Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-17, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2012síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 21 · 17. februar 2012 9 VIKUSKIFTI Mikkel Kessler verður av mongum mettur at vera besti danski boksarin nakrantíð. Næsta leygardag vitjar hann í Hvonn Live hjá Rás2 mynd: polfoto okkurt at fella aftur á. Mikkel valdi boks­ingina. – Tað eru ikki pengarnir, men tað ítróttarliga, ið er drívmegin. Soleiðis hevur tað verið, síðani eg byrjaði. Sum yngri vil eg gerast evropameistari og heims­meistari. Eg vildi verða pro­fessio­ nellur og vinna mínar dystir. At eg eis­ini kann liva av tí er bara hjáveiða, hevur Mikkel greitt kortnyt.dk frá. Hesin hugburður er ógvuliga avgerandi fyri Mikkel, heldur núverandi venjari hans­ara, Jimmy Montoya. – Hann er tann besti, eg nakrantíð havi vant. Har er eingin ivi. Hann hevur alt í sær, og mín lutur er at fáa hetta fram í Mikkel, hevur Montoya sagt við MetroExpress. Og Montoya er ikki hvør sum helst. Hann hevur verið partur av yrkis­boksing í hálvthundrað ár og vant 17 heims­meistarar. Nógvar atfinningar Montoya gjørdist venjari hjá Mikkel í 2009, men yrkisleiðin hjá Mikkel byrj­aði fimm ár fyri hetta. Eitt avboð frá lands­mann­inum Mads Larsen gav Mikkel møguleikan at boksa ein WBA- dyst í móti Manny Siaca. Mikkel tók av og vann sítt fyrsta beltið. Av dystunum sum yrkisboksari hevur Mikkel vunnið 44 av 46. Fyrsta tapið var í 2007 í móti walisiska Joe Calzaghe og síðani eisini í Super Six-kappingini í 2009, tá André Ward sigraði á Mikkel. Hetta fekk fólk at finnast at Mikkel og seta spurnartekin við hansara evnir sum boksari, áðren hann síðani basti Carl Froch í 2010 í somu kapping. Eina av at­finn­ingarsomu røddunum átti tiltikni boksiviðmerkjarin Kurt Thyboe, sum í Infor­mation millum annað vísti á, at Kessler hevði havt lutfalsliga lættar dystir í síni yrkisleið. – Eg helt ikki, at Mikkel Kessler hevði tað í sær. Eg var til staðar, tá Kessler tapti í móti Joe Calzaghe í Cardiff og eg sá dystin móti André Ward. Tá helt eg, at hann sveik seg sjálvan. Móti Carl Froch helt eg hinvegin, at hann fann samleikan aftur. Hann fann partar av gandakynstrunum aftur, sum hann hevði mist. Hann boksaði ein harradyst í móti Froch, segði Kurt Thyboe síðani við BT, eftir at Mikkel hevði reist seg aftur. Síðani hevur Mikkel boksað enn ein dyst. Hetta var í fjørsummar, tá hann setti franskmannin Mehdi Bouadla upp á pláss. Í november skuldi hann so aftur í ringin, men ein minni skaði gjørdi, at dysturin móti WBO-meistaranum Robert Stieglitz varð útsettur til 14. apríl. Virðismetir vistfrøði Skaðar hava sum heild órógvað og plágað Mikkel. Hendurnar hava volt honum stórar trupulleikar, ein dupultur diskusprolaps hevur av sonnum argað og seinasti álvarsami skaðin í røðini var, tá Mikkel fekk stórar trupulleikar við sjónini, sum hildu honum uttanfyri í meiri enn eitt ár. Alt hetta hevur við sær, at Mikkel er ógvuliga tilvitaður um sín kropp og tað, hann etur. Ovast á matar­skránni stendur vistfrøði, sum krops­ligi venjari hansara Thomas Macon hevur álagt honum. – Við honum var sukur eitt lagt á hyllina og mín kostur var broyttur full­komiliga. Ryggurin fekk tað eisini mun­andi betri, enn eg hevði roknað við. Henda upplivingin vakti mín áhuga fyri kosti, hevur Mikkel sagt við Samvirke. Áhugin er so mikið stórur, at Mikkel hevur ment vistfrøðiligt protein­pulvur. Hugsar um síni nærmastu Eitt annað, sum fyllir nógv hjá Mikkel, eru tey, ið standa honum næst. Mikkel búði eitt skifti í Týsklandi og Monako, men virðismetir at búgva aftur í Danmark. – Tað er fantastiskt at hava stundir til at hitta gomlu vinmenninar, og at eg altíð kann fara framvið hjá mammu ella at hitta babba, greiðir Mikkel frá sam­bært fri.dk. Og boksarin hevur heldur ikki gloymt sín uppruna. Hann kemur fram­vegis á vertshúsið Haraldsborg, tá hann er á Islands Brygge. Hansara alskur til sín uppruna og síni nærmastu kem­ur eisini til sjóndar á aðrar hættir. Til dømis gjørdi hann fyri trimum ár­ um síðani av at spýta eitt sindur av pengum í Sundby Boldklub, sum hann spældi við sum yngri. Eitt annað dømi er, hvussu hann samskiftir við sínar mongu fjepparar. Til ein boksidyst lat hann nemliga teir gera av, hvat fyri short hann skuldi dystast í. Næsti dystur hansara verður um slakar tveir mánaðir í Parkini í Keyp­ mannahavn. – Stieglitz hevur uppiborið at vera heimsmeistari. Men hansara stjórnartíð er av, tá vit báðir hittast í ringinum. Í míni yrkisleið hava eg roynt meg sjálvan í móti heimsins bestu boksarum. Nú kann eg ikki bíða við at endurvinna heims­meistaraheitið. At vinna tann heiðurin fyri fjórðu ferð, hevði verið serstakt, sigur Mikkel við heimasíðuna mikkelkessler.com. Fakta Navn: Mikkel Kessler Føddur: 1. mars 1979 Vektflokkur: Super-millumvekt Vekt: 76,2 kilo Hædd: 1,85 metur Dystir: 46 Vunnið: 44 Tapt: 2