Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-17, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 21 · 17. februar 2012 15 VIKUSKIFTI stats­kirkjur ið verða stuðlaðar og uppi­hildnar av statinum. Harnæst fær kristni­undirvísing ofta framíhjárættindi í skúl­unum. Í USA eru kirkja og statur for­melt atskild. Hóast hetta, fyllur religión nógv í USA, bæði í almenna rúminum, mentanini og í nærsamfeløgum. Meðan kirkjurnar standa nærum tómar í Evropa, og alsamt fleiri evropearar lýsa seg sjálvar sum »ikki religiøsar«, er átrúnaðurin ein sterk drívmegi í ameri­kanska samfelagnum við nógvum religiøsum aktiviteti og fyltum kirkjum og samkomum. Henda gongdin er staðfest við nógv­ um ymiskum samfelagsfrøðiligum saman­beringum millum lond. Sam­ felags­granskarar hava leingi spurt seg sjálv­ar um heimurin samanumtikið gerst meiri ella minni religiøsur. Svarið er, at tað veldast um hvar í heiminum ein er staddur. Beiskur smakkur av religión Ein partur av frágreiðingini skal finn­ ast í søguni. Leingi varð hildið at fólka­ræði, modernitetur og almenn upp­lýsing nátúrliga máað støðið undan religiøsum myndugleikum og dogmum í samfelagnum. Hetta tykist eisini vera gongdin í stórum pørtum av Evropa. Religiøsa verðin er vorðin at­skild frá restini av samfelagnum. Religiøsir serfrøðingar, eitt nú prestar, skulu helst ikki úttala seg um annað enn teirra egnu religiøsu serfrøði. Gera teir tað, bróta teir eftir hondini viðtikna normin um skilnaðin millum religión og politikk. Religiónin hevur funnið sítt pláss í privatlívinum og hevur mist ræðisrættin í almenna rúminum. Tað tilkemur ongum longur at siga hvør endaligi sannleikin um tilveruna er. Religión og lívsáskoðan er vorðið eitt privat val fyri tann einstaka. Vit kenna reaktiónirnar í Føroyum, tá Mið­ flokkurin sigur seg hava sama politiska lit sum hin alvaldi. Teir bróta evro­ peiska normin. Hetta er tað, vit nevna sekularisering. Av einhvørjari orsøk tóktist hetta ikki vera gongdin í USA. Sam­felags­ granskarin Peter L. Berger vísir á, at søguliga upplivingin í Evropa er grund­leggjandi øðrvísi enn tann í USA. Í Evropa var kirkjan sædd sum mót­partur til framburð og menning. Etableraða religiónin varð sædd sum ein kúgandi megi. Og upplýsingin í 18. øld varð lutvíst ein uppgerð við etabler­ aðu kirkjuna. Kirkjan kom sostatt í fleiri londum at standa í andsøgn til ands­frælsið og upplýsing. Hetta kann vera ein frágreiðing uppá, at evro­ pearum dámar betri at lýsa seg sum »spirituellar«, heldur enn »religiøsar«, tí tað seinna verður sett í samband við gamaldags trongskygni. Positiv religión Í USA eigur religiónin ein grund­leggj­ andi øðrvísi søguligan leiklut. Ameri­ kanska kollveltingin snúi seg lutvíst um religiøst frælsi heldur enn nakra uppgerð. Har var eingin tyngjandi stats­kirkja at gera upp við. Kirkjur og sam­komur komu at virka á privatum grundar­lagi. Peter L. Berger vísir á, at kirkjurnar komu at spæla ein avgerandi leiklut fyri tilflytarar, kirkjurnar gjørdist lopfjøl at gerast partur av lokalsamfelagnum. Júst privata grundarlagið, metir hann, er ein partur av frágreiðingini, tí at evropearar hava ongantíð havt tørv á at gera nakað persónligt íkast at halda kirkjunum uppi, tað tók staturin sær av. Hervið er ikki sagt, at allir amerikanarar eru eins religiónsvinarligir. Stundum verður víst á, at fólk í suður og miðstatunum eru meiri trúgvandi enn fólk á eystur og vestursíðuni. Og munir eru millum samfelagsbólkar. Eitt nú eru onkrar kanningar ið geva ábending um, at høgt útbúgvin og intellektuell hella meiri til »evropeiska« hugburðin. Tí kann vera taktiskt hjá Mitt Romney at ávara kon­ servativa veljaran um, at USA »ikki má gerast eitt annað Evropa«. Nú kann sjálvandi verða freist­andi at halda at evangeliski velj­arin, ið tradi­ tionelt hevur verið tryggur veljara­ skarið hjá republikanar­unum, aftur hesa­ferð fer at velja virðiskonservativt – fyri strangari fosturtøkulógum og ímóti samkyndarættindum. Men fleiri eygleiðarar vísa á, at júst hetta velj­ ara­segmenti kann førka seg. Serliga yngri evangeliskir veljarar eru meiri ør­kyml­aðir um eitt nú sosialan ójavna, fátækradømi og umhvørvisspurningar enn siðbundnar virðisspurningar. Bæði republikanarar og demokratar kunnu tí gera sær dælt av religiøsu dimensiónini í amerikonskum politikki við at tulka hana til sín fyrimun. mynd: polfoto Religiøst politiska samskiftið í USA minnir einamest um tað vit kenna frá ávísum flokkum í Føroyum. Hóast tað í Føroyum, eins og í restini av Evropa, gerst minni og minni legitimt. Í flestu londum í Europa eru tilsipingar til Gud og persónliga trúgv undantakið í politiskum retorikki