fríggjadagur 17. februar 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 21 · 17. februar 2012
14
VIKUSKIFTI
USA
Janus á Ryggi
post@sosialurin.fo
Flestu amerikanarar kunnu ikki ímynda
sær ein forseta, ið er gudloysingur,
hava meiningakanningar víst. Teir
kunnu ikki liva við einum forseta, ið
ikki endurspeglar sína persónligu lívs
áskoðan, ið aloftast er alt annað enn
gudleys. USA er tiltikið religiøst og val
evni ið ikki taka religión í álvara hava
lítlan møguleika.
Fremsta valevnið hjá Republikan
arum til forsetavalið í november í
løtuni, Mitt Romney er eitt klassiskt
dømi. Tað er sera umráðandi fyri hann
at prógva at hann persónliga livir upp
til konservativu virðini hjá sínum
konservativu kjarnuveljarum.
– Eg havi verið giftur við somu kon
uni í 42 ár. Havi gingið í somu kirkju
alt lívið. Havi starvast fyri eina fyritøku
í 25 ár. Og gerist eg forseti, verið eg
trúgvur ímóti familjuni, trúnni og okk
ara landi, hevur hann ført fram.
Ímeðan gevur Barack Obama for
seti sínum uttanríkispolitikki eina
religiøsa dimensión – Menningarhjálp,
forðan av ræðuleikum í t.d. Uganda,
útbreiðsla av fólkaræði ella forðan av
menniskjahandli snúgva seg ikki bert
um amerikanska leiðslu í heiminum,
men eisini um bíbilska ábyrgd at taka
sær av teimum illa stillaðu, segði hann
á árliga National Prayer Breakfast fyrr í
hesum mánaðinum. Undangongumaður
hansara Georg Bush helt fyri, at hin
alvaldi hevði kalla seg til at berjast fyri
rættvísi í heiminum – amerikonskum
rættvísi sjálvandi.
Religiøst politiska samskiftið í USA
minnir einamest um tað, vit kenna frá
ávísum flokkum í Føroyum. Hóast tað
í Føroyum, eins og í restini av Evropa,
gerst minni og minni legitimt. Í flestu
londum í Europa eru tilsipingar til
Gud og persónliga trúgv undantakið í
politiskum retorikki. Tí vakti tað stóran
ans í Evropa, tá Tony Blair, í 2006, segði,
at tað verður upp til Gud og søguna at
døma um hvørt Irak kríggið var rætt
ella ikki. Men hví hesin munur alt eftir
hvørju megin atlantshavið tú ert?
Amerikanska paradoksið
Í fleiri evropeiskum londum, eitt nú
fleiri norðurlondum, eru religión og
statur formelt ikki atskild. Vit hava
Í amerikonskum politikki ræður um at vera væl við hin alvalda.
Valevni tekkjast veljarum við alment at leggja stóran dent
á sína persónligu trúgv. Men í Evropa verður øvugt funnist
hvassliga at teimum, ið brúka religión í politiskum stríði. Vit varpa
her ljós á munin millum sekulera Evropa og religiøsa USA
Gud er ikki
deyður
í USA