Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. februar 2012 · Nr. 22 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Myndir: Alvur Haraldsen Føstulávintsmánadag sláa næm­ ing­arnir á flestu skúlum tunnu, og í Tórs­havnar Kommunu­skúla byrj­ aðu tey beinanvegin, sum skúla­dag­ urin byrjaði. Tey smáu møttu grýluklødd. Onk­ur børn vóru í keyptum grýlu­ klæð­um, men tey flestu vóru í meira heima­gjørdum búnum, og tað var stuttl­igt, sigur Eyðun Djur­huus vara­skúl­a­stjóri. - Nú fara sera fá børn í grýlu­ skort. Í staðin mála tey seg um and­ lit­ið, og tey duga sera væl at fin­na upp­á, sigur Eyðun Djurhus. Hvør árgangur slerdi tun­ nu fyri seg. 1. og 2. flokkur sler­du tun­nu milum húsini, 3. flokk­ur í Grasagarði, og 4. og 9. flokkur í skúla­garði­num. - Tey tíma sera væl og hugna sær óført. Aftaná fóru øll inn og fingu bollar og kakao, sigur Eyðun Djur­ huus. Tað var upp til einstøku lærar­ ar­nar, hvat restin av degnum fór til. Eyðun Djurhuus væntaði ikki, at tey smáu fóru at hava veruliga undir­vís­ing í dag, tí hjá teimum smáu er ikki so lætt at fara frá spæli til undirvísing. Dagurin fór tí helst til spæl og søgur. 9. flokk fekk vanliga undir­vís­ing sein­na­parti. Tey hava so nógv, tey skulu læra, og kunnu tí illa taka ein heil­an dag burturúr. Hinir árgangirnir í Tórshavnar Kom­mu­nu­skúla ganga úti á Argj­ um, har tey somuleiðis hava sligið tunnu. Allir flokkar í Tórshavnar kommunuskúla slerdu tunnu í morgin, og serliga tey smærru vóru grýluklødd Slerdu tunnu úti