fríggjadagur 17. februar 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 21 · 17. februar 2012
10
VIKUSKIFTI
Eichmann
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Adolf Eichmann óraði ikki ilt, tá
hann eftir loknan arbeiðsdag var á
veg til hús og fór úr bussinum á tí
vanliga steðgiplássinum í Buenos
Aires ein dagin í mai í 1960. Nøkur fá
sekund seinni lupu nakrir agentar hjá
ísraelsku fregnartænastuni Mossad á
hann og góvu honum eina doyvandi
innspræning. Í níggju dagar fjaldu
agentarnir Eichmann, áðrenn teir
smuglaðu hann út úr Argentina til
Ísraels, har myndugleikarnir høvdu fyri
reikað eitt rættarmál ímóti honum.
Adolf Eichmann var ein av næstu
og týdningarmestu monnum Hitlers,
og hann var høvuðsarkitekurin aftan
fyri »Ta endaligu loysnina«. Hetta var
ætlanin hjá Hitler og hansara monnum
at útrudda jødarnar, og Eichmann var
tann, sum skipaði soleiðis fyri, at tað
eydnaðist nazistunum at beina fyri seks
milliónum jødum.
Hetta gjørdi hann til eitt av
høvuðsmálunum hjá teirri ísraelsku
fregnartænastuni Mossad, sum brúkti
nógva orku og nógva tíð í árunum
aftan á seinna heimsbardaga til at
finna nazistar, sum vóru flýddir úr
Týsklandi.
James Bond-útgerð
Tað vakti sera stóran ans, tá ísraelsmenn
avdúkaðu, at teir høvdu funnið Eich
mann og flutt hann til Ísraels. Hetta var
ein so ótrúlig fregnartænastusøga, at
hon kundi verið úr einum filmi og ikki
úr veruleikanum, og líka síðani hevur
hon hugtikið tey, sum hava áhuga fyri
slíkum.
Nú – fyri fyrstu ferð í meiri enn 50
ár – hevur Mossad valt at vísa, hvussu
Eichmann bleiv tikin og burturfluttur.
Tað verður gjørt við einari framsýning,
har fólk fáa høvi til at síggja útgerðina,
sum bleiv brúkt.
– Hetta var fyrstu ferð, at Mossad
framdi eitt stórt tiltak uttanlands, og
tí noyddust vit at brúka James Bond-
útgerð, fyri at tað skuldi eydnast, sigur
Mossad-agenturin, sum greiðir teimum
forvitnu framsýningargestunum frá.
– Tað var í grundini hendan upp
gávan, sum legði lunnar undir ta Mossad,
sum vit hava í dag. Agentarnir prógv
aðu, at teir vóru førir fyri at fullføra
torførar uppgávur í øðrum londum og
við falsaðum samleikaprógvum, sigur
agenturin við blaðið Daily Mail. Sum
Mossad-agentur brúkar hann ikki sítt
rætta navn, men nevnir seg Avner A.
Sproyta og falskt pass
Tann forvitnisliga og sera sjáldsama
framsýningin er á Ben Hatfutsot-savn
inum í Tel Aviv, og har eru fleiri lutir,
sum varpa nýtt ljós á handtøkuna og
burturflytingina. Millum lutirnar er
tann upprunaliga Mossad-frágreiðingin
um Adolf Eichmann, har hann verður
umrøddur við dulnevninum »Dybbuk«,
sum er hebraiskt og merkir »ónd sál«.
Kuffertið við tí fjalda myndatólinum,
ið tók ta fyrstu myndina av Eichmann í
Buenos Aires, er eisini á framsýningini.
Har er eisini sproytunálin, sum agentar
nir brúktu til at doyva Eichmann við, og
á einum borði liggur tað falska passið,
sum bleiv brúkt til at fáa Eichmann úr
Argentina við.
Avdúkaður
Tað eydnaðist Adolf Eichmann at
flýggja frá amerikanarunum í 1945, og
sum so nógvir aðrir nazistar flýddi hann
til Argentina og búsetti seg har undir
følskum navni. Har royndi hann at liva
eitt vanligt lív saman við familjuni, og
í fleiri ár gekk alt eftir vild.
Men tá elsti sonur hansara, Nick,
fekk eina nýggja vinkonu í 1957, fór til
veran hjá Eichmann at ridla. Gentan æt
Silvia Hermann, og pápi hennara, sum
var ein av teimum jødunum, sum vóru
slopnir livandi undan týningini, fekk
varhugan av, at alt ruggaði ikki rætt
við tí unga manninum. Sum frá leið
fingu myndugleikarnir í Ísrael frænir
av, hvat var á vási í Argentina, og so
byrjaði kanningararbeiðið.
Tvey ár seinni fór Mossad-agenturin
Zvi Aharoni til Buenos Aires, og har
tók hann tær fyrstu myndirnar av
Adolf Eichmann, sum nú æt Ricardo
Klement.
Smuglaður við sendinevnd
Tann 11. mai í 1960 stóðu sjey menn
við eitt busssteðgipláss í Buenos Aires
og bíðaðu eftir, at Eichmann skuldi
koma úr bussinum á veg til hús eftir
enn ein arbeiðsdag á Mencedes Banz-
verksmiðjuni. Í níggju dagar fjaldu
agentarnir fangan, til hann bleiv
hann smuglaður úr Argentina í einum
flogfari hjá ísraelska flogfelangum El
Al Israel Airlines.
Hetta flogfarið var komið til Buenos
Aires nakrar dagar frammanundan við
einari ísraelskari sendinevnd í sambandi
við, at Argentina hátíðarhelt 150 ára
dagin sum sjálvstøðugt land. Men teir
argentinsku myndugleikarnir vistu ikki,
hvat tað ísraelska flogfarið skuldi hava
við sær, tá tað fór avstaðaftur.
Mossad-agentarnir góvu Eichmann
doyvandi evni, lótu hann í ein búna
hjá flogfelagnum El Al og sendu
hann til Ísraels. Har kom hann fyri
rættin, ákærdur fyri brotsverk ímóti
mannaættini. Revsingin var deyða
dómur, og tann 31. mai í 1962 bleiv
Adolf Eichmann hongdur í Ramla-
fongslinum.
Keldur: AP, Daily Mail
Adolf Eichmann, sum hevði ábyrgdina av at fullføra jødatýningina
hjá Nazitýsklandi, fjaldi seg í Argentina undir navninum
Ricardo Klement. Nú vísa ísraelsku myndugleikarnir útgerðina,
sum teir brúktu til at burturflyta hann til Ísraels
James Bond hjálpti Mossad
at taka Eichmann
Tann kenda myndin av Adolf Eichmann í einum
skottryggum glasbúri í ísraelska rættarhølinum
Adolf Eichmann - her í SS-búna
– var høvuðsarkitekurin aftan fyri
jødatýningina hjá nazistunum
Hetta er sproytan, sum Mossad-agentarnir brúktu til at
geva Eichmann eina doyvandi innspræning