Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 20. februar 2012 · Nr. 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Í apríl 2010 meldaði Djóra­ vernd­ar­felagið Petur Karl av Rana, bónda í Øravík fyri djóra­pínslu, og politiið tók mál­ið upp. Eitt lamb hjá bóndanum var komið fyri ein bil. Bónd­ in fekk onga fráboðan, men onk­ur, sum hevði koyrt fram við ringdi til Petur Karl av Rana og segði, at okkurt var gal­ið við lambinum. Tað vísti seg, at annað fram­beinið á lambinum var brot­ið og tað brotna hekk í eini slintru av skinni. Hann kapp­aði beinið av og læt lamb­ið ganga hjá ærini. Í rættinum fríggjadagin vátt­aði Petur Karl av Rana, at hann hevði gjørt hetta. Hann visti, at aðrir høvdu gjørt tað sama, tí tað var ikki gott fyri ær­ina at missa lambið. Lambið var nakrar dagar gamalt, tá ið óhappið hendi. Bíðaði við at drepa Politiið bað mannin um at drepa lambið, men tað gjørdi hann ikki beinanvegin, men bíð­aði til dagin eftir, tá ið politi­ið aftur tosaði við hann. Petur Karl av Rana vildi ikki drepa lambið beinan­veg­ in, tí hann vónaði at finna eitt annað lamb til ærina og so drepa skadda lambið og taka skinnið á tí fyri at fáa ær­i­na at taka hitt lambið til sín. Men hetta var so tíðliga, at lembingin ikki rættiliga var byrjað, so hann fann tí einki tvílemulamb. Petur Karl av Rana svaraði ikki greitt upp spurningin, um lambið hevði pínst. Hann iv­að­ist, tí lambið hoppaði og rann. Djóralæknarnir hildu nak­að annað. Landsdjóralæknin hev­ur úttalað seg um málið, men verjin hjá bónanum helt tað vera óseriøst, tí Lands­djóra­ lækn­in hevði ongantíð sæð lamb­ið. Verjin kravdi tí ein ann­an óvildugan og royndan djóra­lækna førdan sum vitni, og hansara uppskot var at kalla Jústines Olsen inn sum vitni. Málið útsett Hetta ynski hevði við sær, at málið ikki takast upp til dóms fríggjadagin. Bóndin er ikki bara ákærd­ur fyri djórapínslu. Hann er eisini ákærdur fyri mis­røkt av kríatúrum. Landsdjóralæknin hevði í 2009 fingið frá­boð­an um mis­røkt í fjósi­num hja bónda­num, sum ein dag tí fekk vitjan av lands­djóra­ læk­na, djóra­læk­n­a, fólki frá Bú­n­að­ar­stovu­ni og politi. Bóndin segði, at hann í 1995 fekk tilboð um at flyta í hetta fjósið, sum var rímiliga nýtt og stóð tómt. Ikki tespiligt Frágreiðingin var ikki tespi­ lig. Har stóð, at fleiri av mjólk­ neytu­num vóru kaldarak, og eitt tjúkt lag av mykju lá um alt fjósið. Neytini vóru køsta­ skitin, og beinini vóru brend av landi, tí einki turt stað var í fjósinum til neytini at leggja seg á. Drekkivatnið hjá teimum 35 mjólkneytunum og kálvu­ num var skitið, og rør stungu út og kundu skatt neytini. Petur Karl av Rana greiddi í rættinum frá, at fjósið hevði ver­ið rakt av óhappum. Bæði pumpa og traktorur gingu fyri, og tað tók fleiri dagar at fáa eykalutir úr Týsklandi. Hann kundi havt biðið um hjálp norðaneftir til at pumpa tøðini burtur, men tað kostaði so nógv. Ringt skil Árið eftir var nýggj eftir­lits­ vitjan í fjósinum. Tá vóru nakr­ar ábøtur gjørdar, men tað var ikki nóg gott, segði eftir­litið, sum segði nøkur viður­skifti vóru blivin verri. Neytini vóru merkt av grovari røkt, mykja fleyt eftir gólv­unum, nøkur fingu ikki nóg mikið at eta, og hol var á onkr­um bási. - Tá tók eg avgerðina um at gevast og tøma fjósið. Tað hekk ikki saman fíggjarliga hjá mær, segði bóndin, sum eisini alla tíðina kendi tað sum, at onkur andaði seg í nakk­an. Mjólkarkvotuna seldi hann. Petur Karl av Rana vísti aft­ur, at neytini vóru rak. Tað prógv­aði hann við at siga, at væl gekst at selja tey, tá ið hann gavst. Nú stendur fjósið tømt. Ein maður var áhugaður at taka yvir, men hesin fekk ikki fígging. Ákærdi bóndin heldur fram við sínum stóra seyða­ haldi. Ákærdur fyri at pína lamb Petur Karl av Rana er ákærdur fyri djórapínslu, við tað at hann ikki beinanvegin drap eitt lamb, sum misti eitt bein. Haraftrat er hann ákærdur fyri misrøkt av kríatúrum sínum, sum vassaðu í mykju í fjósinum