søgan um ein spinklan og neyðarsligan drong,
sum vaks upp á vertshúsi á Islands Brygge, hvørs barndómur var
merktur av rúsdrekkatrupulleikum og hjúnarskilnaði. Men tað
er eisini søgan um ein víking, sum hóast eitt ótal av skaðum, bardi
seg upp á heimsins hægstu boksitindar. Vit fara aftur Kessler,
sum vitjar á Hvonn Live, áðrenn hann fer í ringin í apríl
Víkingur
vitjar