Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-17, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. februar 2012síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

Langhylurin fluttur Sambært hesi greinini á Suðuroyarportalinum skal nýggi langhylurin í Suðuroy verða á Tvøroyri, hóast tað ikki var upprunaliga ætlanin. Men hvat munnu tey longri suðuri á Suðuroynni siga til tað... baksíðan... Upp á skift 5 skúlar hava bert ein næming Ras2 Okkurt stemmar ikki... Níggju ungdómsfinalur eru, og H71 er í seks teirra, harav átta eru henda sunnudag. portal.fo Nýtt skurðstað Kom og hoyr um fitioperatión í Miðlahúsinum Rás2 Nýggjan bústað Smyril skal flyta til Vágs Portal.fo Svágrar av óvart? Svágurskapurin millum Hanus Hansen og Jákup Mikkelsen hevur verið nógv frammi í almennu miðlunum. Umrøddi svágurskapurin er ein misskiljing, siga advokatarnir Rannvá Ragnarsdóttir og Annfinn V. Hansen Norðlýsið Í ranga strúpan lagt til rættis: Eyðun Klakstein Bjóða morgunmat á Sandi Í samband við at Virkið skipar fyri tunnusláttri fyri børnum og vaksnum leygardagin, bjóðar Sands kommuna øllum til morgunmatar í ovaru hædd á bókasavninum frá kl 10. á morgni. Kl 11. skipar Thomas Koba fyri, at filmur um føstulávintshald á Sandi verður vístur uppá stórskíggja, og aftan á filmin fer Jógvan Nicodemussen at hugleiða um føstuhald á Sandi upp ígjøgnum tíðirnar. Morgunmatur Bókasavnið á Sandi Leygarmorgunin 18/2 kl. 10.0 Sponsk fluga í Gøtu Seinastu tíðina hava tey spælt sjónleikin Spanska Fluga í Losjuni í Gøtugjógv, og tað ber til at síggja skemtileikin hetta vikuskiftið afturat. Spanska Fluga Losjan í Gøtugjógv Fram til sunnudagin 19/2 Tá eg avgjørdi, at eg vildi verða songkvinna, ávaraði mammu mín meg um, at eg fór at verða einsom. Men í grundini eru vit øll tað. Einsemi er partur av lívinum. Whitney Houston í samrøðu fyri nøkrum árum síðani Trupulleikin er loystur Verkfallið hjá pedagogunum er blivið drúgt, og tað krevur kreativar loysnir hjá barnafamiljum at fáa gerandisdagin at ganga. Men nú er líkt til, at ein fyribilsloysn er funnin á ansingartrupulleikanum. Sambært Portalinum hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd biðið bilførarar ansa eftir børnunum, meðan verkfallið er. Back to the future! Heðin Mortensen fær stundum rós fyri at kunna loysa smærri og størri trupulleikar uttan trupulleikar. Men vit hava hug at halda, at nú er hann komin heilt fram at markinum fyri, hvat hann megnar. Í vikuni spurdi Rás2 Heðin Mortensen, um hann roknaði við, at pedagogverkfallið fór at enda hesa vikuna. Hann svaraði: “Ja, í minsta lagi – helst fyrr”. Hóast Heðin er effektivur og miðvísur so vilja vit gjarna síggja tað, áðrenn vit trúgva tíð, at hann kann skrúva tíðina aftur og enda verkfallið í farnu viku. Tú kanst ikki fara inn á eitt alment toilett, uttan at har situr ein maður og grætur um, at hann er ein maður. Thomas Blachman, danskur X Factor dómari